hósdagur 7. mai 2009síða 47
‹ fyrra síða allar 158 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
47
Rákið – mai '09
Hosurnar vórðu stoppaðar fleiri ferðir,
áðrenn nýggjur leistur varð bundin undir.
Betri góðska
Góðskan var ein heilt onnur, og tey fóru sera
væl við tingum og klæðum. Alt var dýrari í
mun til í dag. Øll góð klæði blivu handfarin
sum føroysk klæði, og skuldu til dømis ikki
liggja í botninum á skititoyskurvini og slitna.
Træmøblarnir vóru massivir og útskornir. Eisini
keypti man ein frakka fyri lívið – tað hevði
ikki komið fyri í dag. Einaferð keypti mamma
eina spadserudragt, sum hon hevði spart
upp til. Eg haldi, at hon kostaði eina heila
mánaðarløn. Hon helt í fleiri harrans ár, og er
til denna dag.
Embalaga til
fleiri endamál
Í skápinum stóðu stakkar av tómum
plantumargarinpakkum til at frysta
fiskamat við soði í. Til dømis knettir
og frikadellur. Og mjólkarpakkar
til grind og náta. Pappírið til vita-
margarin varð lagt undir bakstur ella
at smyrja breyð skuffurnar við. Hetta
ber ikki til í dag, tí tilfarið er
øðrvísi.
Teposar til síðsta
dropa
Mamma brúkti
teposarnar fleiri
ferðir. Eg havi
upplivað, at hon
fór í ruskspannina
eftir einum
teposta, sum
bara hevði verið
brúktur einaferð.
Polstraðu møblarnar
Mamma og tey polstraðu møbl-
arnar um, tá teir blivu slitnir. Teir
eru til enn. Alt hevði eina søgu,
til dømis: »Tá pápi kom heim av
fiskiskapi við einum gólvteppi«.
Ella: »Tá mamma fór til Havnar
at keypa dagligstovumøblarnar«.
Eisini høvdu vit ein skenk úr
Bretlandi, sum er til enn.
Breyðsuppa við
eggja snapsi og róma
Maturin hjá mammu var
ómetaliga góður. Breyðrestir vórðu
goymdar, frystar niður og brúktar
til breyðsuppu. Vit høvdu bæði
hønir og kúgv. So pískaði hon ein
søtan eggjasnaps at koyra á heitu
breyðsuppuna, saman við frískum
pískaðum róma.
Mjølsekkir til øll
endamál
Mamma keypti sekkir við mjøli í frá
heilsølum. Sekkirnir vóru úr góðum
lørifti og vórðu brúktir til klútar og
koddavár.
Merkiseðlar úr
tepakka
Tá tepakkin var tómur, klipti hon
hann sundur til merkiseðlar at seta
á frystivørurnar.
Vendi flippunum
Flippan varð tikin av skjúrtuni, vend
og seymað á aftur. So var skjúrtan
aftur sum nýggj.
Skola kaffifiltur
Tað kom meiri enn so fyri, at
mamma skolaði kaffifiltur og brúkti
tað umaftur!
Hárliting til fleiri ferðir
Mamma deildi altíð dunkarnir við
hárliting, so teir kundu røkka til
fleiri litingar.
Gávupappír
Gávur vórðu pakkaðar inn í avísir
ella teknirøðir. Gávupappír og
bond vórðu goymd og endurnýtt.
Einfalt vask
Alt bleiv
vaskað við
grønsápu
ella
Sunlight
sápu. Bæði
hús og fólk.
Vaskaði plastposar
Hvør einasti plastposi varð vaskaður,
hongdur upp á snórin og brúktur
aftur. Til dømis breyðposar.
Lappar úr restum
Bummulsrestir vórðu brúktar at binda
eygnalappar og borðlappar við, og
slitin undirklæði, løk og handklæðir
vórðu skrødd sundur til lappar.
Stoppaðu hvørt eitt hol