Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-05-18, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. mai 2009síða 6

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 tíðindi Nr. 93 - 18. mai 2009 Ikki meiri upphøggingarstuðul Ein frágreiðing hjá norska fiskimálaráðnum mælir myndugleikunum frá at brúka meiri pening til upphøggingarstuðul til fiskiflotan. Niðurstøðan í frágreiðingini er, at skipanin við upphøggingarstuðuli hevur virkað eftir ætlan og hevur havt við sær, at lønsemið í fiskiflotanum er batnað. Hinvegin hevur upphøggingarstuðulin ikki havt líka stóra ávirkan á bygnaðin í fiskiflotanum, sum kvotuskipanin hevur havt, og tí mælir frágreiðingin teimum politisku myndugleikunum frá at brúka meiri pening til upphøggingarstuðul. Løkke væl umtóktur Lars Løkke Rasmussen hevur eftir øllum at døma staðið seg væl, síðani hann tók við sum forsætisráðharri fyri fimm vikum síðani. Í hvussu er vísir ein meiningakann­ ing hjá Carpacent og kringvarpinum DR, at 42 prosent av teimum spurdu, at hann hevur staðið seg sera væl ella væl sum forsætisráðharri. Bara 12 prosent halda, at hann hevur staðið seg illa, og 36 prosent siga, at tey hava ikki gjørt sær nakra meting av honum enn. Ikki óvæntað siga tveir triðingar av teimum borgarligu veljarunum, at teir eru nøgdir ella væl nøgdir við forsætisráðharran. Í hesum døgum vitj­ ar ein russisk sendi­ nevnd í Føroyum. Endamálið er at knýta tættari samband millum føroyskar og russiskar fyritøkur SAMSTARV Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Í gjár kom ein sendinevnd við russiska handilsattache’­ num í Keypmannahavn, Viacheslav G. Grushetskiy, á odda til Føroya. Við í sendinevndini er eisini ein serfrøðingur, Dmitry Kuna­ kov og umboð fyri fýra fiski­ vinnufyritøkur í Murmansk. Skráin fyri dagin í dag er útferð nú seinnapartin inn í Eysturoynna og til Klaks­ víkar, har farið verður umborð á nýggju Norðborg. Eisini verður vitjað á Havs­ brún í Fuglafirði. Vitjað verður eisini á Langasandi, har umboð fyri Tórshavnar havn taka ímóti, og leiðin verður eisini løgd framvið Skála, har borgarstjórin og umboð fyri Runavíkar havn taka ímóti. Fyrrapartin í morgin verð­ ur fundur á Parnassinum á Hotel Hafnia, har russisku umboðini fara at greiða frá, hvat riggar væl í samstarvin­ um millum vinnuligar fyri­ tøkur í báðum londunum, og hvar ábøtur krevjast. Handils sendimaðurin og serfrøðingurin fara avstað aftur seinnapartin í morgin, meðan umboðini fyri vinn­ una fara avstað aftur í morgin og ovurmorgin. Ferðin er komin í lag eftir at Jóhan Dahl hitti sendi­ mannin í Keypmannahavn fyri nøkrum mánaðum síð­ ani. Hugsanin er at fáa russ­ isk vinnulívsfólk til Føroya og vísa teimum, hvat føroy­ skar fyritøkur kunnu bjóða. Ferðin hevur verið fyri­ reikað í langa tíð, og sam­ band hevur verið millum russiska sendimannin og vinnumálaráðið. Nógv hev­ ur eisini verið tosað um, hvussu samstarvið kann mennast landanna millum. Olja úr Russlandi Russiski sendimaðurin fegn­ aðist um at hendan ferðin var fingin í lag, og nú altjóða fíggjarkreppa herjar, er vegurin fram samstarv millum lond. Hann segði, at gamla sovjettíðin er farin, tá landið blandaði seg upp í avtalur millum fyritøkur. Eisini Jacob Vestergaard, fiskimálaráðharri, var boð­ in við á tíðindafundin í morgun, og hann treiv stutt í áralanga samstarvið innan fiskiveiðiøkið millum lond­ ini bæði. Eisini hann fegn­ aðist um hetta stigið, sum nú er tikið, so samstarvið kann víðkast til onnur øki enn bert fiskivinnuna. Hann vónaði, at hendan ferðin kann verða til frama fyri tað framman undan góða samstarvið, sum er millum londini. Jóhan Dahl, vinnumála­ ráðharri, nevndi alivinnuna sum ein møguleika at menna eitt samstarv, og hann vildi nýta hetta høvið at kunna um samstarvs­ møguleikarnar. Nevnt var eitt møguligt granskingarsamstarv, har Havstovan er ein týðandi partur, og eisini Vinnuhúsið hevur ein týðandi leiklut í einum øktum samstarvi. Ein annar møguleiki, sum vinnumálaráðharrin nevndi, er møguleikin fyri at flyta inn olju úr Russlandi. Fæst ein góð avtala á økinum, og eru oljufeløgini áhugað, er hetta avgjørt ein áhugaverd­ ur møguleiki, metti Jóhan Dahl. Stórur marknaður – Vit vilja fyrst og fremst menna samvinnu og vinnu­ ligt samstarv millum før­ oyskar og russiskar fyritøk­ ur, og hendan vitjanin er ein liður í hesum royndun­ um, sigur Jóhan Dahl. Meðan ferðalagið er í Føroyum fær tað høvið at hitta umboð fyri føroyskar vinnufyritøkur, ið hava hug at byrja samvinnu við russ­ iskar fyritøkur ella styrkja og menna samstarv, ið longu er. Gestirnir skulu eis­ ini hava fund við Føroya Arbeiðsgevarafelag, og sum nevnt verður vitjað í havnum, har samvinna longu er við russar. – Einki er so gott og mennandi fyri handilssam­ bond sum persónligar kontaktir og kennskapur. Kennir tú samstarvsfelaga tín, kann nógv spyrjast burt­ ur úr samvinnuni. Slíkar kontaktir hava føroyskar fyritøkur høvi at fáa nú, sigur Jóhan Dahl, vinnu­ málaráðharri. Hann leggur eisini dent á Russland sum útflutnings­ marknað. – Vakstrarmøguleikarnir eru ófatiliga stórir, tí í Russ­ landi búgva næstan 150 milliónir fólk. Har er nógv at fara eftir hjá dugnaligum fyritøkum. Lykilin er at finna góðar samstarvsfelag­ ar, sigur Jóhan Dahl, lands­ stýrismaður í vinnumálum. Økt samstarv við russar André Niclasen, tulkur, Jóhan Dahl, vinnumálaráðharri, Viacheslav G. Grushetskiy, russiskur sendimaður, Jacob Vestergaard, fiskimálaráðharri, Árni Dam, russiskur konsul, og Dmitry Kunakov, serfrøðingur í menning av fiskiídnaði Mynd: Jens Kristian Vang