Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-05-14, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. mai 2009síða 33

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 91 - 14. mai 2009 33 lýsingar Hevur tú hug at bera Jóhan Hendrikki Winther Poulsen eina kvøðu, nú hann fyllir 75, ber til at tekna teg fyri ORÐABÓKINA, sum kemur út 20. juni. Far inn á www.sprotin.fo og fyll oyðiblað- ið út. ORÐABÓKIN er savn av øllum hansara 200 málsendingum í Útvarpi Føroya frá 1969-1993. Bókin er um 1000 síður og kostar 400 kr. Fremst í bókini er kvøðulisti, har tú kanst seta títt navn og heiðra Jóhan Hendrik fyri hansara virksemi føroyskum máli at gagni. Evstafreist at fáa navnið við er 15. mei. · Jóhan Hendrik varð ímyndin av føroyskum málstrevi seinastu hálvu øldina. · Hann varð ímyndin av góðum føroyskum orðasmiði. · Hann varð ímyndin av føroysku móðurmálsorðabókini. · Hann hevur smíðað okkum orð, vit øll nýta og fegnast um. · Hann hevur givið nýggjum føroyskum máli sterkan samleika. Føroyskt hevði verið nógv fátækari, hevði Jóhan Hendrik ikki virkað, sum hann hevur gjørt. Seinasta freist at seta seg fyri ORÐABÓKINA er í morgin