Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-05-15, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 15. mai 2009síða 4

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 92 • 15. mai 2009 Vikuskifti 4 Rani Nolsøe er 49 ára gamal. Hann er búsitandi miðskeiðis í heimbýnum, Klaksvík, og býr hann saman við konuni, Hervør, og báðum børnunum, sum eru 11 og seks ára gomul. Umframt at vera partur av tónleikabólkinum, Frændur, er Rani Nolsøe ein virkin telvari, og arbeiðir hann í løtuni við tí, hann brennir fyri, nevniliga íverksetan. Hann hevur sína dagligu gongd í Íverksetarahúsinum í Klaksvík, har hann er stjóri, og hevur harafturat royndir sum býráðs­ politikari og lærari í heimspeki í býnum. Tá prátið kemur inn á nakað so grundleggjandi í dagsins sam­ felag, pengar, fellir tað honum nakað trupult at seta orð á hvat pengarnir fara til. ­ Eg havi ein trupulleika við orðunum “at keypa”. Tað er ikki nakað, sum hevur nakað at siga fyri meg. Eg kann bara koma á eitt stað, har eg ordiliga hugni mær við at keypa. Og tað er hjá Simma, sigur Rani Nolsøe. Heimið er eisini á tremur við ljóðførum. 11 ára gamli sonurin, Eyðun, er eisini farin at spæla gittar, og eru tilsamans sjey gitt­ arar og tríggir forsterkarar nú at finna í heiminum hjá Rana Nolsøe á Klaksvíksvegi. Góðgæti eisini fyri vaksin Tað, sum kortini vigar nógv tá Rani Nolsøe trívur í penga­ mappuna, er góðska. Bæði í vøru og tænastu. ­ Mær dámar væl kvalitetsvørur. Og tað besta er tá eg standi í einum handli, og sølufólkið veit akkurát hvat eg skal hava. Kennir meg og mín tørv beinanvegin, sigur Rani Nolsøe. Fer hann á klædnajakt, er tað impulsivt. Hann er ikki typan, ið má inn í ein handil, tí ein lekkur jakki hongur í vindeyganum, sum hann bara má hava. ­ Tá eg so keypi, skulu klæðini helst vera úr casual/klassiskt deildini, og tey skulu vera av góðari góðsku. Tað loysir seg í longdini, sigur hann. Og tað er eisini reglan, tá klæðir til regluligu renningina skulu keypast. Matinnkeypinum, er tað fyri tað mesta konan, ið tekur sær av. Hvat skal keypast, verður oftast avgjørt í handlinum. ­ Vit eta nógvan fisk, hakkikjøt, høsnarungar og so framvegis. Men skal tað vera høsnarungi, skal hann vera feskur. Frystan høsnarunga vil eg ikki síggja. Ofta avgera børnini hvat skal á borðið. Tá kann tað til dømis verða karrybollar og rís, sum verður matskráin tað kvøldið. Vit royna so frægt sum gjørligt at eta sunt, men tað er torført at halda skil á góðgætinum við tveimum børnum í húsinum. Tí hava vit sum so ongar strangar reglur fyri. Mær dámar væl sjálvur at seta meg við eini myrkari sjokulátu afturvið einum góðum gysarafilmi. Av gamla skúlanum Ikki alt keyp hjá Rana Nolsøe fer fram inni í handlunum. Rani hevur ein vana, sum nátúrliga hevur fylgt honum gjøgnum árini. Tað er keyp av tónleiki og tónleikaútgerð. Kasettubondini komu í sínari tíð í staðin fyri pláturnar, fløgurnar í staðin fyri kasettubondini, og nú eru fløgurnar eisini skumpaðar til viks av talgildum tónleiki. ­ Eg keypi so at siga ikki fløgur longur. Allur tónleikurin eg keypi, keypi eg umvegis Itunes. Gamla útgerðin, sum fylti nógv, stendur ikki frammi í barnaheiminum hjá Rana Nolsøe, sum fyri fáum árum síðan varð umvælt, eftir at hann keypti húsini. Útgerðin er kortini ikki ruddað longur burtur enn niður í kjallaran. Tøkniligi parturin av útgerðini er nú nýmótans teldur, og finnast ikki minni enn fimm teldur í húsarhaldinum, sum telur fýra fólk. Ein stationer telda, og fýra farteldur. Av hesum hevur sonurin tvær í varð­ veitslu. ­ Eitt, sum nógvir pengar hjá mær fara til, eru ymisk telduforrit og heimasíður, sum eg havi hald til. International Chess Club er eitt, og tað geri eg brúk av hvønn dag. Tvey talv um dagin, tað er fast. Men eg má samstundis siga, at eg eri av gamla skúlanum. Eg bíleggi einki umvegis netið, sum inniber at eg Eilen Anthoniussen eilen@sosialurin.fo Myndir: Jens Kr. Vang jensk@sosialurin.fo Fyri Rana nolsøe, er tað einans inni í handlinum hjá Simma, hann slær seg leysan við pengapunginum. Ein góð keypsuppliving er, tá sølufólkið veit akkurát hvat hann skal hava, og veitir eina skjóta og góða tænastu. Og tað, Rani Nolsøe brúkar sínar pengar uppá, er góðska í breiðastu merking - Tá eg so keypi, skulu klæðini helst vera úr casual/klassiskt deildini, og tey skulu vera av góðari góðsku. Tað loysir seg í longdini, sigur hann.