hósdagur 7. mai 2009síða 25
‹ fyrra síða allar 158 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
Rákið – mai '09
Ein maður situr á einum beinki í
SMS og bíðar. Ein flott dama kemur
framvið. Men hon er í renniskóm og
verður ikki sædd. Maðurin ikki so
frægt sum hyggur upp.
Løtu seinni kemur ein onnur
dama. Fótafetini hoyrast væl, ikki
minst tí gongulagið er ójavnt. Men
maðurin bíðar við at hyggja, til hon
er farin framvið. Tá leita eyguni
eftir metalliska ljóðinum á harða
gólv inum. Spakuliga líta eyguni
upp eftir beinunum, men longu við
knøini vaknar hann úr dreyminum.
Beinini eru boygd, sum á kúgv.
Eins og ryggurin, kropin, sum undir
tungari byrðu. Nú veit maðurin, hví
frekvensurin var ójavnur. Daman
dugdi ikki at ganga í høgum hæl
um. So hon verður skjótt gloymd,
óansæð, hvussu vøkur hon annars
var.
Triðja daman kemur gangandi –
tripp, trapp, tripp, trapp móti harða
gólvinum. Sum stemplið á einum
vælkoyrandi V12 motori, eitt taktfast
pendul. Maðurin er nú spentur og
hevur gloymt alt um fyrru damuna.
Eyguni fylgja ljóðinum og finna
beinini: sterk, strekt og long. Høvdið
er høgt, reyvin stendur út í loft og
mjadnarnar danda eggjandi sum
væl smurd kúluleiðir.
Maðurin smílist, goymir hana í minn
inum og tekur myndina við sær til hús.
Stílfullar stilettir
Í hesi lítlu ímyndaðu støðuni kemur
nógv fram um, hví mannfólk elska
stilettir. Marit Holm Petersen, kær
leiksráðgevi, sum er so heppin at
hava kærleika sum arbeiðsøki,
heldur, at skógvar eru sera áhuga
verdir og hava stóran týdning fyri
bæði kynini.
– Menn eru ómetaliga visuellir,
og teir hyggja eftir, hvussu kvinnan
ber seg. Tær, sum duga at ganga
í stilettum, fáa eitt beinari og stoltari
gongulag, tykjast klænri og brúka
mjadn arnar, tá tær ganga. Afturat tí er
okkurt við, at mannfólkum dámar væl,
at beinini gerast longri, tí so kunnu teir
ímynda sær longu beinini rund an um
seg, sigur Marit Holm Peter sen.
Hon greiðir somuleiðis frá, at
menn ikki minnast, hvønn lit skógv
urin hevur, men teir leggja til merkis,
at kvinnan trívist og dugir at bera
seg. Hetta síggja teir sum eitt tekin
um, at hon eisini er djørv og frí
seksuelt.
– Menn vita ikki altíð, hví kvinnur
í høgum hælum eru so lekkrar.
Men teir skulu nokk sleva, tá ein
kvinna gongur framvið, frísk og frek
á stilettum. Og teir síggja eisini á
gongulagnum, hvussu undirlívið er
fyri, sigur kærleiksráðgevin.
Dandandi mjadnar
Marit Holm Petersen greiðir frá, at
gongulagið hevur alt at siga. Kropp
urin skal vera strektur, og beinini
skulu ikki vera boygd. Heldur ikki
skal kroppurin detta framyvir. Føturnir
skulu liggja væl í skónum, og allur
fót urin skal traðka niður, annars
gongur galið.
– Men týdningarmest av øllum
er, at kvinnan kennir seg væl, tí tað
sæst beinanvegin, sigur Marit Holm
Petersen, sum eisini er sannførd um,
at stilettir kunnu bjarga kvinnuliga
gongulagnum.
– Gongur tú bara í fløtum breiðum
skóm, verða føturnir sum luffur, og tú
gloymir at brúka mjadnarnar, tá tú
gongur, staðfestir hon.
Menn eru einfaldir
Men stilettir eri ikki bara stilettir. Tær
eru at finna í ymiskum hæddum, og
við ymiskum hælum, sum allir hava til
endamáls at fáa kvinnuna at síggja
hægri út.
– Menn eru so einfaldir. Teir
blíva glaðari tess hægri og smalri
skógvurin er. Men kvinnur mugu
kortini finna markið millum stíl og
at síggja bíligar út. Tær skulu helst
ikki líkjast skøkjum, tí tá skulu hinar
kvinnurnar nokk fáa okkurt at tosa
um, greiðir Marit Holm Petersen frá.
Hon metir tó, at kvinnur vita rætti
liga væl sjálvar hvat høvi hvørjir
skógvar eru hóskandi til. Tí skulu tær
eisini eiga so nógv ymisk pør av
skóm.
Sexutu føturnir
Føtur eru millum mest erogenu
zonurnar á kroppinum.
– Her í Føroyum vísa vit okkum
van liga ikki berføtt. Føturnir eru til at
traðka á, og verða ikki mettir sum
serliga seksutir. Men mannfólk dáma
væl at síggja eitt sindur av fótinum
ella allan fótin, sigur Marit Holm
Petersen.
Eystanfyri hevur fóturin eisini altíð
Marit Holm Petersen, kærleiksráðgevi
➘
Mynd: Álvur Haraldsen