hósdagur 14. mai 2009síða 24
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
vinnan
Nr. 91 - 14. mai 2009
Í Vestmanna er nógv
og fjølbroytt vinnulív.
Feløg í bygdini eiga
skip og bátar, nógvur
fiskur verður virkaður
á landi, og í bygdini
eru eisini onnur
vinnulig virki, sum
eitt nú Vestpack,
maskinverkstaður,
bilaverkstaður og
lutfalsliga stór ferða
mannaog tænastu
vinna
Vestmanna
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Tølini, sum vísa skattainn
tøkurnar hjá Vestmanna
kommunu fyrstu fýra mán
aðirnar í ár, benda ikki á, at
bygdin er rakt av arbeiðs
loysi. Tvørtur ímóti er líkt
til, at vestmenningar sum
heild hava nóg mikið at
taka sær fyri.
Borgarstjórin í Vestmanna
kommunu, Karl A. Olsen,
heldur ikki, at tey síggja
nakað serligt til arbeiðsloysi
í bygdini.
Eg skal ikki siga, at eg
ikki havi hoyrt um onkran
vestmenning,
ið
hevur
arbeitt aðrastaðni, sum er
vorðin arbeiðsleysur. Vit
vita eisini, at virksemið hjá
byggivinnuni er minkað, tó
at timburmeistarar kortini
framvegis hava nakað at
gera, men eg haldi ikki, vit
kunnu siga, at okkara bygd
higartil er rakt av arbeiðs
loysi.
Koma til bygdar
Borgarstjórin vísir á, at
fleiri fólk koma úr øðrum
bygdum til Vestmannar at
arbeiða, eitt nú til fiskavirk
ið hjá Faroe Seafood, sum
vísir seg at hava nógv virk
semi.
Haraftrat hevur tað altíð
verið soleiðis, at nógvir
avbygdarmenn eru við skip
unum, sum eru heimahoyr
andi her hjá okkum.
Hann heldur tó ikki, at
vestmenningar
ganga
arbeiðsleysir av hesi orsøk.
Nei, eg haldi, at tey allar
flestu hava nóg mikið at
taka sær fyri, og herfyri
byrjaði Atlantis eisini at
arbeiða gulllaks aftur. Hetta
er vertíðararbeiði, sum er í
gongd í summarhálvuni.
Stór ferðavinna
Karl A. Olsen vísir á, at
umframt alt fólkið, sum
starvast í fiskiog fram
leiðsluvinnuni og øðrum
vinnum við tilknýti til hesar,
ganga vestmenningar eisini
frammarlaga í ferðavinnu.
Ferðavinna hevur eisini
nakað av tænastuvinnu við
sær, og soleiðis hava vit eis
ini støð á landi, sum veita
útlendingum og føroyingum,
sum dáma at ferðast, nøkur
tilboð.
Borgarstjórin leggur aftr
at, at í Vestmanna er stórur
skúli við framhaldsdeild,
fiskivinnuskúli og arbeiðs
pláss eru eisini á eldra
sambýli og dagstovni.
Men, sum eg nevndi í
áðni. Her er nógv virksemi
til okkara egnu borgarar,
umframt at stórt tal av fólki,
sum býr aðrastaðni, eisini
hevur sítt livibreyð í Vest
manna, sigur Karl A. Olsen.
Merkja lítið
og einki til
arbeiðsloysi
Vit arbeiða fram
vegis við ætlanunum
um at byggja eitt
røktarheim á Grøna
nesi, har vit leingi
hava havt eitt økið til
endamálið. Bygdar
ráðið fer í næstum at
taka støðu til, hvussu
fram skal farast,
sigur borgarstjórin í
Vestmanna
Vestmanna
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Tó at tíðirnar knappliga eru
broyttar, hava vestmenning
ar ikki slept ætlanunum um
at byggja eitt røktarheim í
bygdini. Kortini ætlar komm
unan sær ikki at leypa fram
av, nú vánirnar á ymiskan
hátt eru øðrvísi, enn tær
hava verið.
Vit eru millum tær bygdir
og býir, sum hava fingið
lovað stuðul til bygging av
einum røktarheimi. Lógin er
broytt, soleiðis at landskassin
nú rindar 700.000 krónur av
íløguni fyri hvørt búpláss.
Áður var ískoyti úr landskass
anum ein hálv miljón fyri
hvørt búpláss.
Karl A. Olsen, borgarstjóri
í Vestmanna, vísir á, at
heimið, sum vestmenningar
hava fingið teknað, rúmar
24 fólkum.
Metti kostnaðurin hevur
verið einar 50 miljónir krón
ur, men soleiðis, sum tíðir
nar eru í dag, og byggivinnan
hugsandi er eitt sindur
“svangari”, høvdu vit kanska
fingið heimið upp fyri einar
40 miljónir krónur.
Borgarstjórin vísir á, at
sitandi bygdarráð fer at taka
støðu til hetta mál einaferð
í summar, og tá fer komm
unustýrið eisini at viðgera
og taka støðu til eina lang
tíðar raðfesting av íløgum í
kommununi.
Økið til eitt røktarheim
er lagt av á Grønanesi, og
har er faktiskt alt klárt.
Koma vit til ta niðurstøðu,
at heimið skal byggjast, og
verkætlanin annars kann
fíggjast, er so gott sum klárt
at bjóða arbeiði út.
Karl A. Olsen ásannar, at
um kommunan fer undir
hesa verkætlan, er hon so
stór og kostnaðarmikil, at
onkrar aðrar íløgur, sum
liggja fyri framman, mugu
strekkjast yvir eitt sindur
longri tíðarskeið.
Tørvurin á einum røktar
heimi minkar ikki, tó at vit
hava eldrasambýli í bygdini.
Vit bíða nú eftir, um pening
urin gerst tøkur, og vit bíða
eisini eftir, hvørjar uppgávur
landið ætlar, at kommun
urnar skulu átaka sær. Í triðja
lagi vita vit heldur ikki við
vissu, hvussu landsstýrið ætl
ar, at kommunurnar skulu
síggja út frameftir, sigur borg
arstjórin í Vestmanna.
Fara at taka støðu til røktarheim
- Umframt alt fólkið, sum starvast í fiski-og
framleiðsluvinnuni og øðrum vinnum við
tilknýti til hesar, ganga vestmenningar eisini
frammarlaga í eitt nú ferðavinnu, sigur
borgarstjórin, Karl A. Olsen
Ferðamenn smugla fisk
Tollvaldið í Noregi hevur støðugt veksandi trupulleikar av stuttleikafisk
imonnum, sum royna at sleppa av landinum við meiri fiski, enn reglurnar
loyva. Millum annað hevur tollvaldið við svenska markið lagt hald á
rættiliga nógvan fisk í seinastuni. Fiskeribladet skrivar, at tær báðar
seinastu vikurnar hava tollararnir lagt hald á 651 kilo av skræðuleysum
og beinleysum toskaflaki, sum svara til meiri enn tvey tons í rundari vekt.
Tollvaldið sigur, at tað eru yvirhøvur týskir og estlendskir
stuttleikafiskimenn, sum royna at sleppa av landinum við flakinum.