Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-05-14, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. mai 2009síða 7

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 91 - 14. mai 2009 7 tíðindi NæmiNgur innkeyp, tolling og goymsla Ert tú virkin, ágrýtin, fyrikomandi og hevur hægri handils­ skúlaprógv? So ert tú kanska tann heilt rætti/rætta at byrja sum skrivstovunæmingur á okkara innkeyps­, toll­ og goymslu­ deild. Um hetta hevur vakt tín áhuga, send eina skrivliga umsókn við møguligum váttanum/prógvum til P/f Poul Michelsen, Hoyvíksvegur 74, Postrúm 200, Fo­110 Tórshavn. Umsóknarfreistin er 1. Juni 2009. Ætlanin er at tú byrjar skjótast gjørligt, ella eftir nærri avtalu. Um tú hevur spurningar vinarliga vend tær til Súsannu Simonsen millum 08.00 – 12.00 á tlf. 35 46 50 P/f Poul Michelsen P/f Poul Michelsen ella bara PM, sum heilsølan ofta verður nevnd millum manna, varð stovnað í 1974. PM er í dag førandi heilsøla innan sítt virkisøki og hevur kundar kring alt landið og virksemið er í støðugum vøkstri. Hjá PM starvast íalt 50 fólk. Hvussu tryggja nýskapan og menning, eisini í krepputíðum? Spennandi workshop á Hotel Føroyum, tann 19. mai 2009 kl. 9-16. Atlanticon (www.atlanticon.fo) og GEMBA Innovation (www.gemba.dk) bjóða tykkum til eina spennandi workshop um, hvussu vit tryggja nýskapan og menning í okkara arbeiði, eisini í krepputíðum. Workshoppin er ætlað stjórum, leiðarum og øllum teimum, sum vilja vita meira um nýskapan. Á workshoppini hava ráðgevarnir Søren Keilgast og Tomas Vedsmand frá ráðgevingarfyritøkuni GEMBA Innovation framløgur og undirvísing innan nýskapan. Harumframt fasiliterar Janet Fríða Johannesen, ráðgevi hjá Atlanticon á workshoppini. Prísur: kr. 1.500,- pr. luttakara. Tilmelding og fleiri upplýsingar á t-post adressu: atlanticon@atlanticon.fo ella ring til Atlanticon á tlf. : 319685 ella 212211. Avmarkað pláss. Fyri at fáa sum mest burturúr workshoppuni mæla vit til, at hvør luttakandi fyritøka/ stovnur hevur minst 2 persónar við. Tilmeldingarfreistin er 15. mai. Atlanticon Spf. · Bryggjubakki 4 · Postboks 263 · FO-110 Tórshavn · Tel. 319685 atlanticon@atlanticon.fo · www.atlanticon.fo INNBJÓÐING ALMENNUR FUNDUR um eina nýggja altjóða veðurlagsavtalu í Norðurlandahúsinum 19. mai kl. 13.00-16.00 SKRÁ 13.00-13.30 Annika Olsen, landsstýriskvinna setir fundin og umrøður føroysku fyrireikingarnar til eina nýggja veðurlagsavtalu. 13.30-14.15 Harald Dovland, norska umhvørvisráðið og næstformaður í arbeiðsbólkinum hjá ST um framtíðar skyldur at minka um útlátið av veðurlagsgassum, umrøður støðuna í altjóða veðurlagssamráðingunum fram móti Keypmannahavn. 14.15-14.40 Steðgur. 14.40-15.05 Lars Hasselager Olsen frá danska Energistyrelsen og Camilla Mørk frá danska veðurlags- og orkumálaráðnum umrøða samráðingargongdina í IMO um útlát av veðurlagsgassum frá skipum. 15.05-15.25 Kate Sanderson, Uttanríkisráðið, umrøður tilgongdina til altjóða veðurlagsfundin í Keypmannahavn. 15.25-15.40 Kaj Leo Johannesen, løgmaður endar fundin. 15.40-16.00 Høvi er hjá fjølmiðlum at seta fyrilestrarhaldarum spurningar. Tiltakið er ókeypis, men neyðugt er við tilmelding til kristvorp@imr.fo í seinasta lagi 18. mai á middegi. InnlendIsmálaráðIð Innlendismálaráðið bjóðar saman við Norðurlendska Ráðharraráðnum til kunnandi tiltak um fyrireikingarnar til eina nýggja altjóða veðurlagsavtalu. Norðurlond taka virknan lut í fyrireikingunum. Settur er ein norðurlendskur COP15-bólkur, hvørs endamál er at rudda slóð fyri einari framsóknari veðurlagsavtalu í Keypmannahavn við Danmark sum verti. Her heima er landsstýrið í holt við at fyrireika tiltøk at minka um útlátið av veðurlagsgassum so til ber hjá Føroyum at taka undir við nýggju Keypmannahavnavtaluni. Í dag, hósdagin 14. mai, letur listafram­ sýning upp í lista­ skálanum, Oynni, á Tvøroyri Tað eru tey bæði donsku listafólkini, Rita Gram og Frits Bo Pedersen, sum hava listaframsýning í listaskál­ anum, Oynni, á Tvøroyri og tey vera bæði til staðar, tá ið framsýningin letur upp klokkan 17 í dag, hósdagin. Rita Gram er fjølbroytt listafólk, tí umframt at fáast við myndlist, er hon eisini sniðgevari og í Oynni vísir hon fram vovin verk og tekningar, sum øll hava fel­ ags heitið: Fýrkantar í rúm­ inum. Frits Bro Pedersen undir­ vísir á listaskúlanum í Århus og hann vísir fram vatnlitsmyndir, sum hava felagsheitið: Kvinnan. Framsýningin er opin í tríggjar vikur og hvønn dag er opið frá klokkan 14 til 18. Forvitnisligur danir í Oynni