Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-05-22, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 22. mai 2009síða 28

‹ fyrra síða allar 79 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 [ Nr. 96 - 22. mai 2009 ] HB staðfesti í gjár oddasessin, tá liðið fekk fult í Sørvági. Teir reyðu og svørtu vóru leingi omaná, men vóru seinastu løtuna undir trýsti Uni Holm JoHannesen uni@sosialurin.fo FÓTBÓLTUR Tað sá leingi út til at gerast ein avgreiðsluspurningur, men verjuvillur og reytt kort vendu fullkomiliga dystinum. HB var í gjár undir trýsti, tá tað eydnaðist at fáa fult burtur úr torføra útidystinum í Sørvági. Teir reyðu og svørtu vóru á bóltinum í stórum løtum í fyrsta tímanum av dystinum, men í tveimum førum bardi heimaliðið seg aftur í dystin. Men HB fekk fult. Og trý stig vóru við til at staðfesta oddasessin. HB stýrdi HB var greitt við yvirlutan í fyrra hálvleiki. Heimaliðið, sum fyrstu 45 minuttirnar spældi við stórari virðing fyri mótstøðuliðnum, var á egnari hálvu, og lat gestirnar úr høvuðsstaðnum stýra spælinum. Men so skjótt teir reyðu og svørtu høvdu bóltin á seinasta triðinginum av vøllinum, vóru teir trýst­ ir. Í síðunum lá væl fyri hjá Bjarna Jørgensen og Rógva Poulsen, sum dugdu væl at søkja tómrúmið handan vongverjarnar. Men hóast fleiri innlegg – serliga úr høgru – var ongantíð vandi á ferð. Gestirnir vóru ikki nóg beinleiðis í sínum royndum undan hvíldini. Sjáldan royndu teir at bjóða av ella leggja málgevandi avlever­ ingina. Bólturin flutti seg heldur oftast uttanfyri brots­ teigarmarkið. Ikki fyrr enn tíggju min­ uttir fyri tíð, tá Páll Mohr Joensen slapp sær inn um og varð feldur, bar til. Úr ellivu metrum var Fróði Benjaminsen tryggur. Akselsen heldur fram Tór­Ingar Akselsen var aftur hesaferð millum teir mest eyðsýndu á liðnum hjá 07 Vestur. Hann átti avgerandi leiklut í báðum málunum, sum heimaliðið fekk. Fyrst sendi hann í stólpan, áðrenn Milan Pej­ cic javnaði, og seinna málið kom eftir frálíkt einmans­ avrik frá Tór­Ingari Aksel­ sen. Hann hevur staðið seg sera væl í hesum kapp­ ingarárinum, og tað er als ikki óuppiborið, um Brian Kerr, landsliðsvenjari, hev­ ur vágamanninum í hópi­ num til komandi uppgávur­ nar. Deyðbóltar avgjørdu HB legði bragdliga fyri í seinna hálvleiki, og settu alt fyri eitt heimaliðið undir trýst. Millum annað bjarg­ aði heimaliðið á málstrikuni tvær reisur, og Hans á Lag stútaði á tvørtræið. Men tað skuldu deyðbóltar frá Ras­ musi Nolsøe, áðrenn tað eydnaðist. Tvøramaðurin sendi fyrst hornaspark í pannuna á Fróða Benjaminsen, og løtu seinni stýrdi Milan Kulic frísparkið frá verjuleikara­ num í málið. Milan Kulic var útvístur, tá eitt korter restaði í av dystinum. Miðvallarin sá tvær ferðir gult, sum var við til at seta viðleikararnar undir trýst seinastu løtuna. Men HB stóð ímóti og vann uppiborið við trimum mál­ um móti tveimum. 07 Vestur-HB 2-3 (1-1) Reið um snarið hjá HB HB 07 Vestur Hendrik Rubeksen úr 07 Vestur metir, at hann og liðfelagarnir áttu at fingið stig úr dystinum: – Vit høvdu betri uppiborið. Vit skjóta tvey mál, men tað er ikki nóg mikið, sigur ein vónbrotin Hendrik Rubeksen. Tit lata HB stýra dyst­ inum í stórum løtum. Vísa tit ikki ov stóra virðing? – HB er oddalið og vit eru botnlið. Vit dúva upp á skjótálop, og tað er ikki nógv annað at gera, sigur Hendrik Rubeksen, sum heldur, at 07 Vestur átti at havt vunnið sær fleiri stig higartil. – Vit skjóta mál í hvørj­ um dysti, men vit hava torført við at halda mótstøðuliðnum frá møgu­ leikum, sigur framherjin. uni – Jú, vit høvdu avgjørt væntað ein torføran dyst, staðfestir Sámal Erik Hentze, venjari hjá HB. Høvuðsstaðarfelagið byrj­ aði í framrættaðum út­ gangsstøði, men hóast stóra leikliga yvirvág eydnaðist tað ikki at skapa stóru málmøguleikarnar. – Vit víst gott tol og bíðaðu eftir møguleik­ unum. Í seinasta triðing­ inum av vøllinum vóru vit ov lítið avgjørdir, men samanumtikið eri eg nøgdur. Hvør er fyrimunurin hjá tykkum við, at tit ikki eru við í steypakappingini, nú dystarskráin er so tøtt? – Vit hava sjálvsagt betri tíð at fyrireika okkum til komandi dystirnar, men skuldi eg valt, hevði eg heldur viljað verið við í steypakappingini, stað­ festir Sámal Erik Hentze, venjari hjá HB. uni 0­1, Fróði Benjaminsen: Langt um leingi smoygdi Páll Mohr Joensen sær inn um brotsteigarmarkið við bóltinum, heldur enn at sleppa bóltinum. Við rygginum móti málinum í eini støðu, sum als ikki var vandamikil, rendi Sig­ tór Petersen hann um koll. Brotssparkið setti Fróði Benjaminsen trygt í netið. 1­1, Milan Pejcic: Longu minuttin seinni var Tór­ Ingar Akselsen í góðari støðu í høgru, men hann sendi í stólpan. Milan Pejcic var fyrstur á bólt­ inum, og miðvallarin skuldi bara seta innaru síð­ una á, tá hann javnaði fyri heimaliðið. Frálíkt ein­ mansavrik av Akselsen. 1­2, Fróði Benjaminsen: Fimta hornasparkið hjá HB eftir hvíldina gav úrslit. Fróði Benjaminsen stýrdi bóltinum frá Rasmusi Nolsøe í netið. 2­2, Tór­Ingar Akselsen: Hans á Lag var í fyrstu atløgu ikki nóg avgjørdur, tá Tór­Ingar Akselsen fekk gott pláss í vinstru síðu. Síðan stóð verju­ parturin hjá HB nær um bara og eygleiddi, tá Aksel­ sen slapp fram við tveim­ um inn í brotsteiginum, áðrenn hann sendi framvið málverjanum. 2­3, Milan Kulic: Enn eina ferð ansaði heimaliðið ikki serliga væl mótstøðu­ monnunum eftir deyð­ bóltsstøðu. Rasmus Nols­ øe sendi í høvdið á Milan Kulic, sum var tryggur framman fyri málinum. Laudrup upp á tal í Madrid Danski fótbóltsvenjarin Michael Laudrup er ein av teimum, sum er upp á tal sum venjari í spanska stórfelagnum Real Madrid. Florentino Perez, sum roynir at gerast forseti í Real Madrid hevur Laudrup ovarliga á sínum lista yvir møguligar venjarar. Sagt verður, at onnur feløg hava eisini verið áhugað í Laudrup – eitt nú Wolfsburg, Ajax og AZ. Bíða eftir svari um Ancelotti Bretskir fjølmiðlar vilja verða við, at Carlo Ancelotti verður nýggjur venjari í Chelsea, men enn eru hesi tíðindi ikki váttað. Ancelotti er í løtuni venjari hjá AC Milan, og har verður sagt, at helst verður avgerðin um framtíðina hjá Ancelotti avgjørd mánadagin. AC Milan kann við sigri um vikuskiftið tryggja sær pláss í Champions League næsta ár. Málini í Sørvági Áttu at fingið meira burturúr Høvdu tolið Hóast 07 Vestur kom afturíaftur tvær ferðir ímóti oddaliðnum, var HB betri og megnaði at vinna í Sørvági Mynd: Álvur Haraldsen