fríggjadagur 15. mai 2009síða 21
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 92 • 15. mai 2009
Vikuskifti 21
skemt
Í rangastrúpan
Er okkurt komið í rangastrúpan, er hetta komið
heilt skeivt í hálsin. Og soleiðis er eisini við
teimum útsagnunum, sum vit hava prentað
niðanfyri. Eisini hóast hesar útsagnir eru á
prenti. Samstundis sum vit prenta hesar, vilja
vit við hesum senda eina áheitan til lesarar
okkara um at siga frá, um líknandi skeivleikar
ella bara løgnar útsagnir eru at síggja í prentaðu
miðlunum. Fráboðanir um hetta kunnu sendast
okkum við bæði bræv- og telduposti.
So er at senda heroinið við postinum
»§ 1. Postsendingar, sum ikki verða mettar at innihalda
tollskyldugar vørur, ella vørur, sum eru bannaðar at innflyta,
hevur postverkið tó heimild at útflýggja beinleiðis til móttakaran
uttan um to llvaldið.«
Kunngerðarblaðið
Mannfólkaprát
»Har hevur tú fýra kúlur, men tú hevur tvær afturat!«
3-2 í sjónvarpinum
Nú tú sigur tað...
»...tá ið tað so einaferð fer at bragda hjá unga liðnum hjá KÍ, so
skulu úrslitini og stigini fara at koma«
Dimmalætting
Hon sá tað á røddini
»Sambært kvinnuni var politisturin sjónliga irriteraður av at ringt
var á støðina hendan leygardagin beint eftir døgurðan«
Norðlýsið
Var hann í kilti?
»Skoti á opnari gøtu«
Skíggjatekstur í Degi og Viku
Kanska el-drivin
»...varð skotið inn gjøgnum ein bilrút, sum kom út á R. C.
Effersøesgøtu í Havn.«
www.dimma.fo
Skot ella krasj?
»Skotið varð úr einum bili, sum koyrdi eftir R. C. Effersøesgøtu,
inn í ein bil, sum stóð parkeraður.«
www.uf.fo
Full javnstøða
»Fleiri kvinnur og ung til avvenjingarۚ «
www.portal.fo
Varð hann handtikin
»Simon Anholt í Miðlahúsinum«
www.portal.fo
Olympiska slagorðið sigur okkum, at tað týdningarmesta er at taka lut. Og tað er í
øllum førum nakað, sum ítróttarfólkini á hesum myndunum hava tikið til eftirtektar.
Kanska halda tey ikki sjálv, at støðurnar eru so stuttligar, men hjá okkum øðrum kann
tað kortini vera mikið undirhaldandi at hyggja at
Tað týdningarmesta
er ikki at vinna
Kanska er tað lættari at skora, um eg fái málmannin burtur...
Hvussu ólukkan sleppi eg nú niður?
Hatta má vera tað, sum tey kalla strikeout!
Hatta frísparkið rakti múrin!
Hann luktaði ikki so illa. Hvussu
man hann smakka?