Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-05-07, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. mai 2009síða 32

‹ fyrra síða allar 158 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 • mai 2009 Í Toystovuni á Tvøroyri fáast klæði til alla familjuna. Talan er um gamalt virki, sum tó leggur seg eftir at hava tað nýggjasta T oystov000an á Tvøroyri verður rikin av eftir kom ar um av gamla handilsvirkinum hjá Mortensen á Tvøroyri, og sum eigarin Desiree Mortensen tek ur til, so er hetta gamlt virki, sum tó hevur tað nýggj asta nýggja. Hetta er ein smart og uppdaterað fyritøka. - Vit eru á messu javnan, minst tvær ferðir árliga, og hava altíð tað nýggjasta at bjóða fram, sigur Desiree Mortensen. Síðani 1978 hevur handilin hildið til, har hann nú er mitt á Tvøroyri, men innan tað var hann í øðrum hølum hjá fyritøkuni. Til Ung Í Toystovuni á Tvøroyri fáast klæði til alla familjuna, men sera nógv er eisini til ung, og nevnast kunnu merkir sum Only, Vero Moda og Jack & Jones, men eisini nógv góð og kend merkir til eittnú vaksnu kvinnuna eru at fáa í Toystovuni. Ekort Í Toystovuni síggja tey av og á ekort, tá kundar keypa, men tey kundu ynkst sær at sæð fleiri, so fleiri fáa lut í teim fyrimunum, sum eru við ekortinum. Í Toystovuni vóna tey, at ljós nú verður varpað á fyrimunirnar við ekortinum, so fólk fáa eyguni upp fyri hesum korti- n um, og teim ágóðum, sum fylgja við kortinum. Gamalt virki við tí nýggjasta nýggja Juniik er nakað fyri seg Í Juniik fáast klæði til hennara, og sum navnið bendir á, so leggur hand il in seg eftir tí sermerkta J uniik er handil við damuklæðum. Handilin byrjaði í Vágsbotni, var síðani í gongugøtuni og er nú í SMS. Juniik merkir jú at vera nakað fyri seg, og navnið á handlinum er stavað eitt sindur øðrvísi, og eitt sindur lagað til føroyskt. At okkurt er “unikt” merkir, at tað er einastandandi ella eindømi. So er eisini við endamálinum hjá Juniik. Sum navnið bendir á, so leggur handilin seg eftir at hava serstakar vørur. Har fáast dýrar merkivørur, men eisini vørur, sum eru miðal, og eisini fáast tær í bíligara endanum. Stílur Stílurin er “basic”, men roynt verður eisini at skilja seg úr mongdini. Her er handilin til teirra, sum vilja nakað meira og annað, enn fjøldin. Í Juniik fáast dámuklæði, men eisini skógvar og prýðislutir. Ekort Í Juniik verður sagt, at har síggja tey ekort við jøvnum millumbilum, men at tey bert fegnast, um fleiri fáa lut í teim fyrimunum, ið kortið gevur.