fríggjadagur 15. mai 2009síða 17
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 92 - 15. mai 2009
17
I kvøld, friggjakvøld
ið, byrjar ’Whitby
Gospel Music Con
vention’ í Whitby í
North Yorkshire í
Onglandi. Hetta er
tíggjunda ferðin, at
stevnan verður hildin
og fyri fimtu ferð
luttaka ’Triple Trio’
og ’Dupultkvartettin i
Ebenezer.’
Alt byrjaði í 1999, tá fyrsta
sangstevnan av hesum slagi
varð hildin i Fraserburgh í
Skotlandi. Millum sangar
arnar var Paul Wheater úr
Whitby, sum manna millum
verður nevndur ’Yorkshire
Jim Reeves,’ tí rødd hansara
í stóran mun minnir um
røddina hjá navnframa Jim
Reeves. Á stevnuni knýttu
hann og føroyingarnir skjótt
vinabond.
Paul Wheater bleiv so
hugtikin av sangstevnuni í
Fraserburgh, at hann gjørdi
av at skipa fyri eini líknandi
stevnu í Whitby, og longu
árið eftir, í 2000, var fyrsta
’WGMC’ hildin í ’Whitby
Pavillion’ stóru býarhøllini
niðri við sjóvarmálan í
Whitby. Og millum sangar
arnar vóru Triple Trio og
Dupultkvartettin í Ebenezer.
Síðani hava føroyingarnir
sungið á stevnuni í 2001,
2002 og 2005. Hetta verður
sostatt fimta árið, at ’Voices
of Faroe’, sum bólkarnir
verða kallaðir á stevnuni,
fara á pallin í Whitby.
Aftaná at føroyingarnir
høvdu sungið á eini av
stevnunum, stóð ein eldri
maður í gongini og ratti upp
eina foroyska húgvu. Jack
Crow, sum hann kallaðist,
hevdi verið hermaður í Før
oyum undir seinna heims
bardaga. Hann helt ómeta
liga nógv av føroyingum,
og serliga av Theodor Dam,
sála, í Sandavági, sum hann
hevði samskift mest við, tið
ina í Føroyum. Frá honum
hevði hann fingið húgvuna,
sum hann hevði goymt øll
hesi árini. Hann hevði altið
ynskt sær at hitt føroyingar
aftur, og tá hann hevði frætt,
at føroyingar skuldu syngja
í Whitby, gjørdu hann og
konan av at koyra langa
teinin úr London til Whitby
fyri at hitta teir.
Úrslitið varð, at Jack og
konan tvey tey næstu árini
komu til Føroya at vitja, og
búðu hja ’Voices of Faroe’
og hjá familjuni hjá Theodor
Dam í Sandavági. Seinnu
ferðina gav hann einum í
Dupultkvartettini tað dýra
barasta hann atti, sína egnu
Bíbliu.
Paul Wheater hevur gjørt
ein faldara, sum lýsir stevn
una og sangararnar, sum lut
taka. Skotsmálið, hann gev
ur føroyingunum, er hetta:
’Ikki einans syngja tey
avbera væl, men trúgv
teirra lýsir av teimum og
lýsir upp alt vikuskiftið.
Land teirra eigur at vera
errið av teimum, sum tey
umboða Føroyar. Vit eru
errin av teimum sum umboð
Kristusar.’
Á stevnuni í ár verða
eisini sangarar úr USA,
Norður Írlandi, Skotlandi,
Orknoyggjunum og Ong
landi. Til ber at lesa meira
um stevnuna í Whitby á
heimasíðuni hjá Paul Wheat
er, www.paulwheater.com
Sangstevna i Whitby i Onglandi
Donsku hjúnini Hjalte Tin
og Nina Rasmussen, sum
skulu halda fyrilestur um
teirra ævintýrkenda lív á
motorsúkklu kring um í
heiminum, eru komin til
Føroya.
Fyrilesturin, sum verður í
Norðurlandahúsinum sunnu
dagin 17. mai kl. 16, verður
ein forvitnisligur fyrilestur,
sum tey hava valt at kalla
»Nina og Hjalte – eitt
ævintýralív«, tí soleiðis fata
tey í stuttum seg sjálvi og
lív teirra á motorsúkklu.
Fyrilesturin verður um
ferðir teirra á motorsúkklu
ymsastaðni í heiminum, eitt
nú í Suðuramerika, á Kuba
og í Sovjettsamveldinum.
Saman við fyrilestrinum
sýna tey myndir av tí, sum
tey siga frá.
Vit hava ferðast ymsa
staðni í heiminum, og upp
daging er okkara liviháttur.
Frá motorsúkkluferðum við
børnum í Suðuramerika til
Irak og onnur lond. Vit hava
nógvar søgur at siga tykk
um. Fyrilesturin er ókeypis,
og øll eru vælkomin, siga
tey bæði.
Hjalte og Nina fara ann
ars at ferðast kring landið á
motorsúkklu. Mánakvøldið
18. mai vitja tey hjá Føroya
Ellisakførum og týsdagin
19. mai kl. 16 verður eitt
tiltak hjá MCSøluni, har
øll eru vælkomin.
Hjalte og Nina
komin til Føroya
Hjalte og Nina í Vágsbotni við
motorsúkklum frá MC-Søluni
Mynd: Jens Kristian Vang
nøvn