Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-05-22, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 22. mai 2009síða 12

‹ fyrra síða allar 79 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 tíðindi Nr. 96 - 22. mai 2009 Mikukvøldið ruddaði Vágs Býráð seinastu forðingina av vegnum fyri at fara undir illa umstrídda ellis-og røktarheimið í Vági, so nú verður skjótt klárt at fara undir almenna bygging fyri slakar 85 milliónir í Vági Almenn bygging Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo - Nú má tað blíva egg ella ungi. Í Vágs Býráði eru tey við at blíva ótolin eftir at sleppa undir ætlanina at byggja illa umstrídda ellis- og røktarheimið í Vági. Hetta hevur verið eitt drúgvt mál, tí tað eru fýra ár síðani, at ætlanin varð fostrað, at flyta miðnáms- skúlan til Hovs og at byggja ellis- og røktarheim í Vági ístaðin. Men nú er bíðitíðin av, tí á fundi í Vági mikukvøldið, ruddaði býráðið seinastu forðingina burtur fyri at fara undir arbeiðið at byggja heimið. Tað gjørdi býráðið, tá ið tað einmælt samtykti at taka lán til at fíggja bygg- ingina. Tað eru tær fýra komm- unurnar í syðru helvt í Suð- uroy, sum eru saman um at byggja ellis-og røktarheimið og tá ið Sumbiar- Porkeris- og Hovs Kommuna eisini hava samtykt at taka lán til endamálið, er klárt at seta spakan í. Upprunaliga skuldu tær fýra kommunurnar taka tilsamans góðar 26 milliónir í láni. Men síðani er heimið dýrkað so mikið, at tað verður neyðugt hjá komm- ununum at taka góðar 32 milliónir í láni. Og fyri og fyri at leggja stein oman á byrðu, hava tey, sum hava roknað alt út, gloymt at leggja mvg afturat. Bara tað er ein eyka- rokning upp á einar tríggjar milliónir Tí noyðast kommunurnar at taka góðar níggju milliónir afturat í láni, ella 35,2 milliónir tilsamans. Tær fýra kommunurnar býta lánið ímillum sín eftir fólkatalinum. Sostatt verður parturin hjá Vágs Komm- unu 22 milliónir ímeðan hinar tríggjar kommunurnar býta hinar 13 milliónirnar ímillum sín. Tað skilst, at tað er um tað lagið, at tær eisini fara at samtykkja ætlanina. Rentufrítt Talan er um eitt heilt serligt lán, sum Løgtingið hevur samtykt at veita kommun- unum. Tað merkir, at lánið er rentufrítt og aftur- gjaldstíðin er 13 ár. Harafturat skulu komm- unurnar ikki byrja at betala aftur, fyrrenn ellis- og røktarheimið er liðugt og farið undir virksemið og sostatt eisini farið at kasta pengar av sær í komm- unukassarnar. Umframt tær 35 milli- ónirnar, sum kommunurnar læna til endamálið, betalir landskassin 16,8 milliónir í stuðuli til ellis- og røktar- heimið so tilsamans kostar tað 52 milliónir at byggja. Men harafturat kemur so kostnaður fyri projektering, eftirlit, lønarvøkstur og annað. Pláss er fyri 24 fólkum á ellis- og røktarheiminum. Men harafturat skal ein økisdepil fyri sinnisveik byggjast upp at heiminum og hann kostar slakar 33 milliónir. So tilsamans er talan um almenna bygging í Vági fyri slakar 85 milliónir, sum fer ígongd í næstum. Tá ið ellis- og røktarheim- ið er liðugt, betalir lands- kassin allan rakstrarkostn- aðin. Hinvegin betalir land- ið bæði allan byggikostnað og allan rakstur av økis- depeplinum fyri økis- menning. Íslendingar bíligast í Vági Íslendska byggifyritøkan, TG-Verk, hevur nógv bíligasta tilboðið upp á arbeiðið at byggja ellis – og røktarheimið í Vági og økisdepilin fyri sinnisveik, sum skal byggjast saman við heiminum. Tað varð greitt, tá ið tilboðini vórðu latin upp. TG-Verk hevur bjóðað sær at gera arbeiðið fyri slakar 57 milliónir og tað eru heilar 33 milliónir bíligari enn tað dýrasta tilboðið, so tað var rættiliga stórur munur á tilboðunum. Tá ið tilboðini vórðu latin upp í februar, vóru sjey tilboð komin inn og tey vóru hesi: TG-Verk: 56.949.861 krónur Víking Smíð: 63.306.606 krónur HES-Byg: 63.866.059 krónur Norðhús: 68.472.060 krónur Articon: 69.352.591 krónur MT Højgaard: 74.975.355 krónur Pihl Føroyar: 89.952.169 krónur Men afturat kostnaðinum kemur kostnaðurin fyri projektering, byggileiðslu og –eftirlit, ráðgeving, prís- og lænarvøkstur og annað. So tilsamans kostar byggingin slakar 85 milliónir, tá ið alt er tikið við. Tað er arkitektarnir Albert Isfeld og Gudmund S. Hansen, sum hava teknað heimið, LBF hevur staðið fyri konstruktiónum og el og Martin E. Leo hevur staðið fyri HVS og ventilatión. Onkur millión rýkur afturat í Vági Nú ætlanin er at byggja ellis- og røktarheim í Vági, er tað longu nú greitt, at heimið fer at kosta næstan tvær milliónir meiri enn tað nú stendur á pappírinum. Tað er tí at innbúgvið er ikki við í roknistykkinum. Og akkurát tað hevur Nærverkið fýlst á, tá ið í ætlanin at byggja ellis- og røktarheimið í Vági var til hoyringar. Leiðarin fyri Nærverkið, Gunnleyg Durhuus, sigur, at hon skilir ikki, hví innbúgv ikki eisini er fevnt av studninginum, sum landið letur til slíka bygging. Hon vísir á, at á einum heimi sum hesum, er neyðugt at hava góðar røktarsengur – og tær eru dýrar. Tað sama ger seg galdandi við innbúgvi og útgerð til fysioterapi, ergoterapi og annað. - Tá ið innbúgvið ikki er fevnt av studninginum, er vandi fyri, at tað ikki verða keyptar góðar røktarsengur og tað gongur út yvir raksturin og gevur fleiri sjúkradagar, sigur Gunnleyg Durhuus. Á býráðsfundi í Vági mikukvøldið, tá ið ellis- og røktarheimið var til viðgerar, upplýsti Kirstin Strøm Bech, borgarstjóri, at tað er vanligt, at innbúgvið kemur aftan á og hon segði, at mett verður, at innbúgvið til ellis- og røktarheimið í Vági fer at kosta 1,7 millión. Fýra ára bíðitíð í Vági komin at enda Nú nærkast dagurin í stórum, tá ið tað verður klárt at seta skjøtil á arbeiðið at byggja ellis- og røktarheim í Vági Greenspan ávarar Fyrrverandi amerikanski tjóðbankastjórin Alan Greenspan sigur, at altjóða fíggjarkreppan er ikki av enn, og at teir størstu bankarnir í USA mugu bøta gjaldførið munandi, áðrenn nakar bati kemur. Greenspan sigur eisini, at batin kemur ikki, fyrr enn javnvág er komin í amerikanska húsamarknaðin. Orðini hjá Greenspan samsvara ikki rættiliga við tað, sum fleiri embætis- menn í amerikonsku stjórnini hava sagt í seinastuni, tí sambært teimum er USA á rættari leið búskaparliga. Hinvegin samsvara orð hansara væl við tað, sum fyrrverandi embætismenn í tjóðbankanum hava sagt, skrivar AP. Jerusalem ikki býtast sundur Ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu, sigur, at Jerusalem verður ongantíð býttur í tveir partar, og at býurin verður verandi høvuðsstaður í Ísrael. Tey avgjørdu orðini orðini eru ein staðfesting av tí, sum Netanyahu segði á fundi við Barrack Obama, forseta fyrr í vikuni. Tá gjørdi hann greitt, at palestinar kunnu ikki fáa egið ríki undir liðini á Ísrael. Fleiri leiðandi palestinar finnast at orðum forsætisráðharrans. Palestinski samráðingarleiðarin Saeb Erekat sigur, at støðan hjá Netanyahu er eitt bakkast fyri friðarætlan- ina hjá Obama, sum millum annað umfatar eina loysn við einum palestinskum ríki undir liðini á Ísrael