Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-05-13, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 13. mai 2009síða 22

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 [ Nr. 90 - 13. mai 2009 ] Rás2 verður partur av tiltakinum, tá Føroyar og Ísland spæla veteranlandsdyst leygardagin Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Beinleiðis útvarping av dystinum verður nevnliga partur av leygardagsskránni hjá Rás2, sum annars eisini fer at senda bátaradio úr Vestmanna hendan dagin. Umframt at sent verður beinleiðis, er Rás2 eisini við til at stuðla innsavnanini, sum er partur av dystinum. Peningurin frá hesum fer til barnadeildina á Lands­ sjúkrahúsinum, og kunnu lurtarar hjá Rás2 lata sín stuðul við at senda tekstin LSH í SMS­boði til 1940. ­ Vit royna støðugt at skapa spennandi radio til mongu lurtararnar hjá okkum, og vit síggja hetta sum eitt upplagt høvi at breiðka sendiflatuna. Hóast hetta ikki er ein almennur A­landsdystur, so halda vit avgjørt, at dysturin er áhugaverdur. Og kunnu vit so samstundis stuðla einum góðum endamáli, er tað bara heilt fínt, sigur Jonhard Hammer, stjóri á Rás2. AB og ÍF eru á pappírinum veikara liðið, men bæði hava tey væl og virðiliga víst, at tey kunnu arga tey størru, um lagið er til tað Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Fyrru hálvfinalurnar í kapp­ ingini um Løgmanssteypið verða spældar í kvøld. Í Vika á Argjum tekur AB móti verjandi greipuvinnar­ unum úr EB/Streymi, sum aftur í ár hava sett nøsina upp eftir greipuni. Avrikini í landskappingini hava tó ikki alla tíðina verið eins sannførandi. Og á heima­ vølli hevur AB roynst væl higartil, so talan verður um ongan hátt um nakran lætt­ an dyst hjá EB/Streymi. Og í Fløtugerði í Fuglafirði koma Víkingar á grannavitjan. ÍF hevur havt eina sera trupla byrjan upp á kappingarárið, men sjey stig í seinastu trimum dyst­ unum tykjast hava vent gongdini. Og eingin ivi er um, at teir eisini ætla sær sigurin, nú grannarnir koma á vitjan. Tað tekur tó ikki favoritt­ leiklutin frá Víkingi, sum framvegis verður mett mill­ um sterkastu liðini í Voda­ fone­deildini. Og hartil hev­ ur Víkingur fyrimunin av einum eyka hvíldardegi, tá teir longu leygarkvøldið sín dyst í landskappingini. Á Argjum verður dysturin blástur ígongd klokkan 18, meðan dysturin í Fuglafirði byrjar klokkan 18.30. Skjúttar- nir flyta Bogaskjúttarnir, sum skulu royna seg á Oyggjaleikum, fáa nú at vita, at kappingin er flutt til Backeberg, sum liggur norðan fyri Mariehamn. Upprunaliga skuldi ann­ ars skjótast á Baltic­ hallen, men nú er neyð­ ugt, at tann vøllurin verð­ ur nýttur til fótbóltskapp­ ingina, siga fyrireikarar­ nir. Sagt verður annars, at talan er um frálíka breyt, sum lýkur øll altjóða krøv. Vart er móti vindi frá tveimum ættum, og umstøðurnar hjá áskoð­ arum eru góðar, stendur í tíðindabrævinum frá leikunum. Breyt óstbeinið Tá AB spældi HB sunnu­ dagin, noyddist Jónas Stenberg av vøllinum longu um miðjan fyrra hálvleik. Eftir dystin varð staðfest, at AB­spæl­ arin hevði brotið óst­ beinið, og í gjár varð hann lagdur undir skurð. Jónas verður tí ikki part­ ur av liðnum hjá AB tær komandi vikurnar. Nýggj renni- breyt Frælsu ítróttarfólkini á Álandi hava góðar um­ støður at renna upp til sítt allarbesta á Oyggja­ leikunum. Fyri at betra mest møguligt um um­ støðurnar er nevnliga gjørt av, at undirlagið á rennibreytini í Marie­ hamn skal skiftast. Eitt nýtt undirlag gevur skjót­ ari tíðir, og so er spurn­ ingurin, um hetta fær ávirkan á talið av met­ um. SAMBAND jákup Mørk jAkup@SoSiAluriN.fo tlf. 341800 ítróttur Víkingur vann 2-0 á ÍF á heimavølli fyrr í ár, men talan var tá um dyst, har fuglfirðingar eins væl kundu fingið nakað í sín part Finalistarnir skulu finnast Senda beinleiðis av Tórsvølli