Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-05-11, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. mai 2009síða 9

‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 88 - 11. mai 2009 Hóast tað hevur verið viðgjørt í samgonguni, so verður minstalønin ikki rørd, nú tíðirnar hjá fiskivinnuni kundu verið betri Fiskur Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo - Vit hava diskuterað ymiskt við, hvat skal gerast við stuðulsskipanirnar til sjó- fólk, men onki verður gjørt, tí argumenterað varð fyri, at tað er til tíðir sum hesar, at minstalønin skal nýtast, sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður við fiski- vinnumálum. Minni minstaløn Jacob Vestergaard greiðir frá, at tá minstalønin varð viðgjørt í samgonguni fyrr í ár, við tí fyri eyga at spara eitt sindur av peningi, so var ætlanin, at tey, ið klára seg rímiliga væl, skuldu missa ein part av stuðlinum, men at manningin, sum veruliga lítið fekk, eisini fekk eitt sindur meira. Hetta uppskotið kom tó ongantíð niðan í tingið, tí semja ongantíð varð um at broyta skipanina. - Vit tosaðu um at broyta frymilin, men argumentið við, skipanin er gjørt til tíð- ir sum hesar, so varð avgjørt, ikki at leggja upp- skotið fyri ting, greiðir Jac- ob Vestergaard frá. Tórbjørn Jacobsen, tingmaður fyri Tjóð­ veldi og fyrrverandi landsstýrismaður í fiski­ vinnumálum, er fram­ vegis sannførdur um, at allar stuðulsskipanir skulu burtur. – Vit hava veitt ov nógv, og nú verða almennir pengar pumpaðir inn í flotan, sum halda honum uppi, sigur hann Fiskur Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Tá Tórbjørn Jacobsen var landsstýrismaður í fiskivinnu- málum varð arbeitt við at minka um stuðulin til sjófólk- ið, og fyri næstan einum ári síðan greiddi hann frá, at ongin almennur stuðul skuldi latast fiskiflotanum, og hetta heldur hann fast við. - Tað er so nógv fiskiorka á sjónum, at næstan onki skip klárar at bera seg, greið- ir hann frá. Somuleiðis metir hann, at tað er sjómannafrádráttur og minstaløn, sum heldur skipun- um gangandi, og at tað ikki er ein gongd leið, at halda skipum uppi við almennum peningi, tí hetta bara hevur við sær, at tá stovnarnir byrja at koma fyri seg aftur, so verður ein alt ov stórur floti at veiða uppaftur. Leivdir frá fortíðini Eisini er Tórbjørn Jacobsen av tí áskoðan, at minstaløn og sjómannafrádráttur, eru leivd- ir frá fortíðini, sum mann ikki megnaði at skera burtur frá hálvfemsunum, tá kreppa sein- ast var í flotanum. - Fyri at sleppa av við hes- ar leivdir kundi mann flutt minstulønina inn í arbeiðs- loysisskipanina, og so skuldi mann samstundis givið manningunum fasta løn og bonus, um tað gekk serliga væl. Vit eru einasta land á okkara leiðum, sum heldur fast við hesar leivdirnar frá veiðumentanini, sigur Tór- bjørn Jacobsen. Hinvegin greiðir Tórbjørn Jacobsen frá, at føroyingar vanliga koma rímiliga væl burturúr kreppunum, men hann metir prísin vera ov høgan. - Seinast mistu vit 7000 fólk, og tað hava vit ikki ráð til fleiri ferðir, metir hann, og hetta kann fyribyrgjast við eini javnari veiðu við minni veiðitrýsti. Landið heldur oyðandi flota uppi Connie í Paradísi í kvøld Connie Brockie úr Vági verður at síggja á skíggjanum hjá TV3 í kvøld klokkan 21, tá ið sendirøðin Paradise Hotel heldur fram. - Eg gleði meg at síggja meg sjálva á skíggjanum, men eg eri rættiliga fjálturstungin fyri, hvat føroyingar fara at halda, sigur Connie Brockie. Tað eru fleiri mánaðir síðani, at Sosialurin kunngjørdi, at Connie Brockie var við í Meksiko, tá ið afturvendandi sendirøðin Paradise Hotel bleiv framleidd. Síðani tá hava føroyingar bíðað í spenningini eftir at síggja Connie á skíggjanum, og umsíður verður tað til veruleika. - Eg fari í Bowlinghøllina í Havn at hyggja eftir fyrstu sendingini við mær í, og øll vinfólk og áhugað annars eru vælkomin við, sigur Connie Brockie. Bowlinghøllin vísir fyrstu sendirøðina á stórskíggja. Landsstýrið rørir ikki minstuløn Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, og Tórbjørn Jacobsen, tingmaður, eru rúkandi ósamdir um minstulønina, sum manningin á línuskipunum í løtuni livir fyri