týsdagur 12. mai 2009síða 11
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindi
Nr. 89 - 12. mai 2009
Minni áhugi fyri Saab
Tríggir keyparar hava víst áhuga fyri svensku bilverksmiðjuni Saab. Tað
sigur bústjórin Guy Lofalk. Áhugin var kortini munandi størri, tá General
Motors lýsti Saab til sølu. Sambært svenskum fjølmiðlum bóðu meiri enn
20 feløg um fleiri upplýsingar, og nøkur teirra sendu eisini umboð til
Svøríkis at kanna viðurskiftini. Guy Lofalk vil ikki siga, hvørjar
fyritøkurnar eru, sum framvegis hava hug at keypa Saab, men hann váttar,
at talan er um fyritøkur úr ymsum londum. Fjølmiðlarnir hava gitt, at
kinesiskar bilverksmiðjur og italska Fiat hava hug at yvirtaka Saab.
at hetta fer at eydnast okk
um
við
samráðingarnar
komandi ár. Tað eru norð
menn og russar, sum sita á
lodnuni í Barentshavinum.
Vit hava altíð fingið burtur
av hesum stovni, síðan
fiskimørkini vórðu flutt úr
á 200 fjórðingar – til lodnu
stovnurin gjørdist so illa
fyri, og veiðan helt uppat.
Nú eru teir aftur farnir at
fiska lodnu, men eru varnir
í byrjanini.
Hann sigur, at skipanin
við lodnuveiðini í Barents
havinum hevur verið hon,
at føroyingar eisini kundu
fiska av russisku kvotuni í
norskum sjógvi – og øvut.
Vit høvdu eini 23 góð
ár á lodnuveiði. Tað er
rognalodnan, sum verður
heilfryst, meðan hannarnir
fara til mjøl. Tá vit vóru á
hesi veiði, noyddust vit at
leiga okkum skip, sum
kundi føra hannlodnuna til
lands. Vit fingu einki burtur
úr fiskinum, sum aðrir
førdu fyri okkum til lands.
Hetta er ein orsøkin til, at
vit nú eisini hava fingið
okkum
mjølverksmiðju
umborð á nýggju Norðborg,
soleiðis at vit kunnu fram
leiða mjølið sjálvir.
Kristian Martin vísir á, at
hetta skuldi givið ein upp
aftur betri rakstur, tá høvi
aftur verður hjá teimum at
fara á lodnuveiði.
Eru vónsviknir
Nú so nógv hevur verið
frammi um svartkjaftabýtið
og eitt nú feløgini, sum eiga
og reka pelagisku skipini í
Gøtu, hava víst sína stóru
misnøgd, heldur reiðarin í
Klaksvík fyri, at Norðborg
so sanniliga er vorðin sekt
að fyri at hava meirvirkað
tilfeingið.
Vit eru vónsviknir av, at
Norðborg fekk so lítið í sín
part. Vóru tað ikki somu
eigarar, sum áttu Christian í
Grótinum og Norðborg,
hevði ikki sæð væl út í dag,
nú vit eru komnir við nýggj
um verksmiðjuskipi.
Kristian Martin vísir á, at
við tað, at Norðborg hevur
verið framleiðsluskip og
soleiðis hevur roynt at fing
ið sum mest burtur úr til
feinginum, hevur skipið
fiskað
lutfalsliga
minni
nøgdir enn onnur skip, sum
hava landað størsta partin
av veiðini til ídnað.
Hetta eru vit sektaðir
fyri í verandi býti, og tað
halda vit er skeivt, leggur
hann aftrat.
Reiðarin vísir á, at Norð
borg hevur fiskað svartkjaft
heilt síðan 1977, men at
hetta saman við meirvirk
ingini seinastu 78 árini
ikki hevur givið skipinum
tey rættindi, ið hann heldur,
at teir áttu at fingið í einum
kvotubýti.
Fullar koyggjur
Nú nýggja Norðborg loysir
um einar 23 vikur, verða
allar koyggjurnar umborð
fullar, sum Kristian Martin
tekur til.
Vit ætla at byrja við 34
monnum, sigur hann.
Byggikostnaðurin av skip
inum saman við eykakostn
aði og byggirentum liggur
um 250 miljónir krónur, og
reiðarin metir, at samlaða
verkætlanin fer at standa í
umleið 280 miljónum, tá
skipið loysir.
Tað er eitt sindur trupult
at siga, hvussu nógv vit
skulu fiska fyri, um rakst
urin skal hanga saman.
Hetta veldst eitt nú um olju
útreiðslur og útreiðslur ann
ars. Men hugsandi er, at vit
helst skulu selja fyri millum
70 og 100 miljónir krónur
um árið, sigur reiðarin í
Klaksvík, Kristian Martin
Rasmussen.
Kristian Martin Rasmussen, reiðari, sigur, at tað verða synirnir,
Jón og Bogi, sum fara at skiftast um at føra nýggju Norðborg,
meðan triði sonurin, Eyðun, er virkandi stjóri á skrivstovuni. -
Vit fara tó allir við á fyrsta túrin, og tá alt fer at rigga, sum tað
skal, fara Jón og Bogi at skiftast um brúnna, sigur hann
Mynd: Dávur Winther