Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-10-30, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 30. oktober 2001síða 6

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 209 - 30. oktober 2001 Nr. 209 - 30. oktober 2001 11 Formaðurin í felag- num Rækjuskip sigur støðuna hjá rækju- skipunum vera sera hættisliga. Sambært honum verður neyð- ugt hjá landskassa- num at veita stuðul á ein ella annan hátt. Serliga saknar hann, at tað almenna hjálpir við at fáa rækjuflota- num røttu kvoturnar VINNA Heri á Rógvi Støðan hjá rækjuflotanum tykist at vera rættiliga hættislig. Hetta er kanska heldur ikki nakað nýtt. Leingi hevur verið tosað um hægri oljuprísir og læg- ri søluprísir. Støðan hjá før- oyska rækjuflotanum, eins og flotanum aðrastaðni, tykist at vera kreppukend og hættislig. Rækjuflotin gav í fjør hall, og tað tykist ikki sum um, at gongdin er vend nakað munandi. Bjarningin skal eftir øll- um at døma koma frá landskassanum á ein ella annan hátt. Formaðurin í felagnum Rækjuskip, Ják- up Sólstein, sær fleiri møguleikar at bjarga kreppuraktu vinnuni, og hesir hava allir tað til fel- ags, at teir fara at merkja inntriv frá almennari síðu. Rækjuflotin telur í dag 12 skip, og einir 300 menn sigla við skipunum. Tað er einamest við Flemmish Cap, at føroysku rækjuskip- ini royna. Olja og prísir Jákup Egholm Hansen kall- ar støðuna hjá rækjuflota- num fyri kreppu. Hann sig- ur, at kreppan skyldast ov lágar rækjuprísir og ov høg- ar oljuprísir. Hetta merkir, at skipini í dag ikki fáa tað til at mæla runt fíggjarliga. Sum dømi vísir hann á, at prísirnir í 1993 vóru 150 kr./kg, men teir liggja í dag um 40 kr./kg. Samstundis eru oljuprísirnir farnir heilt nógv upp, og hetta ger m.a., at summi skip skulu gjalda einar 4 milliónir meira í út- reiðslum til olju, og hetta merkir aftur, at fiskast skal fyri einar 12 milliónir meira, og hetta ber stutt sagt ikki til. -Tað hevur frá politiskari síðu verið víst á, at prísurin á rækjum er farin upp aftur, men er somikið lítið, at tað ger bert undirskotið minni, og hetta ger ikki, at vinnan nú kastar pengar av sær, sigur Jákup Egholm Han- sen. Í løtuni eru 12 rækjuskip í flotanum, og øll teirra geva undirskot, greiðir Ják- up Egholm Hansen frá. Hann sigur eisini, at olju- prísirnir nú eru komnir í eina meira fasta legu, men hetta er framvegis ein sera stór útreiðsla fyri skipini. Betri møguleikar Omanfyri nevndu umstøð- urnar, sum fyri tíðina kosta rækjuflotanum dýrt, eru alt umstøður, ið vinnan sjálv ikki hevur teir stóru møgu- leikararnar at gera nakað stórvegis við. Skal rækjuflotanum í framtíðini vera lív lagað, ella í øllum betra um støð- una, so merkir hetta, at landsmyndugleikararnir, sambært Jákupi Egholm Hansen, mugu gera okkurt mungagott. Jákup Egholm Hansen vísir m.a. á, at veiðimøgu- leikarnir ikki eru nóg góðir. Her verður serliga sipað til, at teir ikki sleppa framat nóg nógvum kvotum í Grønlandi. Tær kvoturnar, sum teir sleppa til í Grøn- landi, eru kvotur, teir sjálv- ir hava goldið fyri, og hetta er eisini rættiliga dýrt. Higartil hava føroysk rækjuskip brúkt einari 17 mío. fyri at sleppa at fiska í Grønlandi. -Tað almenna kundi farið inn og keypt kvotur í Grøn- landi. Tað ber bæði til at gjalda við pengum og við at fiskirættindi afturfyri. Á henda hátt spardu reiðaríini í øllum førum 17 mío., og hetta er nakað, sum fer at merkjast, Jákup Egholm Hansen. Eisini nevnir møguleikar við FAS-skipanina, sum skal vera eitt slag av einari afturberingarskipan. -Tað er alt ov lítil polit- iskur áhugi fyri rækju- flotanum, sigur Jákup Eg- holm Hansen. Hann vil tó ikki siga nak- að um, hvussu leingi skip- ini framvegis kunnu yvir- liva, men hann leggur áherðslu á, at støðan bæði hevur verið og er hættislig. Greið boð frá rækjuvinnuni: Bjargingin skal koma frá almennari síðu Støðan hjá rækjuskipunum tykist at vera sera hættislig í løtuni. Formaðurin í Felagnum Rækjuskip, Jákup Egholm Hansen, heldur, at ein bjarging má koma frá almennari síðu Heini O. Heinesen, tingmaður fyri Tjóð- veldisflokkin, heldur einki um at fara inn at stuðla rækjuskip- unum, tá ið vit hava havt sera ringar royndir av tílíkum virksemi VINNA Heri á Rógvi Heini O. Heinesen er for- maður í Vinnunevndini hjá løgtinginum og samstundis eisini formaður fyri ting- bólkin hjá Tjóðveldis- flokkinum. Hann kennir eisini til støðuna hjá rækjuskipun- um, og hann hevur merkt, at støðan hevur hættislig yvir eitt longri áramál. Hann undirstrikar, at tað nyttar einki at tveita pengar eftir nøkrum, sum mann allíkavæl ikki hevur greiðu á. Hann sigur somuleiðis, at hvørki Vinnunevndin ella Tjóðveldisflokkurin hava havt hetta mál til viðgerðar. Hann sigur, at landið hevur roynt at bjarga skip- unum fyrr, men hetta var tað sama sum at tveita pengarnar út ígjøgnum vindeyga. Hann sær sum heild ein ógvuliga stóran vanda við at fara inn við studningi. -Vit mugu staðfesta um hetta eru áhaldandi trupul- leikar ella tíðaravmarkaðir trupulleikar. Tað nyttar einki at fara út at tveita pengar eftir vinnuni, tá ið tað skal vera líka fyri øll, og hetta loysir í øllum før- um einki, greiðir Heini O. Heinesen frá. Heini O. Heinesen undr- ast eisini yvir, at tað er so stórur áhugi fyri at gera íløgur í rækjuflota. Hann vísir somuleiðis á, at hóast hann var við til at samtykkja lógina, so hevur lógin um 15 % frádráttin til fiskimenn ikki givið rækju- skipunum nakran fyrimun, tá ið teir bestu menninir kanska hava leitað sær aðr- ar leiðir. Heini O. Heinesen sigur seg ikki hava nakað boð upp á, hvussu myndugleik- arnir kunnu skapa betri karmar fyri rækju skipini. Jørgen Niclasen, landsstýrismaður við fiskivinnumálum, heldur at landsins myndugleikar gera alt tað, teir eru førir fyri, tá tað snýr seg um at skapa karmar fyri rækjuskipunum. Hann talar harðliga ímóti nøkrum slag av beinleiðis stuðli VINNA Heri á Rógvi Jørgen Niclasen, lands- stýrismaður, kennir til, at rækjuskipini eru illa fyri í løtuni, og samstundis eisini hava verið rættiliga illa fyri í longri tíð. Hann vísir á, at teir hava roynt at fáa til vega so góð kvotarættindi sum møgu- ligt. Samstundis ásannar hann, at tað ikki er serliga lætt at fáa allar tær kvotur- nar, sum teir ynskja sær. Hann vísir á, at rækju- skipini hava fingið nýggjar møguleikar, eitt nú í Grøn- landi, har tað er vorðið møguligt at keypa fiski- rættindi. Hann vísir somu- leiðis á, at teir hava roynt at samrátt seg til fiskirættindi undir Grønlandi, men tað hevur ikki eydnast higartil. Føroyingar eiga í løtuni eina kvotu undir Grønlandi, men hon er fingin til vega gjøgnum eina avtalu við ES. Jørgen Niclasen leggur áherðslu á, at teir royna at skapa góðar karmar fyri rækjuskipini, men beinleið- is studningur er ikki nøkur gongd leið. Gongdin í nýti- árunum hevur eisini verið beint ímóti at veita nakað slag av almennan studningi. Hann heldur ikki, at loysnin skal vera gjøgnum FAS-skipanina, tá ið hetta ikki einans vil vera fyri rækjuskip. Sum heild tykist tað sum um, at Jørgen Niclasen sær rættiliga optimistiskt upp á støðuna. -Tað virkar sum um, at onkur sær vinning í rækju- vinnuni, tá ið áhugin fyri bæði skipum og loyvum tykist at vera til staðar, sig- ur Jørgen Niclasen. Hann vísir eisini á, at enn liggur einki uppskot á borðinum hjá honum, um at koma rækjuflotanum til hjálpar. Heini O. Heinesen: Heldur einki um at stuðla Heini O. Heinesen sær ein stóran vanda í at stuðla fiskivinnuni sum heild. Jørgen Niclasen, landsstýrismaður: Vit gera tað vit kunnu Jørgen Niclasen sigur seg gera tað, hann megnar fyri at hjálpa rækjuskipunum. Poul Nyrup Rasmus- sen fer kanska longu í dag at taka avgerð um at skriva út nýval til Fólkatingið tann 20. november. Veljara- kanningarnar eru góðar júst nú, men vandin fyri einum ósigri er sera stórur. Magnus Dam Keypmannahavn Søgurnar um nýval trívast altíð væl á Christiansborg. Veljarakanningarnar eru nógvar, og tær verða lisnar við stórum áhuga, tí ofta eru tað tær, sum siga mest um, hvørt val er í hondum. Veljarakanningarnar hava ikki verið blíðar við donsku stjórnarflokkarnar seinastu árini. Danski Javnaðarflokkurin hevur verið heilt niðri á 20 prosentum í kanningunum, meðan Vinstra hevur ligið omanfyri 30 prosent. Nyrup hevur tí ikki sæð nakra orsøk til at fara út í eitt val, sum hann sá út til at tapa longu frammanundan. Men vend er komin í síðani 11. september. Nyrup hevur verið stóra álitið hjá danska fólkinum í einari svárari tíð, og hetta løna tey honum aftur í nýggjastu veljarakanning- unum. Fyri fyrstu ferð síðani seinasta val liggur danski Javnaðarflokkurin nú omanfyri 30 prosent í veljarakanningunum. Nyrup hevur tí funnið kalendaran fram at vita, um ein uppplagdur valdagur liggur fyri framman. Trý val í senn Flestu eygleiðarar rokna við, at forsætisráðharrin fer at áseta valdagin til tann 20. november. Tá eru eisini býráðs- og amtsval, og nógv halda hetta vera ein upplagdan møguleika. Verður val 20. november, so er tað fyrstu ferð í søguni, at býráðs- og amtsval verða hildin sama dag sum eitt fólkatingsval. Tað eru tey, sum halda, at býráðsvalið og valið til amtsráðini fara at detta burtur ímillum, um fólka- tingsval verður sama dag, men tað eru eisini nógv, sum halda tað vera eitt gott hugskot. Frá baklandinum hevur Nyrup fingið grønt ljós til at skriva út val, nær tað skal vera. Borgarstjór- arnir í stóru kommunum Keypmannahavn og ≈rhus, Jens Kramer Mikkelsen og Flemming Knudsen, taka báðir undir við hugskotin- um, og tað sama ger for- maðurin í Landsfelagnum hjá kommununum, Anker Boye, sum eisini er borgar- stjóri í Odense. Í dag ella hósdagin Forsætisráðharrin heldur vanliga tíðindafund fyrra- partin týsdag, og møguliga fer í dag at avdúka, um hann ger álvara av ætlan- unum um nýval. Hinvegin er ikki fundur aftur í Fólkatinginum fyrrenn hósdagin, og møguliga bíðar hann við at avdúka, um val verður ella ikki, til tann dagin. Nyrup sjálvur hevur higartil ikki viljað gjørt viðmerkingar til søgurnar um nýval. Á einum tíðinda- fundi sunnukvøldið lat hann hurðina standa á glopp og vísti ikki nøkrum aftur. - Tað, sum hevur týdning júst nú, er at taka skila- góðar avgerðir í samband við stríðið móti yvirgangi og avgerðir, sum tryggja búskaparliga støðuna, nú støðan í heiminum annars er so óviss, segði Nyrup. Andstøðan er klár Andstøðan sigur seg vera til reiðar at fara út í eitt val- stríð nú, men teir Radikalu, sum sita í stjórnini saman við Nyryp, eru ikki til reiðar. Tað er Sosialistiski Fólkaflokkurin heldur ikki, og hann er týdningarmesti stuðulsflokkurin hjá stjórn- ini. Sambært veljarakanning- unum er stórur vandi fyri, at stjórnin saman við stuðulsflokkunum missur meirilutan, og at borgarligu flokkarnir vinna stjórnar- valdið. Eitt miðaltal av fleiri veljarakanningum vísir, at stjórnin við stuðulsflokkum fær 78 fólkatingslimir og borgar- ligu flokkarnir 97 sessir og sostatt greiðan meiriluta. Sum gongdin hevur verið seinastu árini kann kortini vera, at Nyrup hugsar sum so, at útlitini fyri, at undirtøkan hjá stjórnini verður størri enn nú, eru sera smá. Stjórnin hevur fingið viðrák orsakað av yvirganginum í USA, men hetta er neyvan eitt varandi viðrák. Í løtuni vigar Nyrup fyrimunirnar upp í móti vansunum, og í dag ella hósdagin fæst helst at vita, um hann sjálvur er til reiðar til eitt skjótt men uttan iva hart valstríð, sum skal av- gera lagnuna hjá stjórnini. Sjey børn eru millum teirra, sum hava latið lív í seinastu amer- kansku bumbu- álopunum á Afghanistan, og mannarættindafelagssk apir átala harðliga amerikansku fram- ferðina -Hvat skal eg gera? Teir hava dripið øll míni børn og mann mín. Orðini eru frá einari kvinnu, sum syrgir síni sjey børn og mannin. Ein amerikansk bumba, sum var farin av leið, rakti ússaliga heim teirra í Kabul tíðliga sunnumorgunin. Á einum horni situr ein maður um miðjan aldur og rurar einum smábarni. Barnið sæst næstan ikki fyri dusti, og maðurin fyrireikar seg til at balla tað í eitt plagg. Tí barnið er deytt. Undir liðini á mann- inum liggja trý onnur børn, tveir dreingir og ein genta. Ein tíðinda- maður hjá bretsku tíðindastovuni Reuters veit at siga, at tað elsta av børnunum var fimm ár. Tey verða ikki eldri, tí tey trý børnini eru øll deyð. - Allur heimurin hevur skyldina av hesum sorgarleikinum. Hví verður hetta ikki steðg- að, spyr ein mamma, sum einini hevur mist síni børn í álopinum í nátt. Tann vilsta ameri- kanska bumban oyði- legði trý hús í einum fátækrabýlingi mið- skeiðis í Kabul. Hetta var ein av teimum fýra bumbunum, sum raktu Kabul í lýsingini sunnu- morgunin. Sambært tænastumonnum doyðu tólv fólk í álopinum. Í bygdini Ghanikhel, sum er nakað norðan fyri Kabul, vóru ameri- kanararnir roknaðir sum hetjur, tí teir skuldu hjálpa Norðursamgong- uni at reka Taliban burtur. Men nú eru amerikanararnir ikki hetjur longur, men heldur búrkroppar. Leygardagin tveitti eitt amerikanskt flogfar eina bumbu niður yvir bygdina. Ein ung kvinna doyði. Húsini, sum hon búði í, vórðu javnað við jørðina. - Amerikanararnir koma higar og tveita bumbur niður yvir Afghanistan og drepa ósek fólk, segði ein islamskur leiðari, tá tann unga kvinnan fór til gravar sunnudagin Mótmælt í Pentagon Mannarættindafelagsska purin Human Rights Watch fýlist hvassliga á, at alt fleiri og fleiri sivilfólk doyggja í amerikansku bumbu- álopunum á Afghan- istan. - Hesa seinastu vikuna hava vit sæð, at munandi fleiri sivilfólk ery deyð í álopunum, og hetta kunnu vit als ikki góð- taka, sigur Peter Bouckaert, sum hevur fingið til uppgávu at skráseta, hvussu mong sivilfólk lata lív í álop- unum. Human Rights Watch hevur biðið amerikanska verjumálaráðið Penta- gon um at seta tiltøk í verk, so sleppast kann undan, at ósek sivilfólk verða rakt í álopunum. Italskir hjálparfelags- skapir hava eisini mót- mælt, at amerikansku álopini kosta so nógvum sivilfólkum lívið. Italsk hjálparfólk, sum eru har norðuri í Afghanistan, siga, at 16 sivilfólk doyðu, tá ein ameri- kansk bumba rakti eina bygd har leygarkvøldið. Talsmenn hjá Norður- samgonguni, sum hevur valdið á hesum leiðum, hava váttað álopið. (Fartekst) Nyrup í tvístøðu Poul Nyrup Rasmussen situr í hesum døgum og umhugsar at skriva út nýval til tann 20. november. Men vandi er fyri, at stjórnin missur stjórnarvaldið, og at Rasmussen verður avloystur av einum øðrum Rasmussen ñ Anders Fogh Rasmussen úr Vinstra. -Teir hava dripið børn míni og mann mín! C M Y K 11 10