Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-05-13, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 13. mai 2009síða 2

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 tíðindi Nr. 90 - 13. mai 2009 Varðhaldið longt Teir tríggir menninir, sum vórðu tiknir á veg til Íslands við rúsevnum, skulu framvegis sita í varðhaldi Rætturin í Reykjavík gjørdi í gjár av, at Rúnar Þór Róbertsson, Árni Hrafn Ásbjörnsson ein niðurlendingur, sum varð tikin saman við teimum, skulu sita í varðhaldi fyribils til tann 29. mai, meðan málið verður kannað. Teir tríggir menninir vórðu tiknir, tá íslendska sjóverjan steðgaði teimum umborð á einum seglbáti millum Føroyar og Ísland. Í bátinum vóru meiri enn 100 kilo av amfetamini. Tríggir íslendingar, sum eru tiknir í sama máli, skulu eisini verða sitandi í varðhaldi til 2. juni. Ta avgerðina hava teir kært til Hægstarætt. Flýggja úr Mogadishu Fólk í túsundatali eru flýdd úr somaliska høvuðsstaðnum Mogadishu eftir ógvusligar bardagar teir seinastu dagarnar. Í gjár vistu altjóða tíðindastovurnar at siga, at 14 fólk høvdu latið lív gjáranáttina, og ein talsmaður fyri ein hjálparfelags­ skap vildi vera við, at umleið 120 fólk eru fallin í bardøgum seinastu dagarnar. Sambært Reuters brustu bardagarnir á hósdagin, og Sharif Sheikh Ahmed, forseti, sigur, at islams­ kir uppreistrarmenn hava skipað fyri ófriðinum við tí fyri eyga at taka valdið í høvuðsstaðnum. Sheikh Ahmed gjørdist somaliskur forseti í januar eftir avtalu millum stjórnarherin og uppreistrarmenninar. Skottilburður var sjalusidrama Aftaru síðurútarnir vórðu báðir skotnir í sor, umframt at bilurin fekk onnur skotmerki. At skotið varð, meðan koyrt varð framvið, ger hendingina enn meira álvarsliga Vælvitandi keldur upplýsa fyri Sosialinum, at tað var jalousi, sum førdi til skottilburðin í R.C. Effersøesgøtu seinnapartin í gjár SKOTTILBURÐUR Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Myndir: Álvur Haraldsen Tað kom nærmast sum ein skelkur fyri fólk tá tað frætt­ ist um ein skottilburð í Havn í gjár. Skotið var eftir einum bili, sum stóð parker­ aður, og síðurútarnir í báð­ um síðum aftan fóru í sor umframt onnur skotsár á bilin. Men longu í gjárkvøldið var málið loyst og løgreglan handtók fýra persónar, sum høvdu verið í bilinum, ið koyrdi framvið og har skotini komu frá. At tað gekk so skjótt hjá løgregluni at loysa málið komst av ein­ um heilt ítøkiligum tippi, sum førdi til bilin og teir fýra menninar. Bergleif Brimvík váttar, at kennskapur var millum tann, ið skjeyt og tann, ið átti bilin, men vil orsakað av kanningararbeiðinum ikki koma nærri inn á motiv­ ið fyri hendingini annað enn, at talan var um persón­ ligt agg. Menninir vórðu tiknir inn á løgreglustøðina til avhoyr­ ingar, og eini maðurin er nú skuldsettur eftir §252 í revsilógini um »grov kådhed eller på lignende måde at bringe menneskeliv i fare« umframt eftir para­ graffini um herverk. Revsi­ ramman er fýra ár. Hinir tríggir verða skuldsettir fyri viðvirkan. Ein annar átti og førdi bilin, og hinir vóru til staðar og gjørdu einki fyri at steðga tilburðinum, hóast teir væl vóru vitandi um, hvør ætl­ anin var. Bergleif Brimvík sigur, at talan ikki er um tilvildar­ ligan skottilburð, men at bilurin var valdur út. Tað, at skotið varð meðan bilurin koyrdi framvið, ger hending­ ina serliga vandamikla. Skotvápnið var ein kraftig luftbyrsa. Jalousi Tað var klokkan 15.50, at løgreglan fekk fráboðan um skottilburðin, sum fór fram í R.C. Effersøesgøtu. Parker­ aði bilurin stóð framman fyri bygninginum, har Kommunusamskipan Før­ oya heldur til. Løgreglan kom beinan­ vegin á staðið og avbyrgdi økið. Kanningararbeiðið fór beinanvegin í gongd, og í sjónvarpinum eftirlýsti løgreglan einum pari, ið sannlíkt gingu nærhendir, tá hendingin fór fram. Seinni fekk løgreglan eitt ítøkiligt tipp um ein bil við fýra monnum í umframt einari luftbyrsu, og hetta førdi so til, at tríggir av teimum fýra monnunum vórðu handtiknir um mið­ náttarleitið í gjárkvøldið. Eini maðurin – hann, ið er ákærdur fyri at hava latið skotini av – situr enn í varðhaldinum og er til avhoyringar, men løgreglan hevur bert heimild at halda manninum í 24 tímar, og tí skal avgerð takast um, hvørt maðurin skal í grundlógar­ avhoyr og síðani varðhaldsfongslast. Av tí at grundlógarav­ hoyringin ikki hevði verið tá vit høvdu evstamark, vildi Bergleif Brimvík ikki vátta motivið , men væl­ vitandi keldur upplýsa fyri Sosialinum, at tað var jalousi, sum var orsøkin til, at ungi maðurin hevndi seg inn á bilin. Skuldsetti skjúttin varð framstillaður í grundlógar­ avhoyring klokkan 13.30 seinnapartin við kravi um varðhaldsfongsling. Løgreglan var skjótt á staðnum og avbyrgdi økið framman fyri bygninginum, har Kommunusamskipan Føroya heldur til. Innanfyri parkeraða bilin eru fleiri vindeygu