hósdagur 7. mai 2009síða 20
‹ fyrra síða allar 158 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Rákið – mai '09
mála ella at renna sær ein túr uttan
at fáa stress ella ringa samvitsku. Tí
er tað eisini umráðandi at raðfesta
avmarkaðu orkuna og peningaliga
tilfeingið væl.
– Heldur enn eini stásilig millióna
hús, hava vit valt at raðfesta eitt
lekkurt baðirúm við einum lekrum
baðikari her í Kunoy.
Eitt annað, sum Hedvig hevur lært
seg, er at lata vera við at brúka fleiri
pengar, enn tey hava. Tí, sum hon
sigur, so missir tú aftur frælsið.
– Tí keypi eg ikki dýrt, og eg elski
at gera kvetti, til dømis í endurnýtslu
ella á útsølu. Eg skal helst eisini
hava uppiborið tað, sum eg keypi.
Tað skal helst hava eina søgu ella
orsøk, sigur hon, og nevnir til dømis
»Pædagogjakkan« frá Diesel, frá
tá hon gjørdist námsfrøðingur, ella
jakkin frá Odd Molley, sum nú eitur
LEKODAjakkin, eftir leiðsluskeiðinum,
sum hon gongur á.
Men tað krevur nógva tíð at vera
ein góð kona, mamma, leiðari,
rennari og málari. Tí hevur Hedvig
eisini valt at raðfesta orkuna, so
gerandisdagurin hongur saman.
– Eg nái ikki alt og royni at siga
»gott er«. Men eg vil gera tað gott,
sum eg geri. Tí hava vit eisini valt
at hava húshjálp at gera reint eina
ferð um vikuna, so tá vikuskiftini
koma, kann eg njóta frítíðina saman
við børnunum, forklárar Hedvig,
sum eisini hevur sett bindiklubban í
bíðistøðu eina tíð.
– Tað vóru so nógvir fundir og
arbeiði, so eg mátti velja, so eg ikki
gekk við ringari samvitsku. So nú vitji
eg heldur onkra vinkonu, tá vit hava
tíð, sigur Hedvig.
Men rennifelagið Treysti fær nakað
av tíðini, tí har ber til at koma, tá ein
hevur tíð.
SUNN INN Í SÁLINA
Hedvig Johansdóttir hevur runnið
tey síðstu nógvu árini, og tað er
blivið til bæði hálvmarathon og
gullheiðursmerki.
– Einastu ferðirnar, vit hava barna
gentu, er, tá vit fara rennitúr saman,
eg og Erling. Soleiðis hjúkla vit um
parlagið.
Hon hevur runnið úr Sumba til
Sandvíkar, luttikið í heilsurenning í
Klaksvík, og skógvarnir eru altíð við,
tá hon fer til Havnar.
– Eg renni fyrst og fremst fyri væl
veruna. Eri eisini kapping ar menn
iskja, men kappist kanska mest við
meg sjálva.
Hedvig leggur stóran dent á at
liva og eta sunt. So tá maðurin fyri
nøkrum árum síðani fekk staðfest
arvaliga sukursjúku, hevði tað lítla
ávirkan á lívsvanarnar hjá familjuni.
– Eg mungi ikki eftir góðgæti og
køkum, men vil nógv heldur vera
Knekkbreyð frá
starvsfelaganum
Eileen
1 dl. av havragrýni
1 dl. av sesamfræ
1 dl. av hørfræ
1 dl. av sólblómukjarnum
1 dl. av græskarkjarnum
3 ½ dl. av hveitimjøli
2 dl. av vatni
1 ¼ dl. av olju
1 tsk. av bakipulvuri
2 ½ tsk. av salti
Verða bakað í 200 stigum
í 15-20 minuttir.