hósdagur 14. mai 2009síða 35
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 91 - 14. mai 2009
35
Jógvan Arge skrivar í søg
uni hjá Føroya Skipara og
Navigatørfelag, at húsa
víkingurin Gregorius Jo
hannesen, millum manna
nevndur Grias við Á, var
leingi uppi í Skiparafelagn
um, sum varð stovnað í
1896. Grias var í nevndini
frá 1903 nærum óbrótið til
hann doyði.
Hann var formaður í
tveimum tíðarskeiðum.
Hann tók fyrstu ferð við
undir fyrra heimsbardaga. Í
hesum umfarinum var
hann formaður 19161919.
Í 1922 vóru aftur boð eftir
honum, og hann sat sum
formaður, tá ið hann doyði
á sumri 1925.
Hetta sama ár hevði
Grias umboðað skipararnar
í teimum tingingum, sum
vóru við løgtingið, tá
arbeitt varð fyri at fáa før
oyingum fiskiloyvi undir
Grønlandi. Hann tók skip
araprógv hjá Jens í Dali
22. mai 1895 saman við
kendum monnum sum
Johannes Lambaa úr Fugla
firði, Jóhannes í Stóru
stovu í Havn og Magnus
Fuglø á Viðareiði.
Sama árið kom hann á
Havnina við sluppini
Doceu og førdi hana til
1901. Tá var hann uppi í at
keypa sluppina Misletoe
saman við øðrum og førdi
hana í fleiri ár, til hann
legðist uppá land í 1909.
Táið Grias var lagstur
uppá land, varð hann nógv
brúktur sum loðsur. Hann
doyði, tá ið hann fór niður
til Danmarkar til nakað so
meinaleyst sum at taka
polyppur.
Ein beiggi Grias var
Demmus við Á. Hann var
eisini nevndarlimur í Skip
arafelagnum nøkur ár.
Grias var giftur við Elin,
dóttir Caroline Amalie og
Jens Jørgen Kruse, kendur
skipari og handilsmaður á
Eiði.
Grias og Elin búðu í
fyrstani í húsunum hjá
madam Andreasen í Rætta
rá. Hon var omma Elina.
Anna Margretha
Andreassen, sum hon æt,
var fødd í Keypmanna
havn. Hon var komin til
Føroyar saman við manni
sínum Christen Jens
Andreassen, sum hevði
ført skip fyri kongaliga
handilin. Hann gekk burtur
Dýra Biðidagsaftan 30.
apríl 1859 í einum illveðri,
tá ið eisini nógvir føroyskir
útróðrarbátar gingu burtur.
Tey áttu tvær døtur. Caro
line Amalie var so onnur
teirra.
Grias og Elin keyptu hús
ini, sum danski trúboðarin
Ryving Jensen bygdi til
sjómansskúla sín. Har
hevði Elin pensjonat og
matstovu eina tíð. Føroyski
sjómansskúlin yvirtók
seinni húsini og hevði tey,
til tann nýggi sjómansskúl
in var bygdur. Nú eru hús
ini skrivstova hjá skipa
smiðjuni.
Tey fingu eingi børn,
men tey fostraðu upp Elsu,
sum var ættleidd úr Dan
mark. Tey trý liggja lið um
lið í kirkjugarðinum. Elsa
legði altíð dent á, at hon var
ein Kruse, og hetta stendur
eisini á gravsteinum.
Elsa, vamliga kallað
Edda, arbeiddi nógv ár á
telegrafstøðini. Hon varð á
ungum árum trúlovað við
danan Peter Kjær, sum tá
var í Føroyum. Tað kom til
einkis teirra millum. Hann
giftist niðri og fekk tveir
synir. Tá ið hann gjørdist
einkjumaður, kom hann
aftur til Føroya og tey gift
ust. Tá vóru tey so tilkom
in, at tey ikki fingu nakað
barn. Tá Elsa doyði, flutti
Peter niður aftur.
Elin var sínar síðstu
dagar á Ellisheiminum í
Havn.
Kruseættin
Søgan hjá Elsu og Kruse
ættini er áhugaverd. Jens
Jørgen Kruse kom í 1866
til Eiðis sum faktor hjá
handlinum hjá C. F.
Siemens. Hetta starv hevði
hann inntil Siemens endaði
sítt virksemi á Eiði í 1889.
Hann keypti tá sjálvur
handilin. Men sambandið
var sera ringt til Eiðis.
Tískil varð hann noyddur
at selja handilin til Jørgen
Beck og Sønner í Keyp
mannahavn. Her var hann
so aftur faktor í 20 ár til
hann í 1909 keypti handilin
aftur. Men hesum fekk
hann ikki leingi gleði av, tí
longu í 1912 doyði hann
74 ára gamal.
Tá tók einkjan hjá hon
um við handlinum undir
navninum J.J. Kruses Enke.
Handilshúsini vóru upp
runaliga bygd í 1859 av
kongabóndanum Samuel
Samuelsen, sum nøkur ár
rak handilin fyri M. C.
Restorff.
Jens Jørgen Kruse var
føddur í 1837 í útróðrar
bygdini Kragebæk á Born
holm.
Tey mongu ár hann var
búsitandi á Eiði, hevði hann
mong álitisstørv og merkti
á mangan hátt menningina
á Eiði. Hann var heiðraður
við Riddarakrossinum.
Umframt handilshús var
eitt stórt goymsluhús fyri
fisk, salt, kol og timbur.
Tey útfluttu allar vanligar
føroyskar framleiðslur og
høvdu í handlinum mat
vørur, klæðir, ísinkram og
mangt annað.
Eftir mammuna tóku
synirnir Niels Andreas og
Peter Victor Kruse við.
Handilin hevur verið í ætt
ini inntil fyri fáum árum
síðani, tá ið hann fór á
aðrar hendur.
Kruse var merkismaður
Tingakrossur skrivar í
minningarorðum um Kruse
millum annað:
Kruses lange Liv og
Virken er knyttet til Ejde,
af hvis Befolkning hans
Bortgang vil føles som et
stort og smertelig Tab. Thi
lige saa stille og bramfri
hans Livsgerning var, lige
saa rig og vidtrækkende
har den været i alle disse
mange Aar. Hans God
gørenhed kom alle som
trængte til gode, og den
bundede i et godt og varmt
Hjertes dybe Medfølelse
med de Smaa i Samfundet.
Hans hjælpsomhed for
nægtede sig aldrig.
Hvad Kruse har betydet
for Ejdebygd og dens
Omegn som Læge uden
teoretisk Uddannelse
selvfølgelig, men med den
lykkelige Haand som med
født Evne og lang Erfaring
giver, vil vanskeligt kunde
maales. Og hans enestaa
ende Gæstfrihed var kendt
videnom, langt udover
Øernes grænser.
Vistnok det meste af sit
Liv var Kruse Formand i
Forstandetskabet paa Ejde.
Et godt og velsignelsesrigt
Menneskeliv er afsluttet
med gamle Jørgen Kruses
Død, en glad og hyggelig
Repræsentant for den gode
gamle Tid er med ham
gaaet bort.
Listafólk
Ein beiggi Elin og sonur
gamla Kruse var kendi
listamaðurin Niels Kruse.
Johan Kallsoy skrivaði í
minningarorðum, at hann
var ein av undangongu
monnunum millum før
oyskar listamenn í
málningakynstri.
Hóast bæði foreldrini
vóru donsk, kendi Niels
seg altíð sum ein heilan
føroying. Hóast hann
gjørdist meira enn 80 ára
gamal, var hann framvegis
virkin sum málari, tá ið
hann knappliga doyði.
Hann var millum teir fáu
føroyingar, sum tá fingu
sømdarpening, og tað helt
Johan, at hann hevði
søttliga uppiborðið.
Frá Kruse eru ættað
fleiri onnur kend listafólk
sum Óli Egilstrøð og
Sigrun Gunnarsdóttir
Niclasen.
Grias við Á:
Undangongumaður hjá skiparafelagnum
Tað eru ikki allar gravir í gamla kirkjugarði, sum hava so stóran gravstein. Tað ger minni. Tað týdningarmesta
er, at tað kann staðfestast, hvar fólk eru grivin. Hesa ferð umrøða vit Grias Johannesen, konu hansara Elin og
fosturdótrina Elsu. Eisini verður komið inn á Kruseættina á Eiði, sum er eitt gott dømi um danskar tilflytarar,
sum hava ríkað okkara samfelag
Óli Jacobsen
olij@sosialurin.fo
F.V.
ELLEN JOHANNESEN
F. KRUSE
F. 16-8 1865 D. 28-7 1951
HERREN ER MIN HYRDE
-----
ELSE KJÆR
F. KRUSE JOHANNESEN
F. 24-12 1903 D. 11-3 1967
----
KAPT
GREGORIUS
JOHANNESEN
F. 25-5 1871 D. 1-6 1925
JEG LEVER OG I SKULLE
LEVE
Gomlu handilshølini á Eiði
Næstu ferð
Í komandi parti
verður greitt frá Poul
Juel Djurhuus, sum
millum annað var
formaður í Føroya
Fiskimannafelag
Elsa við pápanum Grias
Elin var av Eiði
Caroline Amalia og Jens Jørgen Kruse, sum endaðu á Eiði