hósdagur 7. mai 2009síða 58
‹ fyrra síða allar 158 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
58
Rákið – mai '09
Minnist tú tín
fyrsta muss?
Altso ikki frá
mammu ella
pápa, men frá
einum, tú vart
góð ella góður
við? Ella tann,
sum hann
sjálvur stjól frá
tær aftan fyri
eina hurð ella
undir einum
borði? Var muss
urin minni ligur?
Ella rodnar tú
enn av at hugsa
um hann? Her
minn ast nakrir
føroyingar tann
allar fyrsta
mussin
Mín fyrsti mussur
eilen@sosialurin.fo
Eilen Antoniussen
Ole Wich:
– Eg kom so seint í gongd
við at mussast, men eg minn
ist væl mín fyrsta muss. Eg
var eini 15 ár, og tað var í
einum busskýlið á Fæstnings
allé’ini í Fredericia. Tað var
við eini gentu úr flokkinum.
Hon býr vist nokk enn í
Fredericia, men eg havi einki
samband við hana í dag.
Svenning á Lofti:
– Eg fekk mín fyrsta muss
frá konuni. Hon var 16, og
eg var 17 ár. Helst hevur
tað verið við Kongaminnið
í Havn. Hon búði har í
grannalagnum. Eg minnist tað
so væl. Tað var aftan á eina
nýggjársveitslu í Ebenezer.
Tað var so flott, at hon bað
meg fylgja sær til hús, so eg
slapp frá at spyrja hana!
– Hetta hevur altso verið
í januar 1958. Vit giftust
í 1964, og hava 45 ára
brúdleypsdag 23. mai.
Martin Joensen:
– Tann fyrsti mussurin, sum eg minnist meg hava fingið, var
frá eini gentu úr mínum flokki. Tað var í einum bussi á veg úr
Havn. Hon var so fitt og pen, og eg var so forliptur í henni.
Eg minnist tað so væl, tí tað kom so óvart á meg. Vit hava
gingið í 6.7. flokki tá, haldi eg.
– Vit blivu ongantíð par. Men um nakað eitur “soul mates” í
hasum aldrinum, má tað hava verið tað, vit hava verið.
Birita Mohr:
– Tað var soleiðis, at eg hevði eina barnakerligheit. Hann var
granni hjá okkum, og vit gingu nógv inn til hvørt annað. Vit
vórðu so forelskaði, og so eina ferð minnist eg, at vit fóru aftur
um eina hurð, og fingu okkum ein ordiligan muss.
– Í dag hava vit einki samband. Men tá helt eg, at vit skuldu
giftast. Vit blivu kortini væl, og tað bleiv til meir enn tann eina
kossin.
Ella Smith
Clementsen:
– Eg havi fingið so nógvar,
at eg minnist ikki allar.
Men tann fyrsta má eg
hava fingið sum seks ára
gomul. Tað var frá einum
floksfelaga. Meir sigi eg
ikki.
Oddvør Johansen:
– Jú, tað minnist eg væl. Tann mussin fekk eg frá einum fittum
sjómanni úr Vágum, og var tað vesturi á Leitisvatni. Har
búði mín vinkona, sum eg vitjaði. Eg havi verið umleið 14
ára gomul, og var so vist forelskað. Vit bæði blivu kortini
ongantíð par, og giftust seinni við øðrum makum. Men fyri mítt
viðkomandi var Vágoyggin heimsins nalvi tá.
– So vítt eg veit, býr hann framvegis í Vágum. Vit hava einki
samband í dag, men vinkonuna havi enn.
Pedagogiskt
FORUM 2009 - 15 mai
Høvuðsrøðari
Gideon Zlotnik
Les meira og tekna teg á www.synergi.fo ella ring 32BELL (322355) / 22RING (227464) - 3000 v/mvg.