fríggjadagur 15. mai 2009síða 28
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 26 • 15. mai 2009
Änglamark Grov Vist-
frøðilig (FK)
kr. 19,95/kg
Grýn við við næstan saftigum
konsistensi, nøtakendum og
kraftmiklum smakki.
Gammelby Mølle Grov Vist-
frøðilig (Miklagarður)
kr. 20,95/kg
Hampuliga góður smakkur,
men ikki so samansettur.
Kornkammeret Vist-
frøðilig (Miklagarður
kr. 21,95/kg
Reinur og heilt góður smakkur.
OTA Sólgrýn Grov
(FK)
kr. 22,95/950 g (kr. 24,16/kg)
Kann Michael Laudrup fara
skeivur? Hampuliga reinur
smakkur, men sera veikur.
28
mat
ummælið
mortan@hamrabyrgi.com
AXA Fín
(Miklagarður)
kr. 19,95/kg
Sera fín grýn og at kalla eingin
smakkur. Pappkent.
Coop Grov
(FK)
kr. 21,95/kg
Sera veikur smakkur, men ikki
skeivur, bara ov mildur.
Dalby Mølle Fín Vist-
frøðilig (FK)
kr. 18,95/kg
Nakað ”turr” grýn og veikur
smakkur.
First Price Fín
(Miklagarður)
kr. 12,00/kg
Sera veikur smakkur.
Mortan í Hamrabyrgi
um mælir mat úr føroysku
matvøru handl unum.
Skoðsmálini eru latin í
mun til góðsku.
At havragrýn er heilsugóður
kostur kann ikki skýrast at vera
nýggj kollveltandi vitan!
Tað munna vera nógv fólk í
Føroyum – eisini millum tey
elstu ættarliðini – sum alt lív
sítt hava etið havragrýn ella
havragreyt hvønn tann einasta
morgun. Næstan á rituellan
hátt hava tey svorið til at leggja
hendan góða botnin fyri dagin.
At valsa og snerkja havra til
grýn er okkurt um hundrað
ára gamal siður. Áðrenn tað
var havra mest nýtt sum fóður
til ross. Nú er sjálvandi ikki
talan um at taka ein dans við
havra. At kelva havra er ivaleyst
frægari heitið, tá ið havri
verður rullað tunt.
Læknavísindaligar kanningar
hava víst, at tey ið eta
havragrýn regluliga, kunna
halda kolesterol-talið hjá
sær í góðari legu. Eisini eru
ábendingar um at havragrýn
kann minka um vansan fyri
ymisk sløg av krabba. Og so
verður havragrýn sjálvandi
roknað fyri sera góður kostur,
bæði í mun til tá fólk vilja
slakna seg og til at halda ideal-
vektina. Stórt innihald av kost-
trevjum og fleirómettaðum
feitti. Og næstan fullkomna
javnvág millum innihald av
protein, kolhydrati og feitti.
Men hvat er heilsubetri, at
eta havragrýnini rá ella kókaði
til greyt? Nógvar meiningar
eru um hetta, men tað er vist
nakað tað sama. Tað sum
hevur meira at týða, er hvørt tú
oysir sukur omaná og brúkar
feita mjólk afturvið. Sker heldur
fríska frukt sum banan, kivi og
ber omaná. Og kanska nakrar
mandlur, nøtir og mjølvaði
(mortaði) hørfræ. Og so er
betri at brúka soltna mjólk.
Er havragrýn so bara
havragrýn? Tað er tann stóri
Havragrýn
spurningurin í dag. Havi
verið í handlarnar og kannað
úrvalið. Tað er rættiliga
stórt. Har eru bæði fínt- og
grovvalsaði sløg. Merkivørur,
private-label og heili fýra
vistfrøðilig sløg. Aktuelt fyri
vistfrøðina er fyri kortum
komið fram í kanningum,
at vistfrøðiligar matvørur
innihalda størri nøgdir av
vitaminum samanborið við
siðbundnu matvørurnar. So er
spurningurin um munur er á
smakkinum?
Prísurin á havragrýni er nakað
hin sami, undantikið eina
private-label slagið. Dýrast var
havragrýn frá Ota Sólgrýn.
Men tá skula vit eisini gjalda
fyri stuttligu Michael Laudrup-
sjónvarpslýsingarnar!
Skoðsmálini eru latin í mun
til reinleika og inniligheit av
smakkinum av havra.