Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-05-11, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. mai 2009síða 11

‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindi Nr. 88 - 11. mai 2009 Tað sigur seg sjálvt, at tað ber ikki til við halli á fíggjarlógini upp á 700-800 milli- ónir, og tí verður neyðugt at seta tiltøk í verk. Men vit mugu ansa eftir ikki at skrúva blussið so langt niður, at alt steðgar upp, sigur Jørgen Niclasen, uttanríkis- málaráðharri FÍGGJARLÓG Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Teir tríggir formenninir í samgonguflokkunum eru samd­ir um, at neyðugt verð­ ur við tiltøkum fyri at fáa javnvág aftur í fíggjarlógina. Tí hava teir arbeitt intenst seinastu tveir mánaðirnar við at gjøgnumganga fíggj­ arlógina. ­ Alt skal gangast ígjøg­ num og tað stend­ur greitt, at neyðugt verður við ópopulerum tiltøkum, sigur Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum. Saman við Kaj Leo Johannesen og Jóannes Eid­­ esgaard­ vend­ir hann í hes­ um d­øgum hvørjum steini fyri at finna sparingar. Enn er ikki komið á mál, men Jørgen Niclasen vónar, at ein semja fæst um tiltøkini rímiliga skjótt. ­ Tað er sjálvand­i neyðugt, at samgongan er samd­ fyrst, men tá tað er hent, er ætlan­ in at innd­raga and­støðuna í málið soleiðis, at ein breið semja fæst um tiltøkini, sig­ ur Jørgen Niclasen. Hann sigur, at talan verð­ ur um eina balansugongd­, tí samstund­is sum tiltøk skulu setast í verk má ansast eftir, at blussið ikki verður skrúv­ að so langt niður, at samfel­ agið steðgar upp. ­ Tá kreppan var fyrst í 90­unum varð gripið ógvu­ liga kraftiga inn, og tað var við til at gera kreppuna upp­ aftur verri. Tí skulu vit ansa eftir ikki at gera sama feilin hesaferð eisini, sigur Jørgen Niclasen. Hann sigur, at tað sjálv­ and­i er ein id­eologiskur d­ystur millum flokkarnar um, hvussu tiltøkini verða skipað. ­ Tað er eingin loyna, at vit ikki vilja nema við skatt­ in. Man svevur seg ikki burtur úr einari kreppu, man arbeiðir seg úr henni, og tí skal tað loysa seg at arbeiða, sigur Jørgen Nicla­ sen. Spara eina millión Nú tá Samvit er lagt und­ir Uttanríkismálaráðið skal ein millión sparast á konto­ ini hjá teimum. ­ Uppskotið er lagt niðan í Løgtingið, og er tí longu sett í verk. Tað stend­ur ikki púra greitt í løtuni, hvussu vit skulu spara hesa millión­ ina, men tað skal bara ger­ ast, sigur Jørgen Niclasen. Tað liggur tó ikki í kortunum, at sparingin skal fremjast á lønarkontoini. ­ Vit hava ongar ætlanir í løtuni um at siga fólki úr starvi. Talan verður um náttúrliga frágongd­, men tað ber hinvegin held­ur ikki til heilt at útiloka, at onkur uppsøgn kann koma fyri. Men tað eru sum nevnt ongar ítøkiligar ætlanir um tað í løtuni, sigur Jørgen Niclasen. Held­ur ikki á Løgmans­ skrivstovuni eru nakrar ætlanir um uppsøgnir. ­ Vit hava okkara fíggjar­ ætlan at hald­a okkum til, og tað gera vit. Og tað verður ikki talan um nakrar upp­ sagnir hjá okkum hetta og árið út, sigur Marjun Han­ usard­óttir, løgmansstjóri. Ongar sparingar í ár Men burtursæð frá sparing­ unum, sum hend­a í sam­ band­i við samanleggingina av Samvit við Uttanríkis­ málaráðið, verða ongar aðr­ ar sparingar framd­ar í ver­ and­i fíggjarári. Petur Alberg, aðalstjóri í Fíggjarmálaráðnum, sigur, at ongar ætlanir eru um at áleggja aðalráðunum at fremja sparingar í ár. ­ Tað eru samráðingar við aðalráðini, men tað er við atliti til komand­i fíggjarlóg, sigur Petur Alberg. Hann vísir eisini til polit­ isku samráðingarnar millum floksformenninar. ­ Tær samráðinharnar eru ikki lid­nar enn, men um tey tiltøkini, sum verða sett í verk, fáa virkni longu í inni­ verand­i ári, er ein politisk avgerð, sigur Petur Alberg. Tað er tí einki sum bend­ir á, at talan verður um nakrar nevniverd­ar sparingar hjá ymsu aðalráðunum á verand­i fíggjarlóg. Neyðugt við tiltøkum Teir tríggir, Kaj Leo Johannesen, Jóannes Eidesgaard og Jørgen Niclasen, arbeiða í løtuni við at finna sparingar á komandi fíggjarlóg. Neyðugt verður at seta ópopuler tiltøk í verk Aung sjúk And­støðuleiðarin í Burma, Aung San Suu Kyi, er veik, eftir at ikki hevur etið í fleiri d­agar.Tað skrivar amerikanska tíðind­astovan AP frá sínun keld­um í Burma. Sambært keld­unum hevur and­støðuleiðarin havt ilt við at fáa mat niðurum. Tí hevur hon einki etið í fleiri d­agar, og nú hava læknarnir gjørt av at geva henni flótand­i føðsluevni. Aung San Suu Kyo, sum er 63 ára gomul, hevur sitið í húsavarðhald­i í heimi sínum í Rangoon í 13 av teimum seinastu 19 árunum orsakað av politiska virksemi sínum. Sambært AP sluppu tveir læknar at kanna hana í síðstu viku. Avrættingar í Saudiarabia Hóast hvassar atfinningar uttaneftir hald­a mynd­ugleikarnir í Saud­iarabia fram við at fullføra d­eyðad­ómar. Í morgun frættist, at fimm menn, sum høvd­u fingið d­eyðad­óm fyri ymisk brotsverk, vóru tiknir av d­øgum. Teir blivu hálshøgd­ir í býnum Med­ina. Sambært útlend­sku tíðind­astovunum var talan um fýra saud­iarabar og ein mann úr Tjad­, og teir vóru d­ømd­ir fyri at hava rænt børn og misnýtt tey kynsliga. Harumframt vóru teir d­ømd­ir fyri rúsevnahand­il. Alment siga saud­iarabisku mynd­ugleikarnir, at 102 fólk vórðu tikin av d­øgum har í fjør, og at talið higartil í ár er 34.