hósdagur 7. mai 2009síða 26
‹ fyrra síða allar 158 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
Rákið – mai '09
Í óvísindaligari kanning millum
203 tilvildarligar føroyingar ein
tilvildarligan seinnapart í SMS, sæst,
at 78 prosent av monnunum og 89
prosent av kvinnunum dámar betur
myndina av eini kvinnu í stilettum,
enn eina mynd av eini kvinnu í fløtum
skóm.
Tilsamans gevur hetta 84 prosent
av teimum 203 fólkunum, ið velja
myndina av kvinnuni í stilettum.
Av teimum 99 spurdu monnunum
valdu 77 myndina í stilettum, og
av teimum 104 spurdu kvinnunum
valdu 93 myndina, har kvinnan er í
stilettum.
Nakrir vansar er tó við hesi kanning.
Serliga eru litirnir á myndunum
ikki heilt eins, perspektivið er eitt
lítið sindur forskotið og summi av
teimum spurdu vildu vera við, at
hesir faktorar talaðu til fyrimuns, fyri
myndini, har kvinnan er í stilettum.
Hóast onkur vildi vera við, at
myndin var viðgjørd, so at kvinnan
í stilettum gerst longri og klænri, so
eru proportionirnar á myndunum ikki
viðgjørdar eftir, at myndin var tikin.
– Hon sær so køggut út í fløtum
skóm
– Íjøsus tað er gott, at eg
næstan altíð nýtið stilettir
– Eg velji hana í stilettum, tí hon
passar betri til tað, bløðini siga
– Tann í fløtum skóm sær
natúrligari út
Nøkur av fólkunum høvdu konkretar viðmerkingar til síni svar til myndirnar.
84 prosent velja stilettir
Røddin hjá fólkinum
verið nakað serligt. Í Kina gera tey
nógv burtur úr, og eitt nú vita vit
frá akupunktur og zonuterapi, at
fóturin ávirkar allan kroppin.
Í Eysturlondum verða
føturnir eisini ofta
masseraðir, og nýttir til
at massera við.
– Almenna fatanin í
Føroyum er, eftir mínum tykki,
at kynslívið annað hvørt er
avmarkað til at gera børn,
ella tað reina porno. Tí
duga vit ikki at virðismeta
alt tað fína og vakra, sum
er ímillum. Til dømis føturnar,
og tað er spell, tí tað hava
teir uppiborið, heldur Marit Holm
Petersen, sum leggur afturat, at
meðan skógvarnir hava fingið sítt
uppiborna pláss í skápinum og
hugaheiminum, so hava føturnar ikki
nakað tilvitað pláss her í landinum.
Kvinnur skammast snøgt sagt av
fótum sínum.
Skrúvibløð ella skógvar
Tá samanum kemur, so elska vit
mannfólk høgar hælir. Tað vísir
óvísindaliga kanningin her á síðuni.
Marit Holm Petersen heldur ikki,
at mannfólk skulu royna at skilja,
hví kvinnur vilja hava so nógvar
skógvar.
– Tað er tað sama sum við skrúvi
bløðum hjá mannfólki. Teir skulu
hava 50 ymisk skrúvibløð, og vit
skulu hava 50 ymisk pør av skóm.
Vit skulu ikki stríðast við at royna at
skilja, men heldur góðtaka hvønn
annan, sigur hon.
Og so nýtast mannfólkini heldur
ikki at blanda seg uppí, hvussu
nógvar pengar kvinnan brúkar
til skógvar. Tí í flestu førum elska
mannfólk tað, sum skógvarnir gera
við kvinnuna.
Mynd: Álvur Haraldsen
Mynd: Álvur Haraldsen