fríggjadagur 22. mai 2009síða 29
‹ fyrra síða allar 79 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
29
[ Nr. 96 - 22. mai 2009 ]
Meðan NSÍ støðugt
styrkir sína støðu í
toppinum, so gongur
tað mótsatta vegin
hjá fuglfirðingum,
sum aðru ferð á rað
vóru stigaleysir á
heimavølli
FÓTBÓLTUR
Jóannes Hansen
joannes@sosialurin.fo
Í dýrdarveðrinum í Fugla
firði í gjár vann NSÍ 21,
men munurin var rættuliga
eyðsýndur.
Heimaliðið,
sum fyri aðru ferð í fýra
dagar einki fekk burturúr á
heimavølli,
tykist
hava
tunga brekku fyri framman,
meðan teir í Runavík, sum
fyri aðru ferð í fýra dagar
settu trý stig á kontuna, eru
rættuliga sannførandi og
heilt víst fara at kappast
millum tey bestu.
ÍF eigur góðar spælarar,
men tað hongur ikki nóg
væl saman í liðavrikinum. Í
uppspælinum verður liðið
ofta steðgað orsakað av egn
um mistøkum, og so er tað
so skjótt, at tað verður
vandamikið í hinum enda
num, og ov ofta verða lang
ar sendingar lagdar fram á
mótstøðuhálvuna, tí møgu
leikarnir eru fáir og smáir
at spæla stutt og trygt.
Hesa ferð var vandamikl
asta uppspælið í høgru, har
unglingaspælarin Dánjal á
Lakjuni arbeiddi hart og
vísti gott hegni, tá hann
breyt ígjøgnum og legði
innfyri, men tíðliga í seinna
hálvleiki varð hann tikin av
vøllinum.
Bartal Eliasen var aftur
hesa ferð uttanfyri við
skaða, men Poul Ennigarð
hevði í miðverjuni gott tak
á NSÍtoppskjúttanum, Kár
oly Potemkin, sum hann
hevði í heilt stuttum tjóðri.
Hjá ÍF sum heild var
verjuavrikið ikki gott, tá ið
NSÍ miðskeiðis í fyrra
hálvleiki setti hol á. Potem
kin slapp í eitt sindur trong
ari støðu í høgru at varðveita
bóltin og bíða, til Jann
Martin Mortensen, sum
hesa ferð hevði útgangsstøðu
á vinstra kanti, rann seg í
góða støðu í brotsteiginum,
har hann millum fleiri mót
støðumenn setti fótin undir
bóltin eftir flatt innlegg og
so var 10 til NSÍ.
Breidd og tyngd
NSÍ hevði bæði í fyrra og
seinna hálvleiki eina røð av
møguleikum at økja um
leiðsluna og harvið at taka
spenningin burtur, men teir
søplaðu og søplaðu.
Í nógvum teimum fyrstu
umførunum skoraði Károly
Potemkin, men nú hevur
verið turkur hjá honum
tríggjar dystir á rað. Í
Fuglafirði hevði hann onkr
an gyltan møguleika, og í
fleiri førum kundi hann
havt
spælt
viðspælarar
blankar framman fyri mál
inum.
Einar tvær ferðir var
Hjalgrím Elttør í góðum
støðum,
tá
toppskjúttin
valdi at royna sjálvur, og
serliga ta einu ferðina í
seinna hálvleiki, tá NSÍ
hevði vunnið bóltin í ótrygg
um ÍF uppspæli, valdi topp
skjúttin at fara sjálvur ímóti
tveimum
mótstøðumonn
um, í staðin fyri at spæla
púra blanka Boga Løkin.
NSÍ var í øllum omaná.
Jens Joensen var vinstri
vongverji í staðin fyri Einar
Hansen, sum var sjúkur.
Verjuavrikið var sum heild
gott, og á sentrala miðvøll
inum var eingin ivi. Bogi
Løkin, Jústinus R. Hansen
og Jann Ingi Petersen vunnu
nærdystirnar og dugdu bet
ur at finna hvønn annan og
viðspælararnar enn mót
støðumenninar, og í síð
unum arbeiddu Hjalgrím
Elttør og Jann Martin Mort
ensen væl.
Síðstu løtuna gekk nógv
fyri seg á NSÍhálvuni, og í
onkrum
deyðbóltsstøðum
var spenningur framman
fyri Meinhard Joensen, sum
einar tvær ferðir bjargaði
væl.
NSÍ var meiri vandamikið
í mótálopum, og tá ein
minuttir var eftir av vanligu
leiktíðini, tók Bogi Løkin
spenningin burtur. Andras
Gango hálvbjargaði tvær
ferðir, áðrenn hann var
prísgivin.
Tað tóktist sum um, at
tað hesa ferð skuldi eydnast
NSÍ at halda tætt, men í
yvirtíðini
umsetti Andy
Olsen, sum var mest eyð
sýndi ÍFspælarin í fram
rættaða partinum, brots
spark til mál, eftir at Óli
Hansen hevði felt Frank
Poulsen.
Trý stig fóru út á Skála
fjørðin, har posin ivaleyst
fer at tyngjast nógv aftrat,
og har alt bendir á plasering
millum tey í toppinum. Hjá
ÍF er takið í fyrstu atløgu at
skava stig saman fyri at
sleppa úr botninum.
Fyri
tveimum
vikum
síðani sá tað ikki so galið
út í Fuglafirði, har ÍF vann
bæði á B68 og KÍ. Síðani
hevur gingið minni væl,
og úrtøkan hevur í trimum
umførum í landskappingini
verið eitt stig:
–
At
úrslitini
eru
soleiðis, ávirkar sjálvs
álitið. Vit hava nú runnið
aftan á HB og NSÍ, uttan
at tað hevur eydnast at
fingið
nakað
burturúr.
Hesi bæði liðini eru í
løtuni tey bestu, og hóast
mótstøðan eisini tykist
vera ógvuliga stór, tá ið
vit tær báðar næstu ferð
irnar skulu spæla ímóti
EB/Streymi og Víkingi –
bæði í steypakappingini
og landskappingini – so
falla vit ikki í fátt, sigur
ÍFvenjarin
Jón
Simonsen.
Aftur hesa ferð vóru teir
í Fuglafirði noyddir at
gera fleiri broytingar. – At
Bartal
Eliasen,
Høgni
Zachariassen og Hanus
Eliasen eru plágaðir av
skaðum,
hevur
sína
ávirkan, men soleiðis eru
treytirnar, staðfestir hann.
jh
Popczynski spælari í Århus
Aarhus Fremad hevur tryggjað sær spæliloyvið hjá Krzysztof
Popczynski, sum er venjari í felagnum. Men sambært stjóran er
talan bert um eitt sindur av skemti mótvegis spælarunum. – Vit sóu,
at Krysztof kundi sparkað ein vatndunk ein hálvan vøll, tá vit taptu
70 ímóti FC Fyn, so vit hildu, at vit skuldu fáa fatur á
spæliloyvinum hjá honum, sigur Mogens Kamp við Bold.dk.
Kona Popcysnki sjúk
Bold.dk skrivar, at kona pólska venjaran, Krzysztof
Popczynski, er álvarsliga sjúk, og tað hevur ávirkað
arbeiðið hjá Krzysztof seinastu tíðina. Nú koma foreldrini
hjá Kryzysztof til Danmarkar at hjálpa soninum, og tey í
Aarhus Fremad rokna við, at pólski venjarin, ið starvaðist
í 10 ár í Føroyum, fær meira orku til at røkja
venjarastarvið í felagnum.
ÍF-NSÍ 1-2 (0-1)
Stórur munur á sjálvsáliti og styrki
Frøast yvir
møguleikar
NSÍvenjarin, Pauli Poul
sen, var sjálvandi væl
nøgdur, hóast tað gekk
so long tíð, áðrenn mun
urin gjørdist tvey mál:
– Liðið hjá okkum
vísti stórt sjálvsálit, og
vit spældu okkum til
nógvar møguleikar. Í
fyrra hálvleiki vóru fleiri
støður, sum áttu at havt
borið mál við sær, og
soleiðis var tað eisini
eftir steðgin. Tá munurin
bara er eitt mál, kann so
nógv broytast, eitt nú í
sambandi við eina deyð
bóltsstøðu, men vit vóru
ongantíð so kroystir, at
vit ikki høvdu tak á tí,
staðfesti Pauli Poulsen,
sum nú hevur fokus á
heimadystinum sunnu
dagin ímóti AB:
– Í Fuglafirði var um
reppið, at tað eydnaðist
at halda tætt í verju
partinum. Tað fara vit at
arbeiða við at gera sunnu
dagin, samstundis sum
vit vóna, at tað eisini tá
fer at eydnast at spæla
okkum til fleiri mál
møguleikar. Tað ræður
um at savna seg um eina
uppgávu í senn, hóast
tætt er millum dystirnar.
jh
NSÍ
ÍF
Sjálvsálitið minkar
Hjalgrím Elttør, Jóhan Troest Davidsen
og hinir í NSÍ høvdu orsøk til at fegnast í
Fuglafirði, har NSÍ vann á ÍF