Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-05-07, síða 56
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. mai 2009síða 56

‹ fyrra síða allar 158 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

56 Rákið – mai '09 Ein stylecoach lærir teg at hugsa øðrvísi og at flyta fokus, so tú fert at trívast við tínari útsjónd, sigur Sunneva Thor steins­ son, sum verður liðug sum stylecoach í summar Sunneva Thorsteinsson, sum er leiðari á deildini Stíl & Snið á Tekniska Skúla í Havn, er bæði hár fríðkari og kosmetologur. Fyrsta dagin verður hon liðug sum stylecoach, sum hon hevur lært hjá donsku mótadrotningini Tine Owild. Tá Sunneva Thorsteinsson verður liðug við útbúgvingina, hevur hon millum annað lært at gera eitt garderobutjekk, make­over og at vegleiða fólki í at finna sín egna stíl, sum tey kunnu brúka, tá tey byggja sær eina garderobu upp. Altíð við støði í persóninum, sum hann ella hon er, litum, persónligheit, smakki og starvi hjá viðkomandi. – Tað nyttar onki, at ein stylistur bara letur fólk í út frá sínum egna smakki. Endamálið er at fáa fólk at kenna seg væl og at trívast í klæðunum, tey eru í, sigur Sunneva Thorsteinsson við Rákið. Fyri at fáa fólk at trívast, er neyðugt, at tey finna útav, hvat klæðir teimum, og hvussu tey skulu lata seg í. Ein stylecoach kann hjálpa fólki við at finna bestu síð­ urnar av útsjóndini fram og vísa á, hvussu tær verða gagnnýttar sum best. Hinvegin verður eisini arbeitt við tí, sum fólk eru kedd av. Annaðhvørt við at gera nakað við tað, til dømis at tapa seg, ella við at fáa viðkomandi at góðtaka veikleikan, til dømis eina stóra reyv. – Tað ber væl til at læra at góð­ taka tað, sum vit eru minni glað fyri. Vit eru øll ymisk, og sumt er, sum vit onki fáa gjørt við. Tí hevur tað stóran týdning fyri trivnaðin, at vit læra at góðtaka okkum sjálvi sum vit eru skapt, sigur Sunneva Thorsteinsson, sum brúkar útbúgvingina í starvi sínum á Tekniska Skúla og at halda fyrilestrar kring landið um stíl­ coaching. Ítøkiliga fer ein coaching fram við at kundin fyllir út tvey kort. Eitt datakort við faktuellum upplýsingum og eitt stílkort, sum snýr seg meira um persónliga stílin og smakkin hjá viðkomandi. – Ein stylecoach lærir teg at hugsa øðrvísi og at flyta fokus, at síggja tað vakra og at verða glaða fyri tað. Eisini hjálpir hon viðkomandi at finna loysnir, har hann ella hon heldur seg hava tørv á hjálp og vegleiðing, sigur Sunneva Thorsteinsson, sum hevur verið niðri tveir dagar um mán­ aðin seinasta hálva árið í sam bandi við útbúgvingina. Útbúgv ingin er í stóran mun bygt upp við heima­ uppgávum, og hevur hon kostað henni millum 50­60.000 krónur við øllum. Hon lærir fólk at klæða seg …feilkeyp Flestu gardarobur eru á tremur við feilkeypum. Hugsa um, at tað, sum tú keypir, skal hóska til minst trý onnur ting í garderobuni … skógvar Tú kanst altíð bjarga einum dressi við lekkrum skóm. Umvent oyðileggja ljótir skógvar eitt og hvørt dress …skógvar við hæli Fyri hvønn sentimetur av hæli, verður rumpan lyft ein sentimetur upp …stivlar Lat so nógv av beininum sum gjørligt vera sjónligt millum stivlakantin og niðurdeilin. So sært tú hægri út …útiklæðir Brúka nógvar pengar upp á lekkrar frakkar, taskur og skógvar. So sært tú altíð gott út …grundklæðir Má eiga ein svartan kjóla, einar penar svartar buksur og einar kov­ boybuksir, sum sita væl …beltir Legg ongantíð eitt belti inn í eina dellu …fokus Ver neutralt ílatin, har tú ikki vilt hava fokus. Undirstrika fyrimunir við onkrum, sum fangar …húð og hár Keyp hárevni hjá frisørinum. Brúka hárkur og andlitsmasku eina til tvær ferðir um mánaðin …gardarobuna Kanna, hvussu nógvar pengar tú eigur klæðir fyri, og tú fært eitt sjokk. Lærir tú at keypa rætt hvørja ferð, og bara tað, sum tú manglar, kanst tú eisini loyva tær at keypa dýrari merkir úr góðum tilfari, sum sita, sum tey skulu Sunnevá Thorsteinsson um… rigmor@sosialurin.fo Rigmor Dam Myndir: Jens Kristian Vang