Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-05-13, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 13. mai 2009síða 30

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 Nr. 90 - 13. mai 2009 tíðindi Simon Anholt í Miðlahúsinum Bretski serfrøðingurin innan tjóðarbranding Simon Anholt heldur mikukvøldið ein fyrilestur í Miðlahúsinum, har hann gevur sítt boð uppá, hvussu Føroyar kunnu marknaðarføra seg í umheiminum. Í 1996 uppfann Simon Anholt hugtakið “tjóðarbranding”. Síðan tá hava alsamt fleiri fólk víst hesum áhuga, og í dag er vanligt, at lond leggja stóran dent á marknaðarføring í umheiminum. Mikukvøldið kl. 19.30 verður Simon Anholt í Miðlahúsinum í Havn, har hann fer at greiða frá hugtakinum “tjóðarbranding”, og hvørjar møguleikar Føroyar hava innan marknaðarføring og ferðavinnu. Miðlahúsið verður opið fyri øllum áhugaðum, og Rás2 sendur beinleiðis frá tiltakinum. Hørðu orðini frá hinum spælarunum vóru orsøkin til, at kenslurnar hjá Connie tóku yvirhond í sendingini Paradise Hotel í gjárkvøldið Ongantíð áður hevur ein luttakari í Paradise verið so illa móttikin, sum føroyska Connie bleiv í gjár. Í gjárkvøldið var aðru ferð, at Connie tjekkaði inn í Paradise Hotel, men hesaf- erð var tað, sum vit kenna hana. “Du er en idiot” Fyrsta uppgávan, ið Connie fekk á Paradise, var at velja sær ein drong at taka við á date. Hesin sami drongurin var upprunin til tárini hjá Connie. Kaldur og kyniskur legðist hann eftir henni, og sum nýggjasti gestur á Paradise kendi Connie seg heldur einsama. - Eg var púra frá mær sjálvari. Eg skilti ikki, at eitt menniskja kundi uppføra seg soleiðis, sigur Connie Brockie. Kvinnurnar bakkaði Connie upp Hóast summi vóru heldur óvinarlig við Connie, so vóru kvinnurnar á Paradise als ikki samdar við atburðin hjá manninum. Millum annað segði ein av luttaka- runum, Line Marie, soleiðis um hørðu orðini. - Tað er langt úti, at hann uppførir seg soleiðis móti einum nýggjum gesti. Um eg fái møguleikan at sparka hann út av Paradise, skal eg við gleði gera tað, segði hon Í dag er alt øðrvísi Hóast Connie var skelkað av móttøkuni í Paradise, so sigur hon, at í dag eru tey øll vinir. - Tað er týdnin- garmikið at hava í huga, at Paradise Hotel er eitt spæl, har allir luttakara- rnir noyðast at verða tak- tiskir. Men í dag, uttanfyri Paradise, eru vit øll vinir, sigur hon. Næsta sendingin við føroysku Connie Brockie verður á skíggjanum hjá TV3 í kvøld, og tá verður høvi hjá øllum luttakar- unum at seta spurningar til hvønn annan, í tí sum eitur Pandoras. Tað skuldi verða ein hugnaligur túrur, men ístaðin valdi Michael, av taktiskum orsøkum, at spilla føroysku Connie út. Tað var so ógvusligt, at hann eftirfylgjandi bleiv hataður av øllum honum luttakarunum. Nú viðurkennir Michael, at hann fór alt ov langt, men at Connie hevur fyrigivið honum. Tað var hatur í luftini, tá ið Connie í gjárkvøldið valdi Michael at fara á date við. Hann hevði av taktiskum orsøkum nevniliga einki ynski um at skula á romantiskan date við Connie, og avgjørdi tískil, í samráð við Line Sofie og Martin, at uppføra seg illa móti henni. Hetta var eitt leikur, ið hann sjálvur viðgongur, fór ov langt. - Tað var ræðuligt at síggja seg sjálvan við eygunum hjá hyggjarunum, og eg skilji væl, um tey halda, at eg var eitt reyvarhol. Túrurin við Connie fór langt út um øll mørk, sigur tann 26 ára gamli timburmaðurin Michael Lange. Paradise-Michael: Eg var eitt reyvarhol móti Connie Connie græt