Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-05-07, síða 42
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. mai 2009síða 42

‹ fyrra síða allar 158 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

42 Rákið – mai '09 Jan Højgaard, for­ maður í Fiski manna­ felagnum, Toftir Jan Højgaard býr í ein um eldri húsum á Toftum. Hon um dámar best, at ting ini eru gomul og hava eina søgu at siga. Mill um annað helt hann upp á at varðveita gamla snikkarakøkin, sum var í húsinum, tá ið tey keyptu tey. Stóru myndirnar í stovuni eru eftir Karen Blixen, sum honum dámar sera væl at lesa. Pál Weihe, granskari, Hoyvík Stílurin heima hjá Pál Weihe er klassiskur. Tey hava innrættað seg við donskum design- møblum, sum til dømis Børge Mogensen. Tað mesta til heimið varð keypt, áðrenn tey fluttu heim til Føroyar aftur eftir loknan lestur í Danmark. Óluvá Zachariassen, Journalistur, Hoyvík Tað ljósa og einfalda sleppur framat í heiminum hjá Óluvu Zachariassen í Hoyvík. Henni dámar best, at tað ikki eru ov nógv ting og fjas inni, men, at tað kortini er hugnaligt. C 1 + D 3 + Her búgva tey fýra Kristianna Winther Poulsen, forkvinna í Javnstøðunevndini, Hoyvík Heima hjá Kristionnu Winther Poulsen eru møblar og ting, sum hon hevur skavað saman hér og dér gjøgnum árini. Okkurt avlagt frá foreldrunum og okkurt frá Skemmuni. Hon vil ikki hava so nógv inni og keypir ikki nógv til heimið. Eisini tí, at plássið er trongt. B 2 + A 4 + Frá hugskoti til liðugtgerð Tel 216187 · Smærugøta 16 Vit bjóða okkum til at vera við allan vegin – heilt frá at tekna húsini og til tey standa lyklaklár. Eisini átaka vit okkum alt arbeiði í sambandi við umbygging og umvæling av ymsum slagi. www.kstimburhus.fo