Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-05-12, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. mai 2009síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 tíðindi Nr. 89 - 12. mai 2009 Ótangar høvdu sunnu nátt ina verið á vitj an við Dagstovnin við Kráir í Hvalvík. Her hava teir framt her verk og brotið fleiri rútar 112 Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo Myndir: Rógvi Nybo Sunnumorgun, stutt fyri døgurða, fekk leiðarin á Dagstovninum við Kráir ein ordans hvøkk. Hon varð tá uppringd av starvsfólki í dagstovninum, ið kundi greiða henni frá, at onkur hevði brotið sær veg inn í dagstovnin. Tað vísir seg sum at ótangar hava verið á vitjan um náttina, og at teir hava brotið fleiri rútar í tveimum hurðum og í smærri úthúsum, har børnini plaga at leika. Løgregla úr Eysturoy og umboð fyri kommununa vórðu boðsend at meta um hvussu umfatandi skaðarnir vóru. Eftir at hava kannað eftir inni í dagstovninum, metti løgreglan tó ikki at talan er um innbrot, men heldur um herverk. Tá løgreglan var liðug við kanningararbeiðið, fóru fólk úr kommununi í gongd við uppruddingina og at seta fyri brotnu rútarnar, so leið is at Dagstovnurin við Kráir kundi lata upp aftur í morgun. Av tí sama ávirk aði henda lat Dag­ stovnurin við Kráir upp aftur sum vanligt í morgun. Gjørdu seg inn á dagstovn Evangelist meldað til løgregluna Felagsskapurin Børns Vilkår hevur nú meldað fríkirkjuna Evangelist til løgregluna fyri at hava framt likamligan ágang íóti einum 11 ára gomlum drongi í fjør. Sambært felagsskapinum var drongurin farin í fríkirkjuna at lurta eftir bíbliusøgum. Seinni greiddi hann frá, at frá trimum vaksnum monnum fekk hann at vita, at hann hevði illar andar í sær, og at teir skuldu rekast út. Menninir hildu dronginum, meðan teir talaðu í tungum og róptu í andlitið á honum. Eitt korter seinni slapp drongurin leysur. Bente Boserup, sum er ráðgevingarleiðari hjá Børns Vilkår, sigur við DR, at eftir teirra tykki er talan um álvarssaman ágang. Evangelist hevur umleið 1.000 limir í Danmark. Meiriluti fyri umsókn Íslendska mstjórnin kann eftir øllum at døma kenna seg rættiliga vísa í, at ein meiriluti av altingslimunum fara at takvøða fyri uppskotinum frá stjónrini um at fara undir limasamráðingar við ES. Fimm av tinglimunum hjá Vinstrafylkingini hava boðað frá, at teir fara at atkvøða ímóti. Stjórnmálafrøðingurin Einar Mar Þórðarsson sigur við Vísir, at halda Framsóknarflokkurin og Borgarafylkingin tað, sum flokkarnir søgdu undir valstríðnum, so fara teir at styðja uppskotið hjá stjórnini um samráðingar við ES. Og tað er meiri enn nóg mikið til at tryggja uppskotinum meiriluta, sigur hann. Altjóða arbeiðara­ dagur in 1. mai er eisi­ ni dagurin, tá píka­ dekkini skulu vera komin undan bili­ num. Sosialurin hev­ ur kannað støðuna, spurt løgregluna hvat hend ur, um tú verður tik in og hevur gloymt píka dekkini Ferðsla Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo Nú er tíðin komin har as falt dustið aftur leggur seg og píkarnir ikki longur verða skotnir í eyst og vest. Frá 1. mai var ikki longur loyvt at koyra við píka­ dekk um, og tað eru tað helst fleiri, ið fegnast um, hóast vit enn kunnu fáa eitt følv av kava. Sosialurin hevur spurt, hvat hendur, um tú verður tik in, og hevur gloymt ella »gloymt« at skifta píka­ dekk ini út. ­ Tað, sum hendur er at tú fært eina bót á nakrar hundr að krónur. Men skiftir tú ikki dekkini kann tú fáa upp til fleiri bøtur, heilt inn til tú finnur útav at skifta dekk ini út, sigur vakt hav­ an di á løgreglustøðini. Vakthavandi greiðir eisini frá, at løgreglan, tá komið er nakrar dagar inn í mai mán að, vanliga fer út at kan na støðuna við píka­ dekkum og øðrum í so kall­ aðum §13 kanningum, og at tað helst ikki verður nakað øðrvísi í ár. Bert einstakur undan­ støkkingur við píkum Sosialurin var í gjár úti í høvuðs staðnum og kannaði støð u na við píkadekkum. Vit kannaðu í alt 369 bilar, ið stóðu parkeraðir kring SMS og á Skálatrøð seinna­ partin í gjár. Niðurstøðan fær valla ve r ið greiðari. Av teimum 369 bilunum, ið vit hugdu eftir, høvdu bert tríggir bilar enn píkadekk við pík­ um í undir bilinum. Av teim um trimum hevði eini bil urin staðið í longri tíð og hevur mist pláturnar, so hann kann valla teljast við. Sostatt eru tað bert tveir av teimum 369 bilinum, ið enn stóðu á píkadekkum, svar andi til 0,54 prosent av bilunum. Hetta má sigast at vera sera lítið. Havast skal tó í huga, at hetta er ein kvantitativ kann ing, ið ikki neyðtur­ viliga vísur støðuna um alt landið, men bert í høvuðs­ stað num henda seinna­ partin. Áh píka... dekkini Føroyingar eru raskir at sleppa sær av við píkarnar. Bert tveir til tríggir av 369 kannaðum bilum hava enn til góðar at sleppa sær av við píkarnar Modelmynd: Álvur Haraldsen