mikudagur 13. mai 2009síða 4
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
tíðindi
Nr. 90 - 13. mai 2009
Vit hava ikki broytt
lógina fyri at hjálpa
einum ávísum
reiðara, men fyri
at geva flotanum
betri møguleikan at
laga seg til veruliga
støðuna
Svik
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Tað er onki høpi í skuld
setingunum um, at eg skal
hava broytt lógina um
vinnuligan fiskiskap fyri at
hjálpa
einum
ávísum
reiðara.
Hendan skuldsetingin
er íspunnin, staðfestir Jacob
Vestergaard,
landsstýris
maður í sambandi við
ákæruna,
sum Tórbjørn
Jacobsen og onnur tingfólk
hjá
Tjóðveldinum,
føra
fram í greinini omanfyri.
Hann sigur, at broytingin
í lógini um vinnuligan fiski
skap um at taka skottið
burtur ímillum skip, sum
eru størri enn 110 tons og
tey, sum eru minni í bólki
4T
Hetta hevur onki við
nakran ávísan handil at
gera. Hetta er eina og aleina
fyri at gera ta lættari hjá
øllum 4T skipabólkinum
at laga seg til.
Veruleikin er, at tað eru
ov nógv skip til ov fáar
dagar í bólkinum og taka
vit markið burtur, verður
tað lættari hjábólkinum at
laga seg til broyttu um
støðurnar, sigur landsstýris
maðurin.
Hann ásannar samstundis,
at handlar eru farnir fram,
so tað hevur Tórbjørn
Jacobsen rætt í.
Men uppskotið hevur
onki við hesar handlar at
gera, men er bara fyri at
geva bólkinum møguleikan
at laga seg til broyttu
fortreytirnar og tað haldi eg
er skilagott, sigur Lands
stýrismaðurin.
Hann sigur, at markið
upp á 110 varð sett í lógina
fyri
at
forða
fyri,
at
útróðrarbátar blivu gjørdir
til stórar línubátar og tað
var ongantíð ætlanin at
forða fyri, at trolbátar blivu
lagdir saman tvørtur um
markið.
Tórbjørn Jacobsen
sigur, at landsstýris
maðurin í fiskivinnu
málum vildi hava
Løgtingið at broyta
lógina um vinnuligan
fiskiskap fyri at
hjálpa einum ávísum
reiðara og nú vil hann
hava málið kannað út
í æsir
Ákæra
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Jacob
Vestergaard
er
korruptur!
Tað er heldur Tórbjørn
Jacobsen,
løgtingsmaður
fyri Tjóðveldið.
Í morgun samtykti Løg
tingið nakrar broytingar í
lógini um vinnuligan fiski
skap, men Tórbjørn Jacob
sen heldur, at landsstýris
maðurin í fiskivinnumálum
er korruptur, tá ið hann
leggur eitt uppskot sum
hetta fyri Løgtingið.
Og nú vil hann hava
landsstýrismálanevndina at
taka málið upp og at kanna
embætismannaførsluna hjá
Jacobi Vestergaard í hesum
máli.
Tað, sum Tórbjørn Jacob
sen serliga hongir seg í, at,
at nú hevur meirilutin í
Løgtinginum samtykt at
taka skottið upp á 110 tons
burtur í skipabólki 4T, sum
eru trolbátar.
Higartil hevur tað verið
ólógligt at flyta fiskiloyvi
ímillum skip, sum eru størri
enn 110 tons og minni enn
í bólki 4T.
Men nú er henda av
marking tikin burtur, so at
tað nú verður frítt at flyta
fiskiloyvi tvørtur um markið
upp á 110 tons í bólki 4T.
Ikki reint mjøl
í posanum
Men Tórbjørn Jacobsen og
fleiri onnur í Tjóðveldinum
halda, at Jacob Vestergaard
hevur ikki reint mjøl í pos
anum, tá ið hann vildi hava
hesa avmarking burtur.
Hann sigur at orsøkin til,
at hendan broyting nú er
gjørd, er tann, at onkur
reiðari hevur handlað við
skipum sum ganga tvørtur
um 110 tons markið.
Men higartil hevur tað
ikki borið til at flyta fiski
loyvini ímillum, tí tað hevur
verið ólógligt.
Loyvini kundu altso ikki
leggjast saman, hóast hand
ilin varð gjørdur.
Men Tórbjørn Jacobsen
heldur, at tað er nógv, sum
bendir á, at reiðarin hevur
væntað, at fiskimálaráðið
fór at broyta lógina fyri at
kunna
flyta
fiskiloyvið
ímillum og tí er Jacob Vest
ergaard komin í tingið við
hesum broytingaruppskoti.
Tórbjørn Jacobsen held
ur, at lógarsmíð eigur at
vera alment og eigur sostatt
ikki at snúgva seg um
einstøk seráhugamál.
Hann ávaraði tí staðiliga
ímóti at lóggeva beinleiðis
eftir einum handli, sum
longu er gjørdur.
Men Tórbjørn Jacobsen
var ikki einsamallur, tí
eisini floksfelagin, Bjørt
Samuelsen, tekur undir við
honum.
Fatanin kann lættliga
gerast hon, at landsstýris
maðurin er sendiboð fyri
ávísar borgarar, sum vilja
benda lógirnar til egnan
fyrimun, sigur hon.
Klokkuklárt
Tórbjørn Jacobsen staðfesti
tí, at hann vildi hava lands
stýrismálanevndina at kanna
embætisførsluna hjá Jacobi
Vestergaard í hesum máli.
Hetta er eitt púra
klokkuklárt mál, staðfestir
hann og tá ið landsstýris
maðurin
tvíheldur
um
nakað annað, sigur hann
beinleiðis ósatt av tingsins
røðarapalli.
Hin møguleikin er, at
hann hevur stórar trupul
leikar av sínari umsiting, tí
so hevur hon ikki greitt
landsstýrismanninum
frá,
hvat málið snýr seg um,
legði hann afturat.
Hann segði, at hann kendi
hetta málið frammanundan,
tí tá ið hann sjálvur var
landsstýrismaður í fiski
vinnumálum, fekk hann
fyrispurning um at broyta
lógina fyri at blástempla
hendan sama handilin.
Og tað er hetta, sum nú er
í ferð við at henda, sigur
hann.
Bíða eftir brævi
Jaspur
Vang,
sum
er
formaður í Landsstýris
málanevndini, sigur at hann
hevur skilt, at Tórbjørn
Jacobsen
skuldi
skriva
nevndini
eina
formliga
klagu, har hann grundgevur
fyri sínum sjónarmiði.
Tá ið skrivið er komið frá
løgtingsmanninum,
fer
nevndin at taka støðu til um
hon fer at taka málið upp
ella ikki, sigur hann.
Jacob Vestergaard
skuldsettur fyri svik
Jacob Vestergaard verður
nú skuldsettur fyri at
vera korruptur og tað
er ein skuldseting, sum
Tórbjørn Jacobsen nú
vil hava landsstýris
málanevndina at kanna
Taka
undir
við
Jacob
Vester-
gaard
Felagið Trolbátar,
sum umboðar skip í
bólkinum
4T,
mælir til, at 110
tonsmarkið verður
avtikið.
Tað hevur felagið
skrivað til Løgtingið
í
sambandi
við
málið,
sum
er
umrøtt
í
hinum
báðum greinunum
her á síðuni.
Felagið sigur, at
sum støðan hevur
verið, hevur bólk
urin
ikki
havt
møguleikan
at
tillaga seg undir
galdandi treytir.
Tað kemst av, at
nakrir
bátar
eru
undir 110 tons og
nakrir er yvir 110
tons
og
higartil
hevur ikki borið til
at flyta ella keypa
dagar tvørtur um
mark og tað heldur
felagið Trolbátar er
ein grundleggjandi
forðing.
Felagið
er
av
teirri áskoðan at
verður 110 tons
markið
tikið
av,
verður bólkur 4T
javnsettur við aðrar
bólkar, tá ið tosað
verður um saman
legging innanhýsis
í einum bólki og at
hetta fer at geva
bólkinum betri um
støður at laga seg
til
broyttar
for
treytir.
-áki-
Onki høpi í skuldsetingunum
USA í Mannarættindaráðnum
Fyri fyrstu ferð er USA vorðið limur í Mannarættindaráðnum hjá ST. Undanfarna stjórnin hjá George W.
Bush, forseta boykottaði nevndina, men Barrack Obama hevur ikki somu støðu. USA var eitt av teimum
18 londunum, sum søktu um limaskap, tá ráðið tók nýggjar limir inn í gjár, og nú eru 47 lond í Manna
rættindaráðnum. Millum hini londini, sum gjørdust limir í gjár, er Noreg, sum er tað einasta av Norður
londunum, sum er í ráðnum. Danmark royndi seg í 2007, men orsakað av stríðnum um Muhammed
tekningarnar fekk Danmark ikki nóg nógvar atkvøður til at sleppa uppí.