mánadagur 11. mai 2009síða 28
‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28 tíðindi
Nr. 88 - 11. mai 2009
Men tað verður
íslends ka fólkið, sum
skal taka ta enda ligu
avgerðina á fólka
atkvøðu. Stjórn ar
flokk arnir eru fram
veg is samdir um at
vera ósamdir
Ísland
Árni Joensen
arni@sosialurin.fo
Samgonguskjalið hjá nýgg
ju íslendsku stjórnini stað
festir, at tað verður fólkið,
sum skal taka endaliga
av gerð, hvørt landið skal
fara upp í Evropasamveldið
ella ikki. Teir báðir flokk ar
nir ásanna í sam gongu
skjalinum, at teir hava ikki
somu áskoðan í spurn ing
inum um limaskap í ES, og
at teir eru samdir um at
ha va virðing fyri áskoðanini
hjá hvør øðrum. Loksins
stað festa teir, at flokkarnir
hava rætt til at tala fyri sín
um sjónarmiðum í sambandi
við ESlimaskapin.
Samgonguskjalið
sigur
ikki, nær íslendska stjórnin
fer at senda ES umsókn um
lima skap, men at í vársetuni
skal
uttanríkisráðharrin
legg ja uppskot fyri Altingið
um at senda ES umsókn um
lima skap. Jóhanna Sigurð
ar dótt ur, forsætisráðharri,
segði við fjølmiðlarnar í
gjár, at umsóknin ætlandi
fer avstað úr Reykjavík í
juli.
Íslendsku stjórn ar flokk
ar nir gera vart við, at tað er
av gerandi fyri ta endaligu
støðu takanina hjá stjórnini,
hvat
samráðingarúrslitið
sig ur um eitt nú fiskivinnu,
land búnað, umhvørvi og
onn ur týðandi viðurskifti.
Ósamdir leiðarar
At
Samfylkinginm
og
Vinstra fylkingin ikki draga
eina línu í ESmálinum
kom enn eina ferð til sjónd
ar á tíðindafundi í Reykjavík
í gjár.
Har
segði
Jóhanna
Sigurð ar dóttur, forsætis ráð
harri og formaður í Sam
fylk ingini, at umsóknin til
Bruxel les
skal
sendast
av stað í seinasta lagi í juli,
og hon legði áherslu á, at
Al ting ið eigur at avgreiða
mál ið í hesari setuni.
Tað helt formaðurin í
Vinstra fylkingini, fíggjar
mála ráð harrin Steingrímur
J. Sigfússon, ikki.
Eg haldi ikki, at hetta er
tað týdningarmesta málið í
íslendskum politikki í løt u
ni. Tað týdningarmesta er
her hjá okkum sjálvum. Tað
er okkara samfelag, okkara
vinnulív og okkara familjur,
segði hann og helt fram:
Vit eiga ikki at lata ES
málið órógva tær bráð
neyðu gu og týdningarmiklu
av gerðunum,
sum
eru
neyðug ar at taka.
Taka fiskiloyvi
innaftur
Samgonguskjalið hjá nýgg
ju stjórnini umrøður øll
máls øki, og ikki óvænt að
fær
fiskivinnan
ser liga
drúg va umrøðu.
Undir valstríðnum boð
aðu bæði Samfylkingin og
Vinstrafylkingin frá, at eftir
teirra tykki skal tað almenna
afturkalla øll latin veiði loy
vi, samstundis sum møgu
leikarnir at selja veiðiloyvi
verða skerdir, meðan brúks
skyldan verður herd. Øll
hesi viðurskiftini eru í sam
gongu skjalinum, og gongst
sum ætlað koma broyt ing
arnar í gildi 1. september í
2010, tá nýtt fiskiár byrjar.
Í
samgonguskjalinum
verð ur staðfest, at fiska
stovn ar nir eru ogn fólksins,
og at loyvi, sum verða latin
til at gagnnýta fiska til feing
ið, eru tíðaravmarkað og
kunnu
undir
ongum
um støð um gerast ogn hjá
ein stak lingi ella felagi ella
rætt in di, sum ikki kunnu
kallast aftur.
Í summar fer Ísland at
søkja ES um limaskap
Í Optikbúðini í Havn
hevur framgongd
verið seinastu
árini, og tveir
optikarar starvast
nú í fyritøkuni, sum
heldur til í Bøgøtu
5. Í Optikbúðini eru
tey væl nøgd við
ekort skipanina og
nógv ekort eru farin
ígjøgnum
Ekort
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
Optikbúðin hevur verið 21
ár í Bøgøtu í Havn, og er
sostatt ein sonevnd havnar
mynd. Men tó ikki ein
mynd, ið ikki broytist.
Fyritøkan er nógv vaksin,
við tveimum optikarum í
star vi.
Sjey starvsfólk eru knýtt
at Optikbúðini.
Í optiktikbúðini hava tey
allar optiskar vørur, so sum
brillur, sólbrillur, linsur og
kikarar.
Optikbúðin hevur sera
stórt úrval, og dentur verður
lagdur á at hava merkivørur,
og at góðskan er í hásæti.
Virksemið er nógv vaksið
sein nu árini, og fyritøkan
hevur eisini fylgt við. Øll
út gerðin til at kanna eygu
við er nýggj, og tað er
nýggjasta tøkni, ið verður
nýtt.
Í Optikbúðini hava tey úr
at gera, og hvønn dag verða
nógv ar
sjónkanningar
gjørd ar.
Eisini lata tey í Optik
búð ini væl at skipanini við
ekort um, og har eru nógv
ekort farin ígjøgnum, verð
ur sagt, og sjálvsagt fegnast
tey um, at ljós nú verður
varpað á fyri mun ir nar við
ekortinum, so enn fleiri fáa
lut í teim fyri munum, ið
kortið hevur.
Optikbúðin í vøkstri
Optikbúðin heldur til nýggju húsunum í Bøgøtu í Havn – har
gamla bakaríið í Horni stóð
Filmur
um lívið
hjá falki
Í morgin sýnir
Norður landahúsið
íslendska filmin »Í
ríki fálkans«
Filmurin »Í ríki fálkans«
gev ur okkum innlit í lívið
hjá falki, samlívið hjá falki
og rýpu í náttúruni og ran n
sóknir Ólafs K. Nielsens av
hes um fuglum. Vit fylgja
við tveimum falkapørum á
Norður landinum,
lívs bar
da ga teirra og hvussu tað
eydn ast teimum at ala ungar
sín ar. Ólafur kannar rýpur
víða um landið m. a. í Hrís
ey, har rýpur vera merktar
um heystið á hvørjum ári.
Magnús Magnússon hev
ur tikið upp, tað mesta
seinastu sjey árini, men í
filmi num eru eisini eldri
upp tökur, tann elsta tikin
fyri sløkum tríati árum síð
an.
Tónleikurin
er
eftir
Trygg va M. Baldvinsson,
og
Matthías
Hemstock,
Ósk ar Guðjónsson og Ómar
Guðjónsson
hava
spælt
hann inn.
Tekstur: Helgi H. Jónsson
og Ólafur K. Nielsen.
Týðing: Elis Poulsen.
Frásögufólk umframt Ólaf
K. Nielsen er Oddný
Helgadóttir.
Stjórn: Magnús
Magnússon og Karl
Sigtryggsson.
Framleiðari:
Emmsonfilms
Filmurin verður vístur í
Norðurlandahúsinum
týsdagin 12. mai. Magnús
Magnússon, filmsleikstjóri,
verður hjástaddur. Sí
annars heimasíðu
Norðurlandahúsins: www.
nlh.fo
Føroyska operan til Íslands
Tjóðpallur Føroya og Aldubáran fara komandi tíðina til Íslands at framføra Í Óðamansgarði. Leikstjórin,
Ria Tórgarð, og leikararnir, Hans Tórgarð og Gunnvá Zachariasen frá Tjóðpallinum, skulu saman við
íslendskum tónleikarum, sangarum og dansarum, skulu tey standa fyri tveimum sýningunum av Í
Óðamansgarði. Sýningarnar vera í Tjóðleikhúsinum í Reykjavík í døgunum 22. og 23. mai. Í
Óðamansgarði er opera bygd á stuttsøgu eftir William Heinesen, og varð hon fyri fyrstu ferð sett upp í
Norðurlandahúsinum í oktober mánað 2006. Tær seks sýningarnar eydnaðust væl, og fekk operan góð
ummæli úti í heimi. Nú er avtala fingin í lag um at operan skal setast upp í Tjóðleikhúsinum í
Reykjavík. Sunnleif Rasmussen hevur gjørt tónleikin til operuna, og Elisa Heinesen hevur gjørt
pallmyndina. Tey vera bæði til staðar, tá operan verður sýnd í Tjóðleikhúsinum. Gunnvá Zachariasen og
Hans Tórgarð spæla teir báðar høvuðsleiklutirnar, meðan sangarar og tónleikarar vera íslendingar.
Operan verður framførd á føroyskum, men íslendskur tekstur verður gjørdur til sýningarnar.