fríggjadagur 15. mai 2009síða 31
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 92 - 15. mai 2009
31
SAMBAND
jákup Mørk
jAkup@SoSiAluriN.fo
tlf. 341800
ítróttur
Fyri tveimum árum
síðan greiddi Sølvi
Winter Olsen, lækni,
frá, hvussu týdninga
mikil sólkrem og vatn
vóru á oyggjaleikum á
Rodos. Hóast hesi boð
ikki eru heilt burtur,
so nerva diaré og
moyggjabitar læknan
mest
Oyggjaleikir
Eirikur í Jákupsstovu
eij@sosialurin.fo
Um sjey vikur fer ein rúgva
av føroyskum ítróttarfólkum
á oyggjaleikir á Álandi.
Hetta
verður
tíggjunda
ferðin, Sølvi Winter Olsen
er við sum lækni, og boðini
hesafer eru rættiliga greið.
- Tað vera øgiliga nógvir
moyggjabitar, og teir eru
øgiliga ágangandi, so havi
nóg mikið av klæðum við
longum ermum og sum ikki
sita ov leist, so moyggjabit-
arnir ikki sleppa innundir
klæðini, segði Sølvi Winter
Olsen í Norðurlandahúsin-
um í gjár.
Somuleiðis greiddi hann
frá, at hóast roknast kann
við nógvum regni á oyggja-
leikunum í summar, og at
heit klæði mugu við, so er
framvegis týdningarmikið
at drekka vatn. Serliga hjá
teimum, ið vera innandura,
tí har gerst skjótt rættiliga
heitt.
- Men tit mugu ansa eftir,
at tað ikki verður alt ov
nógv drukkið, tí so kann
kroppurin fara úr balansu,
og tá er skjótt at fáa diare,
segði læknin, sum er sann-
førdur um, at ongin vandi
er við at drekka vatn úr
kranunum á Álandi, nú
álendingar hava givið boð,
at vatn skal drekkast úr
kranunum, fyri at verja
umhvørvið.
- Áland er ein partur av
Finnlandi, og har plagar
skil at vera á, segði hann.
Sólin kann gera mun
Men tað kann sambært
Sølva Winter Olsen henda,
at sólin kemur fram, og tá
kann skjótt gerast heitt.
- Skuldi tað hent, at tað
bleiv heitt, so mugu tit minn-
ast til talið 26 stig, tí tá verð-
ur tað so ómetaliga týdning-
armikið at drekka vatn og
smyrja seg við kremi, segði
hann í Norðurlandahúsinum
í gjár, tá hann, Magni Mohr
og Jóhanna á Tjaldrafløtti
greiddu frá ymiskum viður-
skiftum hjá ítróttarfólki.
Jóhanna á Tjaldrafløtti
greiddi millum annað frá,
hvussu týdningarmikið tað
er, at ítróttarfólk eg nóg
mikið, nóg rætt og nóg mik-
ið av kolvætu.
Magni Mohr, Ph.D i
venjing, er sannførdur
um, at skulu tey, sum
longu eru í toppinum
innan føroyska
ítrótt, gerast betri,
so mugu tey venja
minni og øðrvísi.
– Ikki bara hugsa um
kilometrar. Hugsa
eisini um intensitetin,
segði hann í Norður
landahúsinum í gjár
Oyggjaleikir
Eirikur í Jákupsstovu
eij@sosialurin.fo
Magni Mohr er óivað mest
virda navnið innan vísund
handan ítrótt í Føroyum. Í
gjár helt hann ein fyrilestur
í Norðurlandahúsinum, og
niðurstøðan var púra greið.
Fólk, sum eru í góðari
venjing og venja eina rúgvu
um vikuna, mugu syrgja
fyri at vaksa um intensitetin
í venjingunum, tí tá mann
er komin á eitt ávís støði,
kann tað gera tað sama,
hvssu nógvar tímar og kilo-
metrar mann venur, um
intensiteturin ikki er nógv
høgur.
Hesum
niðurstøðum
grundgav Magni Mohr við,
at hann hevði verið við at
gera royndir við maraton
rennarum, og við at broyta
venjingina hjá honum eitt
lítið sindur við hægri int-
ensiteti, gjørdi hann fram-
gongd, sum hann ikki hevði
gjørt leingi.
Mugu kanna atletar
Somuleiðis
staðfestir
Magni Mohr, at uttan vís-
indaligar kanningar av atlet-
um so er sera torført at fáa
røttu venjingina burturúr.
- Vit mugu kanna okkara
ítróttarfólk, tí annars verður
sera torført at siga, hvussu
fólkið skal venja, staðfesti
hann.
Hann legði í sama við-
fangi afturat, at hóast mann
ikki hevur kanningar, so má
mann hugsa um at trappa
venjingina niður seinastu
10 til 12 dagarnar fyri kapp-
Tað verða nógvir moyggjabitar
Venji minni
Magni Mohr, Ph.D. í venjing
og fysiologi, metir tað vera av
alstórum týdningi at kanna
ítróttarfólkini, fyri at kunnu
skipa venjingina sum best
Sølvi Winter Olsen, lækni, er bangin fyri,
at føroysku ítróttaravrikini kunnu gerast
avmarkað av moyggjabitum
Flestu ítróttargreinirnar,
sum vera úr Føroyum
á oyggjaleikunum,
vóru umboðaðar til
fyrstu savningina av
oyggjaleikaliðunum nakrantíð
áðrenn oyggjaleikir. Ætlanini
er, at fólkini skulu hittast eina
ferð enn