mikudagur 20. mai 2009síða 16
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 95 - 20. mai 2009
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Heilsucafé verður á Eyst
uroyar Røktar og Ellisheimi
leygardagin 23. mai kl. 14.
Heilsumálaráðið
hevur
lýst 2009 at verða alment
rørsluár, og í hesum sam
bandi
skipar
Runavíkar
kommuna fyri eini heilsu
café á Eysturoyar Røktar
og Ellisheimi leygardagin
23. mai 2009 kl. 14.
Tiltakið byrjar kl. 14 við
at Sæunn Ólavsdóttir Han
sen, varaborgarstjóri, bjóðar
vælkomin.
Eftir tað greiðir Hans
Pauli Strøm, landsstýris
maður í heilsumálum, frá
um Rørsluárið 2009.
Síðan hevur Tordur Nicla
sen, fyristøðumaður á Eyst
uroyar Røktar og Ellis
heimi, ein fyrilestur um
týdningin av rørslu hjá
yngri og eldri.
Heilsucafé verður kl. 15
og kl. 15.45 verður gongu
túrur eftir nýggju gøtuni
niðan Toftavatn.
Nes og Runavíkar komm
unur luttaka í verkætlanini
við arbeiðnum at varðveita
serstøku náttúruna við Tofta
vatn.
Ætlanin við tiltakinum er
at fáa fólk meira tilvitað um
týdningin av rørslu. Høvi
verður at hoyra, hvussu vit
fáa fólk at røra seg meira á
arbeiðsplássinum,
barna
gørðum, skúlum, ellisheim
um og í frítíðini annars. Vit
vita, hvussu umráðandi tað
er fyri likam og sál at røra
seg. Ikki minst at fara út í
okkara vøkru náttúru. Hetta
er sinnisríkandi í øllum
veðri.
Hugtakið “MARK”, sum
stendur fyri Motión, Alko
hol, Royking og Kostur hev
ur ein greiðan boðskap. Tað
snýr seg um, hvussu vit øll
vanda okkum um heilsuna
og sostatt fáa eitt betri lív.
Tað snýr seg um at røra
seg. Rørsla skal verða ein
náttúrligur partur av ger
andisdegnum.
Fyrilestrarnir vera í Sam
komuhøllini og Heilsucaféin
í Matarsalinum.
mg
Heilsucafé í Runavík
Andlát og jarðarferðir
Jákup Edvard Joensen
í
Klaksvík,
vanliga
nevndur Jage á Ternuni,
fer til gravar úr Betesda
Kristi
himmalsferðar
dag kl. 13. Farið verður
úr kapellinum miku
kvøldið klokkan 18.
Tey, ið vilja minnast Ják
up, kunnu lata eina
peningagávu til Akurin,
konta í peningastovnun
um.
Tórarin Berg í Oyndar
firði andaðist á Ríkis
sjúrkshúsinum
mána
dagin, 65 ára gamal.
Mary Vang Hansen,
ættað úr Havn, vanliga
nevnd Merry, andaðist
sunnudagin á Sýnini í
Miðvági, 79 ára gomul.
Andlát og jarðarferðir
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum fyri sýnda samkenslu, tá
Arngrímur Thomassen
Sandavági
andaðist og varð jarðaður.
Vit takka Emil Olsen, presti, fyri góð orð.
Somuleiðis takka vit kirkjutænarum, sangarum,
gravarum og øllum teimum, ið hjálptu við ervinum.
Familjunnar vegna
Albert og Sunneva
Dagurin
19. mai. Potentiana. Rómversk genta, sum 16 ára
gomul varð tikin av døgum í Róm. Robert Joensen
doyði hendan dagin í 1997.
(Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum, 2. broytta útgáva 2008)
Almenn móttøka var í
bókahandlinum Rit&Rák í
SMS týsdagin í sambandi
við at 29 ára gamla Annika
P. Árting úr Havn er kosin
sum besti ungi bókaseljarin
í danska ríkinum.
Annika er júst liðug við
útbúgving sína sum bóka
handlari. Útbúgvingin tekur
vanliga fýra ár, men tá
Annika hevur FHS og HF
prógv, var lærutíðin einans
tvey ár.
Í grundgevingunum fyri
at verða kosin ”Årets Unge
Boghandler” stendur m.a.
um Anniku:
”Ársins besti ungi bóka
handlari hevur verið fakliga
væl fyrireikað undir útbúgv
ingini og víst stóran áhuga
fyri fakinum, eins og hon er
fyritakssom og góð at sam
starva við”
Annika fær eisini eina
ferð til Frankfurt, har 52.
altjóða
ráðstevnan
fyri
ungar bókahandlarar verður
hildin í hesum mánaðinum.
Tað var Jens Clausager frá
Boghandlerforeningen
í
Keypmannahavn, sum hand
aði Anniku heiðursbrævið.
mg
Annika er besti ungi bókaseljarin
Jens Clausager frá Boghandlerforeningen handar Anniku Árting heiðursbrævið
Mynd: Jens Kristian Vang