fríggjadagur 15. mai 2009síða 32
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
32
[ Nr. 92 - 15. mai 2009 ]
Live av Argjum
Rás2 sendir beinleiðis av Argjum, tá AB og EB/Streymur hittast fyri
aðru ferð upp á fýra dagar.
Hesa ferð er talan um landskappingardyst, men skal støði
takast í fyrru hálvfinaluni millum liðini, so kann roknast við
einum sera spennandi dysti.
Og Hilmar Jan Hansen fer sjálvandi at siga øllum Føroya
fólki frá, hvussu leikur fer úti í Vika. Meðan 3. hálvleikur
verður sendur úr Bowling-høllini á Hálsi verður fleiri ferðir
stillað um út á Argir, haðani tað verður varpað út beinleiðis.
Eysturoyaruppgerð
Tølini tala fyri, at Víkingur tekur stigini í
Sarpugerði, tá B68 kemur á vitjan. Toftamenn
hava nevnliga bert fingið stigini við sær úr
Sarpugerði tvær ferðir seinastu tíggju árini.
Hinvegin er ein av hesum sigrunum júst
seinastu ferðina, at B68 var á vitjan.
Nevnliga tá teir í fjør brutu eina røð, har
Víkingur ikki hevði tapt í sjey dystum á rað.
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Gysarin í hesum umfarinum
verður
seinnapartin
sunnudagin í Klaksvík. KÍ
við tí stoltu søguni er
botnlið. Tað eru trý stig upp
til næstaftasta plássið, og
isolatiónin verður uppaftur
størri, um tað ikki eydnast
at vinna á 07 Vestur, sum er
næstaftast.
Vágamenn vóru rættiliga
leitandi í fyrstu umførunum,
men tríggjar tær seinastu
ferðirnar hava teir vunnið
úrtøku, hóast hon ikki hevur
verið so stór, sum hon kundi
havt verið:
- Eftir sigurin á B36 hava
vit spælt javnt bæði ímóti
AB og ÍF. Í móti báðum
hesum liðunum hava vit
verið á odda, og vit iðra
okkum um, at tað ikki
eydnaðist at halda tørn og
harvið úr hesum báðum
dystunum at vinna fýra stig
meiri, enn vit nú hava.
Hetta
sigur Tór-Ingar
Akselsen, sum er ein av
stuðlunum á vágaliðnum.
Hann fegnast um, at liðið er
alt meiri samanspælt:
- Fyrstu umførini vóru vit
rættiliga
leitandi.
Tær
seinastu ferðirnar hava vit
spælt við umleið somu
manning hvørja ferð, og tað
er sjálvandi ein fyrimunur.
Ímóti ÍF varð Jóhan Petur á
Stongum útvístur, og tí
verður tað neyðugt við
nýggjum framrættaðum sen-
tralum miðvallara. Allir hin-
ir eru tøkir, og vit ætla okk-
um at vinna øll stigini í
Klaksvík.
Tit vunnu 3-0 í steypa-
kappingini í Klaksvík?
- Talan var um javna
uppgerð. Einki mál varð
skorað í 1. hálvleiki. Vit
skoraðu fyrst. So vóru teir
noyddir at satsa, og so
skoraðu vit tvey mál aftrat.
Tað verður torført, men eg
ivist ikki í, at vit fara til
Klaksvíkar við størri sjálv-
sáliti hesa ferð, enn tá ið vit
vóru har norðuri og spældu
í steypakappingini. Síðani
tá hava royndirnar verið
góðar hjá okkum, heldur
Tór-Ingar Akselsen.
Botnurin
Í Klaksvík hevur úrtøkan
verið so lítil sum ongantíð
áður. Í tveimum teimum
fyrstu umførunum eydn-
KÍ rør tungan róður í ár. Á heimavølli hava
teir longu tapt eina botnuppgerð, og tað eru
ráðini ikki til hesaferð
Savnsmynd: Álvur Haraldsen
Stigini fylgja ikk
við hitanum
Við– ikki við
Ikki við: Jóan Petur á Stongum
Ikki við: Jónas Stenberg (óstbein), Dánjal Rói Olsen
(kjálkabein)
Ivasamur: Rói Danielsen (sjúkur)
Við aftur: Bergur Midjord (lær)
Ivasamur: Fróði Clementsen
Ikki við: Niclas Joensen (leikbann)
Við: Egil á Bø (eftir leikbann)
Ivasamur: Leif Niclassen (skinnabein)
Við aftur: Vagnur Mohr Mortensen, Kristian R.
Mouritsen (fótlið), Johan Ejvind R. Mouritsen
(skinnabein)
Ivasamur: Rasmus Nolsøe (lær), Andrew av Fløtum
(lær), Poul Thomas Dam (fótlið)
Við aftur: Balasz Sinko (leikbann)
Ivasamur: Bartal Eliasen (fótlið)
Við aftur: Heðin á Lakjuni (liðband)
Ikki við: Arnhold Joensen (vøddaskaði)
Ivasamur: Allan Joensen (vøddaskaði)
Við aftur: Øssur Dalbúð (fótlið)
Ikki við: Atli Gregersen (leikbann)
Soleiðis plagar at ganga
Dystur/ár
2004
2003
2002
2001
2000
1999
v-j-t
mál
Víkingur *)-B68
0-1
4-1
-
-
1-1
-
-
-
5-2
0-0
2-0
2-0
1-2
3-0
5-2-2
18-7
AB-EB/S
-
-
1-2
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
0-0-1
1-2
B36-NSÍ
1-1
-
1-1
0-1
2-1
1-1
2-0
0-1
1-1
2-0
1-3
1-0
5-0
3-2
6-4-3
20-12
ÍF-HB
1-0
-
-
-
1-3
-
1-1
-
0-2
-
-
-
-
0-1
1-1-3
3-7
KÍ-07 Vestur **)
-
-
-
-
-
-
-
-
-
2-0
-
2-0
4-1
-
3-0-0
8-1
*) Fram til og við 2007 eru hagtølini hjá GÍ nýtt
**) Fram til og við 2008 eru hagtølini hjá FS Vágum nýtt
2005
2006
2007
2008
Á talvuni sæst, hvussu tað hevur gingist, tá mótstøðuliðini sunnudagin hava dystast í tilsvarandi uppgerðunum seinastu 10 árini
Talan verður um sanna lagnuuppgerð
fyri KÍ, sum einki mál hevur skorað
fýra tær seinastu ferðirnar, og sum nú
fær vitjan av 07 Vestur, sum tríggjar tær
seinastu ferðirnar hevur vunnið stig