fríggjadagur 15. mai 2009síða 27
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 26 • 15. mai 2009
Í fjør ummælti eg fleiri nýggjar
føroyskar bjór á marknaðin
og undan ólavssøku setti eg
snapsin í brennidepilin.
Síðan tá er ein nýggjur
snapsur komin á marknaðin.
Sokallaða Lívsins Vatn,
frá teimum báðum Erlingi
Eidesgaard og Mortani
Mols Mortensen. Framleitt
og destillerað á Bornholm í
Danmark, men eftir føroyskari
uppskrift og eftir øllum at
døma við innihaldi av føroyskari
urt. Stílurin er upplýstur at vera
eftir aldargamla norðurlendska
akvavitt-siðinum.
Í fjør komu fýra nýggjar
bjór frá bryggjaríið í Klaksvík.
Sonevnda Sct. Brigid-røðin
í samband við 120 ára
hátíðarhaldið hjá Føroya Bjór.
Hesar fýra damurnar vóru
rættiliga ymiskar og vóru
rættiligt nýbrot innan føroyska
bryggisøgu. Yvirgeraða ale-
slagið varð fyri fyrstu ferð av
álvara tulkað eftir føroyskum
leisti og grundsjónarmiðunum
hjá Anniku Waag.
Í vikuni kom so ein nýggjur
drongur í flokkin. Hann eitur
Tór! Tað er nýggj bjór, ið
Føroya Bjór bryggjar í samband
við at Tórshavnar Kommuna í
ár gerst 100 ár. Sera sjáldsama
etikettan hevur hin dugnaligi
og ikki minst kreativi Ole Wich
skapað. Eitt sterkt úttrykk og
við sniði, sum fær ein at hugsa
um tibetanska snjóleyvu-
flaggið.
Lívsins Vatn,
38 % abv.
Tór, undirgerað lager,
4,6 % abv.
27
Mortan í Hamrabyrgi
ummælir vín úr Rús drekka
sølu Landsins. Skoðsmálini
eru latin í mun til samsvar
millum prís og góðsku.
vín
ummælið
mortan@hamrabyrgi.com
Uppruni: Akvavitt úr Danmark (føroysk uppskrift)
Ummæli: Angin hevur klassiska norðurlendska kumman-tónan.
Í miðal-dosis. Ein annar, men lættari grundtóni er meira urta- og
fruktkendur og kundi kanska verið hvonn. Men eisini eru floralir
tónar av hvítum blómum og ein feril av appilsinflusi. Smakkurin
er sera rundur, ikki so samansettur og nakað alkohol-mildur. Eg
vildi næstan sagt ein feminimur snapsur. Og tað er ikki illa meint.
Men hann er kanska ov bleytur og lættrennandi. Í hvussu so er
til snykuta føroyska matin, ið eftir mínum tykki, krevur væl størri
brodd og væl hægri alkohol-innihald at reinsa góman. Smakkurin
hevur tó ein heilt góðan lakress-eftirsmakk. Eg kann upplýsa at
Lívsins Vatn er notið við stovutemperatur og í klænvaksnum eau-
de-vie glasi. Tríggjar stórar!
Kostnaður: Kr. 247,50 (70 cL)
Skoðsmál:
Uppruni: Øl úr Føroyum
Ummæli: Vakur koparreyður litur við rættiliga rúgvusmiklum
froða. Angin er fyrst og fremst merktur av malt- og ger-tónum.
Humlan er sett nakað til viks. Men malt-spælið er rættiliga
spennandi og livandi. Samansettir tónar av malti, appilsinflusi,
koriandur og myrkum sukri. Meðalstór fylla í smakkinum. Bjórin
kennist rund og mjúk í gómanum. Smakkurin er lætt kryddaður
við malttónum í hásæti. Her er ikki so nógvur kantur ella broddur,
ið florala beiska humlan vanliga borgar fyri. Men føroyingar
ræðast eftir øllum at døma enn humluna, ið væl dámda
amerikanska bryggi-rákið í útlondum annars stendur fyri. Men
sanniliga er Tór ein góð bjór. Hóskar bæði til gott smyrjibreyð við
føroyskum viðskera og eisini sum leskiligur hugnadrykkur. Tór
hevur eitt sindur meira fyllu enn vanliga pilsnara-slagið, so tí vilja
vit við hesum drekka minni og njóta meira. Fýra stórar!
Kostnaður: ókendur
Skoðsmál:
Øl og snaps