Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-05-19, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. mai 2009síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 tíðindi Nr. 94 - 19. mai 2009 Tvey tilboð upp á oljuleiting í Íslandi Seinnapartin í gjár bleiv kunngjørt, at feløgini Aker Exploration og Sagex Petroleum, sum íslendingar eiga ein fimmtapart av, eru sinnað at leita eftir olju á Drekaleiðini, sum er í landnyrðing úr Íslandi. Tilboðið hjá Sagex Petroleum er latið inn í samstarvi við Lindir Petrolium. Íslendsku myndugleikarnir hava býtt Drekaleiðina sundur í meiri enn 100 økir, sum vórðu boðin út, soleiðis at feløg kundu bjóða upp á tvey øki í part. Orkustovnurin í Reykjavík fer nú at kanna tilboðini, og væntandi fáa feløgini svar í oktober. Í fyrsta umfari verður talan um tólv ára leitiloyvi, sum kunnu leingjast við fýra árum og síðani 30 ára vinuloyvi, skrivar Vísir. Finnar drekka mest Sambært einari kanning hjá finsku heilsumyndug­ leikunum drekka finnar meiri alkohol enn fólk í hinum Norðurlondunum. Íslendingar eru teir norðurlendingar, sum drekka minst. Undanfarin ár hava danir havt ta ivasomu æru at vera teir, sum drekka mest, men soleiðis er tað ikki longur. Finaska kanningin vísir, at finnar drekka 10,4 litrar av alkoholi í meðal um árið, og tað er heldur meiri enn danir, sum drekka 10,0 litrar í meðal. Eftir kanningini drekka sviar í meðal átta litrar um árið, og norðmenn og íslendingar drekka minst við seks litrum í meðal. Føroya Tele fer í summar at bjóða tráðleyst breiðband við háferð bæði á landi og á føroyskum sjóøki. Við nýggju 3,5G tøknini verður gjørligt at surfa heilt úti á 100 fjórðingum SamSkifti Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo Við nýggjari breiðbands­ tøkni, ið byrjað verður at seta upp í summar, ætlar Føroya Tele sær helst at gera eitt av teimum heilt góðu hálunum. Gongur sum ætlað, fer Føroya Tele í summar at taka í nýtslu fyrsta partin av nýggjari tøkni, sum kann veita tænastur á tráðleysum breiðbandi við háferð. Tráðleysa breiðbandsnet­ ið er grundað á nýggjastu tøknina, ið ofta verður nevnd 3,5G – ið merkir hál vtfjórðaættarliðstøkni. Í fyrsta umfari verður ferðin upp til 14 Mbps, men longu innan fyrsta árið ætlar Føroya Tele at økja ferðina upp til 21 Mbps. Kunnu røkka út til 100 fjórðingar Hetta er tó inni á megin­ landinum, og í fyrstu atløgu Tórshavn, Klaksvík, Skála­ fjørðinum og á flogvøllinum, ið verður liðugt sett upp í summar. Tað stóra hálið verður tó tá netið er liðugt útbygt, og kemur at fevna um meginpartin av bygda landøkinum og føroyskt sjóøki. ­ Tað ber til at seta lang­ trøkkandi antennur upp, sum dekka eitt so stórt sjóøki sum gjørligt. Gamla GSM netið røkkur einar 80 kilometrar út, men við nýggju tøknini verður tann maksimala víddin heilt upp til 200 kilometrar (108 fjórðingar, blm.). Men sjálv­ andi fellur ferðin á breiðbandinum, longri út tú kemur, sigur Jan Mortensen, ið er stjóri á FT Samskifti, ið er døtturfelag hjá Føroya Tele. Hetta merkir so at verða slíkar mastrar settar upp á ymsu oddunum á landøki­ num, kunnu flestu útróðrar­ menn og sjómenn annars, ið fiska innanfyri 100 fjórðingar, surfa við breið­ bandsferð og somu prísum sum tey á landi. Rætta trupulleikan við donglunum Nýggja skipanin og nýggja tøknin kemur at virka á líknandi hátt sum tann, ið longu er tøk á føroyska marknaðinum við »Dongl­ um«. ­ Nýggja skipanin er í veruleikanum tvey ymisk net. Antin koyrir tú yvir fartelefonnetið, ella koyrir tú yvir tráðleysa netið við antin eini donglu, ella einum innbygdum tráðleys­ um korti, ið flestu nýggju teldur í dag hava, greiðir Jan Mortensen frá. Trupulleikar hava verið við teirri skipanini, sum higartil hevur verið tøk hjá báðum telefeløgunum í Føroyum. Skipanin hevur virkað illa, og hevur víst seg at verða alt annað enn støðug. Brúkarar av verandi tøkni hava upplivað at missa sambandið javnan, umframt at ferðin hevur verið sera sveiggjandi. Henda trupulleikan eru tey á Føroya Tele varug við. ­ Trupulleikin við dongl­ unum og teirri skipanini er, at hon varð meir ella minnið skundað ígjøgnum, og at donglarnir vóru ikki nóg kompatiblir við skipanina hjá okkum. Vit vita, at hetta hevur ikki virkað nóg væl, og tí mugu vit finna eitt annað merki av donglum, ið rigga nóg væl. Henda skipanin hevur ikki verið heilt lýtarleys, ásannar Jan Mortensen. Sama støði sum grannalondini Fleiri ferðir hava ræddir verið frammi um at Føroyar ikki eru kappingarfør tøkn­ iliga. Men við nýggju tøk­ nini ætlar Føroya Tele at hála væl innaftur á granna­ londini tøkniliga. Nýggja netið, ið tey eru við at seta upp, er eitt sokallað UMTS­net, ella 3G net, og minnir um GSM netið. Henda tøknin, ið nú verður sett upp, er av slagnum 3,5G, og kann geva ferð upp til í fyrsta lagi 14, og seinni 21 Mbps. Hetta merkir eina download ferð á – teoretiskt sæð – 2,5 megabyte um sekundið. Tó verður tað í praksis ongantíð heilt so skjótt. ­ Tað, sum er imple­ menterað aðrastaðni runda­ num okkum, er net við ferð upp í 7 Mbps. Hetta er tann sama tøknin, ið okkara kappingarneyti (Vodafone, blm.), hava roynt at implementera. Men vit hava valt at fara beinleiðis inn í nýggju generatiónina, og hetta merkir at vit koma upp á 14 og seinni 21 mbps, greiðir Jan Mortensen frá. Eingin avgerð um prísir Tøkniliga er Føroya Tele sostatt við at hála inn á grannalondini hjá Føroyum. Nakað heilt annað er so prísurin, ið eisini hevur verið sera nógv um­ og átalaður. Her hevur Føroya Tele enn onga avgerð tikið um prísirnar. Hinvegin kann Jan Mort­ ensen avdúka, at pakkarnir, teir fara at bjóða út, verða líkir teimum pakkum, ið vit kenna til frá breiðbands­ haldunum. ­ Nýggja skipanin fær neyvan flatrate. Men tað verða pakkar, har vit bjóða kundanum at downloada frítt til eitt vist, og síðan verður ein takstur helst á ferðslu omanfyri hetta. Men við hesari ferðini verður tað tó nógv størri pakkar, enn teir vit kenna frá breið­ bandshaldunum. Føroya Tele fer nú undir at seta útgerðina upp, og so verður spennandi at vita um prísirnir. Í øðrum londum, har henda tøknin júst verður implementerað, hava ser­ frøðingar og brúkarar funn­ ist hvassliga at prísunum, ið teir enn kalla himmal­ høgir. Surfa úti á 100 fjórðingum Við nýggjari tráðleysari breiðbandstøkni ætlar Føroya Tele at røkka langt út á føroyskt sjóøki. Sostatt kann útróðrarmaðurin skype’a við familjuna heima, verða á Facebook og lesa Portalin, samstundis sum hann er í fiskiskapi, alt í senn úti á heilum 100 fjórðingum, ið er næstan hálvan vegin til Íslands Mynd: Álvur Haraldsen