týsdagur 19. mai 2009síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
tíðindi
Nr. 94 - 19. mai 2009
Edmund Joensen er
tingmaðurin, ið hevur
verið mest burtur
hesa tingsetuna. Til
29 fundir av 95 hevur
hann ikki verið í
tinginum uttan at
hava nakran fyri
seg, og tað er næstan
dupult so stór frávera
sum tingmaðurin við
næstmest fráveru
Uppmøting
Eirikur í Jákupsstovu
eij@sosialurin.fo
Hevði Edmund Joensen
gingið
í
miðnámsskúla,
hevði hann verið útblakaður
fyri jól, tí har hevði fráveran
verið alt ov stór, til at hann
slapp at halda fram, men í
tinginum er ongin møti
skylda, og tí er ongin trupul
leiki fyri lógini at vera burt
ur alla tíðina, um ein ting
maður hevur samvitsku til
tað.
Veruleikin er hann, at
Edmund Joensen hevur ver
ið burtur 29 av 95 fundum,
um hugt verður í gerða
bøkurnar hjá tinginum.
Eg boðaði beinanvegin
frá, tá eg varð valdur á fólka
ting, at eg fór at taka upp
gávuna í størsta álvara, og
tá eg haldi tað vera neyðugt,
so havi eg kallað eykamann
inn fyri meg. Men eg fari
ikki at kalla eykamann inn,
bara fyri at onkur skal vera
har, sigur Edmund Joen
sen.
Sparir pening
Men skal eykamaður inn,
so skal hann vera har í
minst sjey dagar, og tað
merkir, at ein eykamaður
afturat fær løn, umframt
fólkatingsmannin sum fær
farloyvi við løn, tá talan er
um politisk ørindi. So tingið
skal rinda tvær tinglønir, og
tí heldur Edmund Joensen,
at tað ofta er betri, at lata
vera við at kalla eykamann
inn.
Eg havi havt eykamann
inni tríggjar ferðir, tá eg
havi hildið tað vera neyðugt,
men eg royni at skipa arbeið
ið so skynsamt sum gjørligt,
sigur Edmund Joensen.
Høgni Hoydal sparir pen
ing á ein annan hátt.
Tá eg fari niður á Fólka
ting og biði um farloyvi, so
kalli eg Fólkatingið fyri
privat ørindi, tí eg haldi tað
vera eina undarliga skipan,
sum ger, at tað ber til at fáa
dupulta løn, sigur Høgni
Hoydal.
Edmund Joensen metir
hinvegin, at so leingi skip
anin við dupultu lønunum
er galdandi, so er ikki annað
at gera enn at fylgja henni.
Hin burtur
helvtina minni
Høvuðsargumentið
hjá
Edmundi Joensen, fyri at
vera burtur úr tinginum, er,
at hann eisini skal røkja sín
fólkatingssess, og tað við
lít. Men teir eru tveir á
fólkatingi, og Høgni Hoy
dal, sum er hin fólkatings
limurin hevur bara verið
burtur 16 ferðir, av teimum
umleið 85 fundunum á
tingi, meðan Høgni Hoydal
hevur verið tingmaður í
hesi tingsetuni, eftir at
CHEsamgongan slitnaði.
Hann hevur havt eyka
mann inni einaferð í ting
setuni.
Nógv nevndararbeiði
Men Edmund Joensen tekur
fólkatingsarbeiðið í størsta
álvara, er í stjórn í Danmark
og er í fleiri nevndum.
Eg siti í stjórn, eri for
maður í Føroyanevndini,
sum tann fyrsti føroyingurin
nakrantíð, umframt, at eg
eri
í
uttanríkispolitiku
nevndini hjá Fólkatinginum,
og hon fer eisini við nógvari
tíð. So eg meti veruliga, at
eg geri sum mest á Fólka
tingið,
sigur
Edmund
Joensen.
Í
uttanríkispolitisku
nevndini hjá Fólkatinginum
verður nógv gjørt fyri at
kunna
onnur
lond
um
danska ríkið, og soleiðis
metir Edmund Joensen, at
hann hevur ein møguleika
at hava fingurin á pulsinum
í nógvum stórpolitiskum
málum, sum Føroyar annars
hava havt lítla ávirkan á.
Edmund Joensen roynir
eisini sum formaður í Før
oyanevndini at fáa so nógv
fokus á Føroyar sum gjør
ligt.
Men
hin
fólkatings
maðurin, Høgni Hoydal,
situr í somu nevndum sum
Edmund Joensen, umframt,
at hann er í Evropanevndini
og í økonomisk udvalg,
sum hann tó roynir at sleppa
burturúr.
Kann røkja bæði
Men so er spurningurin, um
Edmund Joensen ikki bara
skuldi
verið
fólkatings
maður.
Tað heldur hann ikki
sjálvur.
Eg haldi tað vera øgiliga
gott, at eg eisini kann vera
ein partur av tinginum, tí
soleiðis veit eg, hvat gongur
fyri seg á tingi, men eg
royni eisini at skipa tað
soleiðis, at flokkurin fær
arbeitt sum best, hóast eg
ikki eri í tinginum, og tí fari
eg ikki í ov nógvar týðandi
sessir, greiðir hann frá.
Formaðurin
hartar ongan
Hergeir Nielsen, tingfor
maður, heldur ikki, at nakar
skal hartast fyri at møta illa
upp, tí tingmenn standa
bara til svars fyri sínum
egnu veljarum. Hann heldur
eisini, at tað er natúrligt, at
fólkatingslimir
eru
eitt
sindur burtur, tí teir hava í
veruleikanum tvey størv.
Eisini greiðir hann frá, at
registreringin í tinginum
ikki sigur allan sannleikan,
tí hon sigur bara, hvussu
nógvar fundir ein løgtings
limur hevur verið til, og
ikki hvussu nógvar tímar
ein tinglimur hevur verið til
staðar.
Tað er eisini møguleiki
at møta upp, og so at fara
avstað aftur. Tey, sum búgva
langt úr Havnini missa
eisini nakrar dagar, tí skal
eg, sum suðuroyingur til
tannlæknan, so má eg vera
ein heilan dag burtur, til
dømis, greiðir tingformað
urin frá.
Skulkaði ein triðing av tingsetuni
Eigur at halda fram
Í Bruxelles eru tey so væl nøgd við arbeiðið hjá danska
landbúnaðarkommiserinum Mariann Fischer Boel, at tey vilja
hava hana at halda fram. Politiken skrivar, at José Manuel
Barroso, ESnevndarformaður, hevur biðið Mariann Fischer
Boel halda fam í starvinum, og at tað sama hava fleiri
landbúnaðarráðharrar gjørt. Blaðið sigur seg eisini hava skilt,
at Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharri, vil fegin hava
tann 66 ára gamla floksfelagan at halda fram í Bruxelles. Um
ein mánað verður Barroso afturvaldur til formann í ES
nevndini, og tá fer hann væntandi formliga at biðja danska
kommiserin halda fram í nevndini.
Fleiri útlendskir tráðumenn
Fíggjarkreppan í Íslandi hevur millum annað havt við sær, at tað er
vorðið bíligari at keypa sær loyvi at veiða laks í áum og vøtnum, og
ein avleiðing av tí er, at fleiri útlendskir tráðumenn leita sær til
Íslands at royna eydnuna. Í vetur varð roknað við, at áhugin fyri at
veiða laks fór at minka burtur í einki orsakað av kreppuni, men hóast
fyrispurningarnir ikki eru so nógvir sum eitt nú í fjør, hevur tað als
ikki gingið so illa, sum roknað varð við í vetur, skrivar
Morgunblaðið. Íslendskir tráðumenn gera kanska ikki so nógvar
veiðitúrar sum undanfarin ár, men nú verða fleiri útlendskir
tráðumenn við áirnar ístaðin fyri.
Sambært Edmundi Joensen, løgtingsmanni og fólkatingsmanni, er nógva arbeiðið á Fólkatingið høvuðsorsøkin til nógvu fráveruna hjá honum í Løgtinginum
Fullfíggjað yvirlit
yvir fráverurnar
á síðu 23