týsdagur 19. mai 2009síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
tíðindi
Nr. 94 - 19. mai 2009
- Vit fara helst at
leiga allan bygningin
út við undantaki
av einum stórum
fundarhøli, sigur Jan
Højgaard, formaður í
Fiskimannafelagnum
um nýggja bygningin
hjá felagnum
BYGGING
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Bygningurin, har Karlsborg
helt til, var so illa farin, at
eigarin, sum er Fiskimanna
felagið, gjørdi av at ríva
hann niður og byggja nýggj
an bygning í staðin fyri.
Arbeiðið at byggja nýggj
an bygning er farið í gongd,
og ætlanin er at nýggi bygn
ingurin skal verða í fýra
hæddum. Tað vil so siga í
somu hædd, sum restin av
lonini, men væl hægri enn
gamli bygningurin var.
Jan Højgaard, formaður í
Fiskimannafelagnum, sigur,
at meginparturin av nýggja
bygninginum verður leig
aður út.
Avgjørt er, at tað verður
ein kafe ella kafeteria á nið
astu hædd. Henda er longu
leigað út. Men helst verður
eisini restin av nýggja
bygninginum
leigað
út.
Felagið hevur sum so nóg
mikið av plássi, men vit
kundu kanska brúkt eitt
stórt fundarhøli við plássi
til nógv fólk. Restin verður
so leigað út, sigur Jan Høj
gaard.
Hann hevur ikki bygging
ina um hendi sjálvur, men
hann sigur, at ætlanin er at
fáa arbeiðið frá hondini so
skjótt sum tilber.
Framman undan er Kafe
Vágsbotn í økinum, og sum
skilst er ætlanin hjá bátafe
lagnum at byggja nýggjan
bygning, og har hevur ljóð
að, at niðasta hædd skal
leigast út til eina írska pub.
Hetta tykist eisini vera í
tráð við ætlanina hjá býráð
num at gera Vágsbotn til
eitt hungaligt umráði við
pubbum og kafeum.
Nágreiniliga nær nýggi
bygningurin hjá Fiskimanna
felagnum skal standa liðug
ur er ikki púra greitt, men
element verða nú sett upp,
og tað er skjótur máti at
byggja upp á.
Nýtt kafeteria
í Vágsbotni
Byrjað er at seta element upp, og greitt er, at niðasta hædd skal hýsa einum kafeteria
Mynd: Jens Kristian Vang
Fyrsta ferðamannaskipið
81 ferðamannaskip hava boðað frá, at tey ætla sær at vitja í
Reykjavík í summar. og tað fyrsta kemur í morgin. Tað eitur
Seven Seas Voyager og er 42.000 tons til støddar. Tey størstu
skipini, sum koma til Reykjavíkar í summar, eru Crown
Princess og Emerald Princess, sum eru 113.000 tons hvørt. Tað
best kenna er harafturímóti Queen Victoria, sum er umleið
90.000 tons stórt. Morgunblaðið skrivar, at tey størstu skipini
eru um 300 metrar long. Seinasta summar vitjaðu 83
ferðamannaskip í Reykjavík. Við teimum vóru 59.308
ferðafólk, og sambært Morgunblaðnum er ferðafólkatalið á
leið tað sama í ár.
Politikarar á ES-skeið
Christel Schaldemose, sum umboðar teir donsku
Sosialdemokratarnar í Evropatinginum, heldur, at
danskir fólkatingspolitikarar vita alt ov lítið um ES og
serliga um Evropatingið. Við kringvarpið DR sigur
Christel Schaldemose, at fleiri fólkatingslimir vita
ikki so frægt sum, hvussu nógv fólk eru í
Evropatinginum, ella hvussu tingið arbeiðir. Tí hevur
hon nú skotið upp, at tað skal verða álagt
fólkatingslimum at fara á skeið um ES og
Evropatingið. Sambært DR taka fleiri fólkatingslimir
undir við hugskotinum.
Tað skuldi verða
so gott, men tað
endaði ikki so væl,
og nú hevur Tony
Paris stevnt KÍ fyri
sáttmálabrot og
krevur meiri enn eina
millión í mistari løn
SÁTTMÁLABROT
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Á fyrireikandi rættarfundi í
dag skuldi dómarin taka
støðu til eitt krav frá advo
katinum hjá KÍ, Jógvan
Elias Winther Poulsen, um
at saksøkjarin, Tony Paris,
setur peningaliga trygd fyri
sakarmálskostnaðinum.
Hetta er eitt krav, sum er
vanligt at seta, tá saksøkjarin
ikki býr í danska ríkinum,
men tað er somuleiðis
greitt, at hetta krav skal set
ast fram á fyrsta rættarfundi,
og tað varð tað ikki.
Advokaturin hjá Tony
Paris, Jens Wang, førdi eis
ini hetta fram á fyrireikandi
rættarfundinum í morgun,
og dómarin gav honum rætt
og avvísti kravið frá advo
katinum hjá KÍ.
Á rættarfundinum kom
eisini fram, at Tony Paris er
komin illa fyri av upp
søgnini. Tá hann fekk fýra
ára sáttmálan við KÍ segði
hann øll størv frá sær í
USA, men uppsøgnin í úr
tíð hevur gjørt, at hann nú
stendur uttan arbeiði. Tað
hevur nevniliga ikki eydnast
honum at fáa nýtt fulltíðar
starv, og hann stendur nú
við ongari sjúkratrygging,
og tað er mest sum ein van
lukka í USA.
Uppsøgnin merkir eisini,
at hansara CV nú hevur
fingið ein álvarsligan blett,
tí hann hevur ikki áður
roynt at fingið eina upp
søgn.
So eisini fíggjarliga er
Tony Paris illa fyri, og hann
hevur tí gjørt av at stevna
KÍ eftir írestandi løn fyri
tíðarskeiðið, og tað kravið
liggur oman fyri millión
ina.
Advokaturin hjá KÍ hevði
annars kravt, at Tony Paris
stillaði eina trygd á 100.000
krónur fyri sakarmálskostn
aðin, men tað kravið varð
sum nevnt avvíst av rætt
inum.
Advokaturin hjá Tony
Paris fær nú tríggjar vikur
at leggja síni krøv fram, og
eftir tað fær advokaturin
hjá KÍ væntandi ein mánað
ella so at svara í, so veruliga
rættarmálið verður neyvan
tikið upp fyrr enn um smáar
tveir mánaðir.
Um so semja fæst í mál
inum, ella tað verður upp til
dómaran at gera av, ber ikki
til at meta um. Men hugs
andi er, at saksøkjarin fær
viðhald, og so er spurning
urin, hvussu pengakassin
hjá KÍ fer at klára eina slíka
uppgávu.
Men fyribils sleppur Tony
Paris so undan at stilla eina
peningaliga trygd á 100.000
krónur.
Paris stevnt KÍ fyri sáttmálabrot
Tony Paris hevur ikki fingið
nakað fulltíðarstarv síðani
hann var uppsagdur sum
venjari hjá KÍ