týsdagur 12. mai 2009síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
tíðindi
Nr. 89 - 12. mai 2009
Komandi vikuskifti
verður høvi at
síggja og frætta um
mótasýningina hjá
Barbaru í Gongini í
Müllerspakkhúsi
MÓTI
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Danish Fashion Institut og
Danish Design Center hava
kosið Barbaru í Gongini
sum
ein
av
fýra
í
»NEW GENERATION
BRAND«. Tískil er hennara
merki boðið við til ta
ambitiøsu
verkætlanina
»Bright Green Fashion«.
Tað er ein workchoop, sum
skal viðgera og sniðgeva
soleiðis, at bæði tilevnani
og produkt kunnu kalla seg
umhvørvisvinarlig.
Endamálið við verkatlan
ini er at savna teir fremstu
sniðgevararnar í Danmark
saman við teim fremstu úr
Berlin til at kjakast og
arbeiða seg fram til realist
iskar
loysnir
innan
»Sustainabel Fashion«
burðardygga mótavøra.
Tað sum er serstakt við
hesi verkatlan er, at her er
lyklorið Móti og síðan
burdardygni.
Endarmálið
er at gera burðardyggan
móta eggjandi og miðjað
verður móti at viðgera øll
lið, frá vali av tilfari,
flutningi, bjálving o. m. a,
og hettar skal vera ein
sjálvfylgja í øllum feløgum
í framtíðini.
Í tríggjar dagar varð arbeitt
og kjakast fyri at finna
fram til loysnir, og reglur
vórðu settar fyri, hvussu
arbeiðast skal fyri at náa
málinum um umhvørvis
vinarligan
atburð. Eisini
bleiv hugt at altjóða reglum
og problematikki viðvíkjandi
recycling v.m.
Feløgini binda seg til
heilt ella lutvís at gera
umhvørvisvinarligar búnar,
og trý sett verða útvunnin
og sett í framleiðslu sam
bært hesum nýggju reglum
og skulu somuleiðis vera
partur av summarkollek
tiónini sum skal seljast á
summri 2010. Hvør snið
gevi
fær
í
mesta lagi
10 búnar við á framsýning,
soleiðis at høvi verður
at vísa ein størri breidd.
Felagið hjá Barbaru í
Gongini hevur frá byrjan
havt eina holistiska áskoðan
á hesum øki, og hevur so
stætt longu royndir, og stór
ur partur er gjørt um
hvørvisvinarliga.
Verkatlanin verður víst á
Ráðhúsinum
í
Keyp
mannahavn 28. august í
samband
við
DESIGN
UGEN og eisini á altjóða
veðurlagsrádstevna
sum
verður hildin í Keypmanna
havn seinni í ár.
Barbara í Gongini kemur
heim at kunna um sítt merki
og verður sostatt eisini høvi
at síggja mótasýningina,
sum varð sýnd á mótavikuni
august 08, sum fekk so
góða umrøðu.
Eisini verður høvi at ogna
sær pløgg frá summar
kollektiónin 09.
Barbara í Gongini verður
at hitta í Múllers Pakhúsi
15. og 16. mai
TÍÐINDASKRIV
Á skránni er nógv for
vitnisligt og spennandi. Eitt
nú hava luttakandi limirnir
í
Handilsmiðdeplinum
vøruframsýning og sølu,
umframt at mótahandlar
hava mótasýning. Mótasýn
ingin verður í tveimum, har
børnini eru í tí fyrsta part
inum. Vitjandi fáa bæði
høvi at síggja vørubásarnar
í steðginum og aftur seinni
á kvøldinum.
Anna Nygaard av Glyvum
fer at undirhalda við sangi.
Anna er væl kend í tón
leikaumhvørvinum.
Hon
varð ársins songrødd fyri
nøkrum árum síðan, og eftir
hetta hevur hon verið at
hoyrt
javnan
við
síni
framúrskarandi rødd.
Ein fyrilestur verður eis
ini at hoyra, Sissal Kristian
sen fer at hugleiða um tín
persónliga samleika. Her
hugleiðir hon millum annað
um, hvat klæðini og litirnir
tú brúkar siga um teg sum
persón.
Tveir persónar, ein maður
og ein kvinna, verða broytt.
Til hetta hava vit stylist at
hjálpa
okkum.
Broyttu
persónarnir verða avdúkaðir
síðst á kvøldinum
Spennandi ábit verður.
Her er tað Oddvør Skarð
hamar sum borðreiðir við
italienskum brellbitum. Tað
merkir at tú fært ein smakk
at fleiri rættum, við einum
íblástri úr Italia.
Jákup Veyhe og Kim
Hansen hava skemt. Her
verður sjálvandi eitt sindur
av tónleiki, og kenna vit
Jákup rætt, so plagar hann
at verða undirhaldandi.
Atgongumerki á 200 kr.
vera
at
fáa
í
Statoil
Saltangará og limahandlum.
Sí www.hmd.fo.
Luttakandi
limir verða:
Berglon, Bakaríið, Bóka
búðin, Borg, Colorama,
EIK, Elding, FK Saltangará,
Føroya Tele, Hjá Sannu,
Ítróttur á Glyvrum, Jung
mann, Opus, Orkis, Shop
in, Thomas Dam Búnýti,
Trendfloor,
Vodafone,
Vøruhúsið
Barbara tók
fyrst Berlin
síðan Havnina
Anna Nygaard, sum vann
kappingina Ársins Songrødd
fyri nøkrum árum síðani, fer
at syngja við tiltakið
SANSA í Runavík 19. mai
Partur av summarkollektiónini 09 hjá Barbaru
í Gongini, sum høvi verður at síggja í
Müllers Pakkhúsi næsta vikuskifti
Handilsmiðdepilin í Runavík skipar
fyri stórum spennandi tiltaki í nýggja
Mentanarhúsinum í Runavík týskvøldið 19.
mai. Tiltakið kallast SANSA, og er hetta eitt væl
krydrað kvøld, har limir í HMD bjóða teirra
vørur og tænastur fram á ein kreativan hátt.
Harumframt verður skemt og tónleikur eisini
ein partur av kvøldinum, sum byrjar klokkan
19.00 og endar klokkan 23.00
Fyrilestur um kappingarsamleika Føroya
Hóskvøldið 14. mai skipar Uttanríkisráðið fyri almennum fyrilestri í Miðlahúsinum um kappingar
samleika Føroya. Kendi bretski serfrøðingurin á økinum, Simon Anholt, heldur fyrilesturin. Uttan
ríkisráðið varðar av verkætlanini um kappingarsamleika Føroya við ráðgeving frá Simon Anholt. Simon
Anholt ráðgevur eitt nú bretsku, amerikonsku og finsku stjórnini og hevur ráðgivið Svøríki, Ný Sælandi
og Týsklandi. Hann uppfann hugtakið tjóðarbranding«, ið hann seinni umdoypti til »kappingarsamleika«.
Fyrilesturin snýr seg um, hvussu vit kunnu fáa onnur lond at hava eina greiða, sterka og jaliga fatan av
Føroyum, og hví vit skulu gera hetta. Fyrilesturin er ókeypis, á enskum og verður í Miðlahúsinum
hóskvøldið 14. mai kl. 19.30.