hósdagur 7. mai 2009síða 33
‹ fyrra síða allar 158 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
mai 2009 •
Bygma keypt
Balslev
Bygma hevur keypt Balslev fyri á leið ári síðani,
men talan er tó um sama handil, sum føroyingar
hava kent í mong ár
F
yri á leið ári síðani keypti Bygma partabrøvini í fyritøkuni Balslev. Navnið er nú
Bygma Balslev, men annars eru ikki stórvegis broytingar. Fyritøkan er enn sami
dygdar góði veit arin, tá tað kemur til alt innan timbur, og byggibúðin er óivað millum
tær fremstu av sínum slag í landinum.
Søguligt virki
Virkið er søguligt, og føroyingar hava kent virkið í mong ár. Søgan í stuttum:
Í 1906 stovnaðu tveir ungir menn, Harra Balslev og Harra Goos, umboðsvirki í Keyp
manna havn. Goos fór til Føroyar og Íslands fyri at knýta handilssambond, og millum annað
grundløgdu teir á Siglufirði Íslands fyrstu sildaolju verksmiðju. Hugsan teirra var at stovna
eitt firma nakað sum Østasiatisk Kompagni og Det Baltiske Kompagni, um ikki so stórt
sum tey. Virksemið skuldi serliga vera í teimum norðatlantisku londunum. Hetta gjørdist
so við og við til stórt og heldur fløkt handilsvirksemi,sum fyri ein part mátti lúta fyri tí stóru
niðurgangstíð, ið kom aftan á fyrra heimskríggj.
Hetta var støðan, tá ið Jørgensen, stjóri, í 1927 varð sendur til Føroyar at lata deild upp
her. Tað varð byrjað í smáum, í einum høli á Hotel Thorshavn.
Seinni fekk fyritøkan hølir í Vágsbotni, og var har til mitt í 30unum, tá ið stórur goymslu
og skrivstovubygningur varð bygdur á tí nýggju bryggjuni við Eystaru vág. Virksemið øktist
nógv hesi árini við heilsølu, kol og timburhandli, og seinni legðist virksemi í samband við
fiskiskap aftrat.
Nakað av kiparakstri er eisini partur av søguni, men tað lata vit liggja hesaferð.
Í 1979 flutti timburhandilin niðan til Hoyvíkar í ein 3000 fermetrar stóran bygning á
einum 10.000 fermetrar stórum øki. Seinni, í 1989, lat á sama stað Føroya fyrsta byggibúð
upp við 1.500 fermetrar. Í ár 2000 vórðu 5000 fermetrar keyptir aftrat, soleiðis at nú hevur
virkið eitt øki upp á 15000 fermetrar.
Í 2002 tók Balslev ein nýggjan goymslubygning í nýtslu. Bygningurin er 1.300 fermetrar
stórur, og verður brúktur til vørumóttøku og goymslu av timbri, plátum og øðrum byggi
tilfari.
Í 2003 varð grannaognin sunnanfyri verandi øki keypt. Økið er 4000 fermetrar við tilhoyr
andi bygningi á 600 fermetrar
Í 2004 keypti Balslev økið vestanfyri. Hetta økið er umleið 5000 fermetrar. Ætlanin er
at brúka økið sum goymsluøki til bingjur, betonggóðs og annað.
Samanlagt hevur Balslev sostatt eitt samlað øki á umleið 24000 fermetrar . Av hesum
eru umleið 6.500 fermetrar undir taki
Balslev, sum í dag ger seg galdandi sum eitt sera tíðarhóskandi og leiðandi virkið á sín
um vinnuøki, gevur arbeiði til 4045 fólk (heiltíðarstørv), og komandi miðvísar íløgur fara
framhaldandi at tryggja felagnum eina sterka støðu í føroyskari byggivinnu.
Ekort
Hjá Balslev ber eisini til at nýta ekort, og harvið fáa teir vørurnar fyri serprís, og fyrimunir,
sum hetta annars gevur. Fyritøkan hevur havt meira sølu við ekortinum, enn væntað. Teir
meta hetta sum eitt gott hugskot og gott tiltak.
2,5%
Vár- og summarmótin frá STAFF
3%
Toystovan
Tvøroyri · tel 37 16 12
Nógv NýTT Til summarið