mikudagur 20. mai 2009síða 6
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
tíðindi
Nr. 95 - 20. mai 2009
Færri ferðafólk til Grønlands
Tey seinastu árini hava altsamt fleiri útlendsk ferðafólk valt sær
Grønland sum ferðamál, men í ár tykist vend vera komin í hesa
gongdina. Blaðið AG hevur spurt seg cfyri hjá donskum ferðaskriv
stovum, og tað er líkt til, at fíggjarkreppan fær fólk at hugsa seg
betur um, hvat tey skulu brúka pengarnar til. Hjá Profil Rejser eru
tey sera vónsvikin av bíleggingunum í ár, sum eru umleið 30 prosent
færri enn um somu tíð í fjør. Ferðaskrivstovurnar Grønlands Rejser
og Topas Rejser siga frá minni áhuga fyri Grønlandi. Hjá teimum er
eftirspurningurin millum 10 og 20 prosent minni enn í 2008.
Heimahjálp løgd undir morð
Kanningar hjá løgregluni í Finnlandi benda á, at ein kvinna, sum
hevur arbeitt sum heimahjálp hjá eldri fólki, hevur beint fyri fýra
av teimum, sum hon var heimahjálp hjá. Harafturat hevur løgreglan
illgruna um, at kvinnan royndi at beina fyri sjey fólkum afturat.
Finska løgreglan sigur, at kvinnan framdi illgerðirnar á ymsum
sjúkrahúsum, ellisheimum og heima hjá fólki í árunum frá 2004 til
2009, og at øll vórðu eitrað við ymsum heilivági. Tann 56 ára
gamla kvinnan varð handtikin í mars og varðhaldsfongslað. Tá
hevði løgreglan illgruna um eitt dráp, men nú er talan um ellivu.
Hesa vikuna hevur
skúlin í Kollafirði
skipað fyri rørslu
viku. Øll børnini
ganga ella súkkla í
skúla, og í dag hava
allir teir útvið 140
næmingarnir verið
úti og róð
RØRSLUVIKA
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Myndir: Álvur Haraldsen
Almenna útivikan verður
ikki fyrr enn komandi viku,
men í Kollafirði hava tey
alla
hesa
vikuna
havt
rørsluviku í skúlanum.
Hetta var nakað, ið vit
høvdu stungið út í kortið
langt
áðrenn
tað
varð
alment kent, at landið og
kommunan
skipa
fyri
útiviku í komandi viku,
sigur Ann Rúna Jakobsen,
sum er ein av stigtakarunum
til rørsluvikuna.
Mánadagin
vóru
allir
næmingarnir uppi á Fransa
toftum uppi við Urðarhjalla.
Meiningin var so, at allir
teir sløku 140 næmingarnir
skuldu út at rógva við
árabáti í gjár, men tá viðraði
so illa, at hetta varð av
ongum. Í staðin hava teir
roynt seg við árunum í
morgun, og fýra bátar vórðu
flotaðir,
millum
annað
gamli
»Falkurin«,
sum
hevur verið við mangan
kappróður fyri eldri bátar.
Eitt annað á skránni hjá
skúlanum í Kollafirði er ein
túrur runt fyri vestan. Koyrt
verður til skarðið millum
Sornfelli og Skælings, og
síðani verður farið til gongu
til Norðradals, har ætlanin
er at grilla og annars eta
matpakka.
Veður var ikki til hendan
túrin í morgun, men gott
veður var at rógva, so
gongutúrurin til Norðradals
verður ein góðan dag í
komandi viku.
Ganga og súkkla
Í morgin er sum kunnugt
frídagur, men fríggjadagin
fara næmingar og lærarar til
Havnar, har Tórsbreyt leggur
undirlag til. Eisini verður
farið í svimjihøllina.
Rørsluvikan endar mána
kvøldið við einari kvøldsetu
í skúlanum, har kendi
rørsluserfrøðingurin, Magni
Mohr, fer at greiða frá um
rørslu,
og
Jóhanna
á
Tjaldrarfløtti fer at greiða
frá um rættan kost.
Umframt
túrarnar
og
rógvingina
hevur
aðal
endamálið við rørsluvikuni
verið, at næmingar og
lærarar hava gingið ella
súkkla í skúla. Summir av
næmingunum hava valt at
súkkla av Signabø í skúla,
men tey, sum hava valt at
koyra við bussinum av
Signabø, verða sett av við
bóndagarðin á Kjalnesi, og
hava síðani gingið hiðani í
skúlan.
Anna
Rúna
Jakobsen
sigur, at ætlanin er at eggja
næmingunum til at halda
fram við at súkkla og ganga
í skúlan.
Tað er eisini ætlanin at
skipa fyri tiltøkum leypandi
í komandi tíðum, sigur
Anna Rúna Jakobsen.
Hon
fílist
tó
á,
at
umstøðurnar hjá børnum
og vaksnum at súkkla ikki
eru tær bestu.
Nógvir bilar eru, og teir
koyra alt ov skjótt, sigur
Anna Rúna Jakobsen.
Allir teir knappliga 140
næmingarnir í 1. til 9. flokki
við Kollafjarðar skúla hava
tikið lut í rørsluvikuni.
Rørsluvika í Kollafirði
Útvið 140 næmingar við Kollafjarðar skúla
vóru í morgun úti og róðu í árabáti. Ein lærari
var við hvørjum báti, og eingin slapp umborð
uttan í bjargingarvesti