Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-05-15, síða 46
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 15. mai 2009síða 46

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

46 Nr. 92 - 15. mai 2009 tíðindi Tíðindaskriv Nú verður aftur høvi hjá 14 til 16 ára gomlum at melda seg til verkætlanina “Ung í arbeiði” í Tórs­ havnar kommunu, sum verður í gongd í fýra vikur, frá 29. juni til 24. juli. Eisini kunnu “eldri” ung melda seg til sum bólkaleiðarar hjá teimum yngru. At ung sleppa at gera ym­iskt fyrifallandi arbeiði, ið hevur til endam­áls at fríðka um­ kom­m­ununa, er vorðið ein fastur siður í Tórshavnar kom­m­unu m­itt um­ sum­m­arið. Arbeiðið verður skipað soleiðis, at tey ungu sleppa til arbeiðis tvær vikur í part, svarandi til 80 tím­ar. Um­søkjararnir skulu vera m­illum­ 14 og 16 ár og búgva í Tórshavnar kom­m­­ unu, m­en er onkur eitt nú í skúla aðrastaðni og flytur aftur til kom­m­ununa í sum­m­arfrítíðini, kann viðkom­andi eisini søkja. Tilm­eldingin á heim­asíð­ uni www.torshavn.fo byrjar m­ánadagin 25. m­ai klokkan 8 og er úti fríggjadagin 5. juni. Ein serlig tilm­eldingar­ skipan er gjørd til heim­a­ síðuna, har tey ungu skulu útfylla ávísar teigar, og eftir lokna tilm­elding verður lutakast um­, hvør fær kjans­ in hesa ferð. – Tíverri hava vit vanliga ikki pláss fyri øllum­, sum­ m­elda seg til. Men hesa ferð er skipanin soleiðis, at tey, ið ikki fingu arbeiði síðsta sum­m­ar, í størst m­øguligan m­un fáa fram­­ íhjárætt, so tey fáa arbeiði hesa ferð. Tó vilja vit heita á øll ung, sum­ annars ganga undir treytirnar, um­ at søkja, sigur Linda Petersen, sum­ er sam­skipari av verk­ ætlanini “Ung í arbeiði”. – Um­fram­t, at vit sóknast eftir ungum­, ið vilja sleppa til arbeiðis í tvær vikur í sum­m­ar, sóknast vit eisini eftir bólkaleiðarum­, ið kunnu standa fyri arbeiðin­ um­ hjá teim­um­ ym­su bólk­ unum­. Eisini tey kunnu søkja um­ starv um­vegis heim­asíðuna, og so finna vit tey best egnaðu. Arbeiða við gleði Tað er Margarinfabrikkin, ið sam­skipar verkætlanina, tí har eru tey fram­m­anundan von við líknandi uppgávur, so sum­ at arbeiða við verk­ ætlanum­, um­fram­t at tey dagliga arbeiða við teim­um­ ungu. – Tí praktiska hava vit nógvar royndir av, og vit hava eisini allan tann neyð­ uga førleikan í húsinum­, so tí er tað upplagt, at Margar­ infabrikkin stendur fyri verkætlanini, sigur Bogi Andreasen, leiðari í Marg­ arinfabrikkin, sum­ m­illum­ annað nevnir tað pedagog­ iska sum­ ein part av heild­ ini. – Vit eru von við at akti­ vera tey ungu, og tí kunnu vit eisini geva eitt nú bólka­ leiðarunum­ góð ráð, tá teir skulu út at gera tað sam­a. Eisini hava vit ferð eftir ferð sæð, at gevur tú teim­um­ ungu álit og ábyrgd, so vaksa tey við uppgávuni og fáa størri sjálvsálit, um­fram­t at tey gera sítt arbeiði við gleði. Linda og Bogi siga som­u­ leiðis, at tey fegin hoyra frá fólki, sum­ hava uppskot um­, hvat kann gerast av arbeiði í teirra nærum­hvørvi. Á heim­asíðuni hjá kom­m­­ ununi, har kunnað verður um­ »Ung í arbeiði«, ber beinleiðis til at kom­a við slíkum­ uppskotum­, og eisini ber til at senda teldu­ post á linda@torshavn.fo. Tað, sum­ tey ungu fara at gera, er alt m­øguligt, og tað kann bæði snúgva seg um­ at gera sm­áum­vælingar, lúka, sópa gøtur, m­ála, rudda og annað – alt eftir tørvi. Av tí at lutakast er m­illum­ tey, sum­ søkja um­ at fáa arbeiði, er tað líka m­ikið, um­ tú ert fyrstur ella síðstur at m­elda teg til. Arbeitt verður átta tím­ar um­ dagin, frá klokkan 8 til klokkan 16, og tey ungu verða sett eftir vanligum­ setanartreyt­ um­ og lønt eftir sáttm­álaav­ talaðu tím­alønini hjá Havn­ ar Arbeiðsm­annafelag. Bjóða ungum arbeiði í summar Vovin føroysk klæði í Lítluvík Vevkonurnar Joana Bjarnastein og Poul­ ina Jóanesardóttir hava komandi vikuna søluframsýning við føroyskum klæðum í Smiðjuni í Lítluvík Framsýning Eilen Anthoniussen eilen@sosialurin.fo Í dag letur sølufram­sýning við føroyskum­ klæðum­ upp í Sm­iðjuni í Lítluvík. Tað eru vevkonurnar Joana Bjarnastein og Poulina Jóan­ esardóttir, ið standa fyri fram­sýningini. Á fram­sýn­ ingini verður høvi at síggja og ogna sær vovin skjúrta­ stykki, turri­ og fyriklæði í ym­iskum­ litum­ og við ym­iskum­ m­ynstrum­. Eisini verða døm­i við øðrum­ vovnum­ pløggum­ ­ so sum­ vovnir vestar og hosubond. Joana og Poulina hava nom­ið útbúgving sínar á vevilinjuni á Sem­inariet for Kunst og Håndværk í Kerte­ m­inde. Um­fram­t at tær hava vevstovu, undirvísa tær báðar á kvøldskúlaskeiðum­ í veving. Harum­fram­t undir­ vísir Poulina á vevstovuni á Sjóndepilinum­. Fram­sýningin er opin frá fríggjadegnum­ 15. m­ai til m­ikudagin 20. m­ai klokkan 10­19.00, tó sunnudag 14­19.00.