hósdagur 14. mai 2009síða 4
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
tíðindi
Nr. 91 - 14. mai 2009
Tað kostar yvir
300 krónur at vitja
nógvar heimasíður
við internetinum
á fartelefonini, um
tú til dømis ert í
Italiu. Vitjar tú so
10 rímiliga tungar
heimasíður, tá tú keðir
teg við Gardasjógvin
í summar, so kann
hetta skjótt loypa upp
á 3000 krónur
Internet
Eirikur í Jákupsstovu
eij@sosialurin.fo
Tú liggur við Gardasjógvin í
Norðuritaliu. Klokkan er
farin av fýra seinnapartin, og
tú ert byrjað at keða teg á
strondini. Fartelefonin liggur
í liggistólinum, so mann
kann altíð kanna, hvat gongur
fyri seg í heiminum, tí nú er
alt so snilt við fartelefonini.
Tú kannar nakrar heima
síður við tíni fínu iPhone,
finnur útav, at tað framvegis
er kríggj í heiminum, og at
veðrið í Føroyum ikki er
nakað at reypa av. Soleiðis
kanst tú róliga leggja tele
fonina frá tær, meðan tú
hugsar, at tað ger onki um
tú hevur frí, tí heimurin
broytist ikki, hóast alt.
Men onkur skal nokk
vinna uppá, at tú hevur kett
teg og nøktað tín forvitnis
tørv, tí tá tú kemur aftur til
Føroyar, fært tú eina rokning
frá tíni telefyritøku á einar
3000 krónur útyvir tað
vanliga.
Tú ringir og spyrt, hvat
hundin tey billa sær inn at
senda tær eina tílíka rokn
ing, og fólkið í telefonini
greiðir tær frá, at tú hevur
brúkt internetið fyri 3000
krónur niðri við Garda
sjógvin. Tí summar vanligar
heimasíður kunnu fylla upp
til trý megabyte at fara inn
á, og tá hvør megabyta kann
kosta omanfyri 100 krónur,
sum tað konkret ger í Italiu,
so kunnu 10 klikk á tele
fonina merkja 3000 krónur.
Tað sama er galdandi við
donglunum, sum nýta sama
netverk sum fartelefonirnar.
Fá koma í neyð
Jan Mortensen á Føroya Tele
metir, fyrst og fremst, at tað
eru rættiliga fá fólk, sum fara
av landinum, sum nýta
interneti
við
dongli
og
fartelefon so øgiliga nógv.
Og at tey, sum gera, mest eru
niðri í Danmark og í hinum
londunum, og har hevur
Føroya Tele avtalur við ávísar
telefyritøkur um reiking.
Men í hesum støðum
skalt tú sjálv syrgja fyri at
velja rætta veitaran, so tú
mást vera greið yvir, júst
hvør veitari er galdandi.
Vit senda eini smsboð
til kundan, tá hann kemur
til eitt land, og tí skuldi bor
ið til at vita, hvat er gald
andi, sigur Jan Mortensen.
Hetta er ikki ein tænasta,
sum Vodafone hevur í løtuni,
men Bjarni A. Bjarnason,
stjóri, metir hetta vera eitt
gott hugskot. Og viðvíkjandi
fólkum, sum nýta internet av
fartelefon og dongli uttan
lands, tekur Bjarni A. Bjarna
son undir við, at tey flestu,
sum nýta hesar tænastur í
dag, eru greið yvir, hvat tey
gera.
300.000 í nakrar
dagar
Tað finnast tó nøkur verulig
dømi um fólk, ið hava nýtt
sera nógvan pening í stutta
tíð til tílíkt internet.
Eg haldi tað var stjórin í
3 í Danmark, sum var farin
til Týsklands, og hevði nýtt
einar 300.000 krónur upp á
nakrar fáar dagar uppá tílíkt
internet, sigur Bjarni A.
Bjarnason.
Eisini
føroyingar
eru
komnir í tílíka støður. Ein
kundi hjá Føroya Tele er
somuleiðis komin í eina
tílíka støðu.
Einaferð í vetur var hesin
persónurin farin til Dan
markar og hevði nýtt dong
ulin á sama hátt sum vanligt
breiðband, og hevði tikið
eina rúgvu niður av netin
um. Tá hann eftir fimm døg
um gavst at nýta netið,
hevði
hann
nýtt
einar
23.000 krónur.
Tað kemur sjálvandi
fyri, at onkur kemur í trup
ulleikar, men í hesum førin
um valdu vit at rinda ein
bróðurpart av hesum, sigur
Jan Mortensen á Føroya
Tele.
Hava bremsur
Men tað eru bremsur, sum
avmarka, nøgdina fólk nýta.
Vit hava eina skipan,
sum tann hjá bankunum,
har vit royna at fyribyrgja
at ov nógv verður nýtt, tá
stuldur kemur fyri. Tí
kunnu vit ofta lofta hend
ingunum, tá fólk ikki eru
greið yvir, hvat tey hava
nýtt. Vit ringja so til við
komandi, og soleiðis fáa vit
bremsa nýtsluni, greiðir
Bjarni A. Bjarnason á Voda
fone frá.
Eisini er tað soleiðis, at
vanligu fartelefonportalar
nir á internetinum sum
flags.fo hjá Føroya Tele og
wap.vodafone.fo, eru síðir,
sum ikki fylla nakað serligt.
Tað er eisini soleiðis, at
kannar tú bara post, og letur
vera við at lata ov tungar
postar upp, so brúkar tað
heldur ikki so nógv pláss.
Fer at broytast
Í løtuni kann tað vera sera
kostnaðarmikið
at
nýta
internet við fartelefonini og
við
dongli,
og
serliga
iPhone kann koma óvart á,
tí hon er í veruleikanum ein
lítil telda.
Men soleiðis er ikki ætl
anin, at tað skal vera í allari
framtíð. Tí ES arbeiðir í løt
uni við at gera nakrar lógir,
sum syrgja fyri, at tað fer at
kosta tað sama hjá øllum
telefyritøkum í Evropa, at
nýta internetið. Júst á sama
hátt, sum hevur verið gjørt
við vanligum samrøðum.
Eg veit ikki, um tað
verður í ár ella í næsta ár,
men tað verður soleiðis, at
tað fer at kosta einar tríggjar
krónur fyri hvørt megabyti
í øllum Evropa. Hetta er
sami prísur, sum er galdandi
í Føroyum, greiðir Bjarni
A. Bjarnason, stjóri á Voda
fone, frá.
Hetta er sjálvandi nakað,
vit øll kunnu gleða okkum
til, men fram til tá, mugu
vit heldur keypa okkum
atgongd til hotspots og so
framvegis, tá vit eru í feriu
og líka skulu staðfesta, at
heimurin ikki er broyttur.
Formaðurin skal frá
Sambært bretska blaðnum The Guardian hava fleiri týðandi
limir í Arbeiðaraflokkinum mælt formanninum í
Undirhúsinum, Michael Martin, til at leggja frá sær innan
næsta parlamentsval. Orsøkin skal vera, at formaðurin skal
hava roynt at brúka eina gamla lóg til tess at forða fyri, at
upplýsingar um ymiskt virksemi hjá tingmonnum skuldu
koma fram í ljósið. Sambært The Guardian skal Michael
Martin eisini hava roynt at halda aftur upplýsingum um,
hvørjar samsýningar einstakir tingmenn høvdu fingið, men
sum teir ikki høvdu rætt til.
USA vil hava ferðafólk
Amerikanskir politikarar ætla at leggja seg eftir at fáa
fleiri útlendsk ferðafólk at vitja landið. Byron Dorgan,
sum er demokratiskur limur í Umboðsmannatinginum,
sigur við AP, at í øðrum londum spæla myndugleikarnir
ein virknan leiklut í arbeiðinum at fáa fremmand fólk á
vitjan, og tað eiga amerikanskir myndugleikar eisini at
gera, sigur hann. Tøl hjá amerikonsku ferðavinnuni siga,
at útlendsk ferðafólk leggja í meðal 4.000 dollarar eftir
seg, tá tey ferðast í USA. Harafturat er ferðavinnan stórt
arbeiðspláss við 8,6 milliónum starvsfólkum.
3000 krónur fyri
10 klikk
Tá tú fert av landinum, so
mást tú ansa eftir tínum
forvitni á Internetinum, tí
fínari telefonin er, størri er
møguleikin fyri, at tú fært
eina risarokning uttan at
vera greið yvir tað
modelmynd