Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-05-18, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. mai 2009síða 4

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 tíðindi Nr. 93 - 18. mai 2009 Stór var gleðin, tá fólk sóu tríggir smá­ ir ungar í tjaldurs­ reiðrinum uttan fyri Clinton­svituna á Hotel Føroyum um vikuskiftið. Eitt vevmyndatól sendir myndir av tjaldursreiðrinum beinleiðis út á internetið, har fólk kunnu fylgja við Tjaldurs-live Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Um vikuskiftið fekk tjald­ ursparið á Hotel Føroy­um tríggjar smáar ungar. Enn er eitt egg eftir í reiðrinum. Tann 26. apríl skrivaði Portalurin, at eitt tjaldur aftur í ár hevur by­gt sær reiður uttan fy­ri Clinton­ svituna á Hotel Føroy­um. Eitt vevmy­ndatól stendur soleiðis, at til ber at ey­gleiða gerandisdagin hjá tjaldurs­ familjuni. Tólið tekur nýggja my­nd hvørt 5. sekund og liggur undir teiginum ”vevmy­ndir” á Portalinum. Fleiri fólk hava sent Portalinum my­ndir av tjald­ ursungunum, sum komu úr reiðrinum uttan fy­ri Clint­ on­svituna í ley­gardagin. Men, sum vera man, verða smáu tjaldursungarnir væl vardir av foreldraparinum. Tí ganga eisini langar løtur ímillum, at vit sleppa at síggja ungarnar. Hetta er bara, tá mamman og pápin skiftast um at leggja seg á reiðrið. Men Portal­lesarar hava tíbetur ómakað sær við at goy­ma my­ndir av ungunum, tá teir eru komnir til sjóndar, og hava sent tær til Portalin. Jóhannes Jensen, stjóri á Hotel Føroy­um, sigur, at tað er ómetaliga hugaligt at ey­gleiða tjaldursfamiljuna. Og nú veðrið batnar og ungarnir eru komnir, fara tey­ helst at seta eitt betri my­ndatól upp uttandura. Higartil hevur tólið staðið inni, og tí hevur my­nda­ góðskan ikki verið so góð. Tjaldursungar halda ofta til í grýtutum lendi, har teir verða væl kamufleraðir. Uttan fy­ri Clinton­svituna á Hotel Føroy­um er lendið grýtut við skervi, sandi og skeljum av y­msum slag. So har er gott at krógva seg hjá smáu tjaldursungunum. Tí, sum Jóhannes Jensen sigur: Nú vóna vit bara ikki, at likkurnar taka ungarnar. Eisini í fjør reiðraðist eitt tjaldurspar uttan fy­ri vind­ ey­gað í Clinton­svituni, og vakti tað sera stóran ans bæði her á landi og uttanlands. Tá fekk parið trý egg og seinni tríggjar tjaldursungar, og búðu familjan á hotellinum nærum alt summarið. Óvist er, um tað er sama par, sum hevur sett búgv á staðnum í ár. Eisini gjørdu nógv fólk vart við seg tá, og brøv komu úr Týsklandi, Noregi og Dan­ mark, umframt frá fuglavin­ um og øðrum áhugaðum úr Føroy­um. Tríggir ungar í Clinton-reiðrið VISTI TÚ? Tjaldrið (Haematopus ostralegus) er 45 cm til longdar, og er at síggja alt summarið í Føroyum. Tjøldrini koma til landið umleið 12. mars, og sagt verður, at tey hava fult reiður tann 3. mai. Eitt tjaldursreiður er ein lítil kulla, ið kann verða klødd innan við smásteinum og skeljum. Eggini eru gulbrún við myrkabrúnum plettum og strikum, og tey eru uml. 57 x 40 mm til støddar. Ungarnir klekjast eftir 25 døgum. Tjaldrið er ein av teimum fáu vaðfuglunum, ið fóðrar ungar sínar. Tá foreldrafuglurin t.d. hevur fangað ein maðk, verður hann lagdur frammanfyri ungan, sum so etur hann. Ungarnir halda ofta til í grýtutum lendi, og har eru kamoflasjulitirnir hjá ungunum tann besta verjan. Kelda: Wikipedia Týsdagin verður aðalfundur í Javni. ­ Tíbetur eru fleiri sigrar at fegnast um, sigur Óli Wolles, for­ maður, undan aðal­ fundinum vælferð Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Týskvøldið hevur Javni aðalfund í Miðlahúsinum í Vágsbotni. Á skránni er millum annað val av tveim­ um nenvdarlimum, og so fara Rósa Samuelsen, lands­ stýriskvinna í almanna­ málum, og Maud Wang Hansen, leiðari á Verkstað­ num Vón, at tosa um evnið: ”Virkin gerandisdagur ­ virðismikil menniskju”. Óli Wolles, formaður í Javni, sigur við Sosialin, at felagið hevur fleiri sigrar at fegnast um, nú aðalfundurin stendur fy­ri framman. Eitt nú nevnir hann sonevndu Verjulógina, sum Løgtingið samty­kti í farnu viku. ­ Nú hava vit stríðst og jabbað um hesa lógina í eini 6­8 ár, so tað er ein stórur sigur, at vit fáa hana í hús, sigur Óli Wolles við Sosialin. Verjilógin try­ggjar fólki við breki og øðrum, sum hava tørv á verju, at fáa ein hjálparverja, uttan, at tey­ tó nýtast at verða ómy­ndig­ gjørd. Higartil hevur tað verið soleiðis, at fólk antin vóru my­ndug ella ómy­ndug, og sostatt mistu øll síni borgarlig rættindi. ­ Nú kunnu tey­ fáa hjálp eftir tørvi, uttan at missa onnur borgarlig rættindi. Tað er eitt ómetaliga stórt framstig. Til dømis kann ein avvarðandi ella onkur annar, sum brúkarin hevur álit á, fáa formligan my­ngdugleika at vegleiða og at tala teirra søk í viður­ skiftum, sum tey­ ikki sjálvi megna at umsita. Men uttan at tey­ missa borgarligu rættindini, so sum valrætt og annað, greiðir hann frá. Líka kor fyri allar borgarar Eitt annað mál, sum Javni frøist um, er, at ST­sáttmálin um rættindi hjá einsktakl­ ingum, ið bera brek varð einmælt samty­ktur í Ting­ inum mikudagin. ­ Hesin sáttmálin hevur sera stóran týdning fy­ri okkara brúkarar. Tí hann útgreinar, hvussu eitt land ítøkiliga skal gera, fy­ri at vanlig mannarættindi eisini skulu koma at fevna um tey­, sum bera brek, sigur Óliv Wolles, og vísir millum annað til trupulleikan við atkomu til by­gningar, skúla­ viðurskifti og borgarlig rættindi fy­ri fólk við breki. ­ Sáttmálin útgreinar, hvussu vit sum samfelag try­ggja teimum, sum bera brek, betri sømdir, so teirra livikor verða javntstillað við tey­, sum ikki bera brek, sigur Óli Wolles, sum stað­ festir, at her hjá okkum er tað serliga á skúlaøkinum, at langt er eftir á mál. Men eisini tá tað snýr seg um verju og kor á arbeiðsmarknaðinum. Ein arbeiðsbólkur hevur gjøgnumgingið alt lógar­ verkið hetta seinasta árið. Í arbeiðsbólkinum sat millum annað Laila Solmunde, forkvinna í MBF. Bústaðir í tøkum tíma Sambært Óla Wolles, er enn ein sigur komin í hús við bústaðarpakkanum, sum Hans Pauli Strøm tók stig til, og sum Rósa Samuelsen nú hevur borið í Tingið. Hann fer at lata upp fy­ri nýggjum bústaðarmøgu­ leikin til fólk við serligum tørvi. Eitt nú kunnu felags­ skapir sum Javni seta sjálvsognarstovnar á stovn, sum kunnu by­ggja bústaðir til fólk. ­ Vit kundu hugsað okkum at gjørt tað í samstarvi við nakrar komm­ unur. Men fy­rst mugu vit fáa ein fíggingarleist, til dømis sum tann, sum verður brúktur, tá røktarheim verða by­gt. So tað verður næsta málið vit fara at arbeiða við, sigur Óli Wolles. Formaðurin í Javni er sum sagt mest nøgdur við avrikini, sum eru framd í ár. Tó er eitt mál, sum felagið harmast almikið um. Tað er í sambandi við, at lønar­ afturberingin til fólk, sum eru heima við illa sjúkum børnum, verður skerd, so loft verður sett á upphæddina. Her er talan um børn, sum onki annað tilboð faa frá tí almenna, og tí noy­ðist annað foreldrið heim at ansa barninum. ­ Og hevði tað so ikki verið við so stuttum skotbrái, sigur Óli Wolles, og vísir á, at lógin kemur í gildu longu 1. juli, og tí fáa fólk ikki tíð at umstilla seg til nýggju trey­tirnar. Javni kempar víðari Nú veðrið batnar og ungarnir eru komnir, fara tey á Hotel Føroyum helst at seta eitt vevmyndatól upp uttandura, so myndagóðskan verður betri. Mynd: Jens Kristian Vang Fogh millum teir bestu Anders Fogh Rasmussen bleiv dúgliga róstur, tá hann legði frá sær sum formaður í Vinstra í gjár eftir at hava verið formaður í níggju ár. Lars Løkke Rasmussen, sum fy­rst tók við sum forsætisráðharri og í gjár sum formaður í Vinstra, segði í røðu síni á landsfundinum, at Anders Fogh Rasmussen er ein tann besti forsætisráðharrin, sum Danmark hevur havt og ein tann mest virdi Vinstra­formaðurin nakrantíð. Nýggi formaðurin rósti millum annað undanmanninum fy­ri avrikið, tá hann var formaður í ES, og hvussu hann handfór kreppuna av Muhammeds­tekningunum. Misnøgd við Aleqa Hammond Í Grønlandi er fiski­ og veiðimannafelagið KNAPK sera misnøgt við, at Aleqa Hammond, landstingslimur hjá Siumut, hevur lagt fiskimenninar undir grenj. Tað orðið brúkti hon, tá fiski­ og veiðimannafelagið boðaði frá, at tað tekur undir við teimum fiskimonnunum, sum hava kravt endurgjald, tí Roy­al Greenland hevur gjørt av at lata fleiri av teimum smáu landingarstøðunum aftur. Formaðurin í KNAPK, Leif Fontaine, segði um vikuskiftið, at Aleqa Hammond nýtist ikki at hugsa um, hvussu hon skal fáa løn, og so eigur hon at minnast til, at fiskimenninir eru við til at útvega henni lønina.