Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-05-22, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 22. mai 2009síða 30

‹ fyrra síða allar 79 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 [ Nr. 96 - 22. mai 2009 ] Hóast tað endaði við javnleiki og hvørki KÍ og serliga ikki EB/Streymur vóru fegnir um úrslitið, so vunnu áskoðararnir, tí fótbóltsspælið treyt ikki í Djúpumýru FÓTBÓLTUR Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Í stigum hevur minni munurin verið á KÍ og EB/ Streymi síðstu dystirnar. Eftir dystin í gjár kann staðfestast, at EB/Streymur hevur fingið trý stig í trimum dystum, meðan KÍ hevur fingið tvey stig í trimum dystum. Hetta kann geva báðum liðum trupul­ leikar, tí ein nullloysn í gjár tænti hvørgum liðnum nakað serligt. KÍ kundi tvífalda síni stig, meðan EB/Streymur mátti hava trý fyri at fylgja við oddaliðunum, sum flestøll vunnu sínar dystir. Men hóast einki mál kom í Klaksvík, og tað kann fáa týdning fyri pengapungin hjá báðum liðum, so kunnu áskoðararnir fegnast um ein góðan og dramatiskan dyst í djúpumýru, har einans málini trutu. Byrjaðu eins Gjøgnum allan fyrra hálv­ leik sást lítið til, at KÍ er botnproppur, meðan EB/ Streymur roynir at klóra seg í oddin. EB/Streymur fekk nakrar fáar hálvar møguleikar, meðan serliga Heðin á Lakjuni og Jógvan Isaksen hugnaðu sær óført í vinstru síðu hjá KÍ. Bæði Bárður Olsen og Gudmund­ ur Nielsen hjá EB/Streymi vóru fleiri ferðir yvirspældir í høgru síðu hjá EB/ Streymi, og tað var bara óhepni og ein vakin Gunnar á Steig, sum syrgdu fyri, at klaksvíkingar ikki lógu á odda um hálvan fyrra hálvleik. Tá høvdu bæði Heðin á Lakjuni og Ivan Joensen havt møguleikar, sum burdu givið mál, har ein tók uttaru síðu á stongini. Í hinum endanum vóru eisini nakrir hálvir møgu­ leikar, men Sørmund Kalsø og Jan Andreasen tóku sær av tí mesta, og gekk tað ikki hjá teimum, so var Jákup Mikkelsen aftan fyri teir. Hetta skuldi vísa seg at vera tendensurin allan dystin. Ferðin var høg og intens­ iteturin stórur. Kanska vóru nakrar feilavleveringar og menninir fóru kanska ikki av øllum alvi í allar nær­ dystirnar, men tað var heilt víst undirhaldandi. EB/Streymur sýnist sterkari Tá fyrri hálvleikur nærk­ aðist endanum, tók EB/ Streymur meira yvir. Hetta kann partvís greiðast frá, við at Pauli G. Hansen kom inn fyri Marna Djurhuus um miðjan seinna hálvleik, tí Pauli G. Hansen var rættiliga eyðsýndur hjá EB/ Streymi, og kom heilar tvær ferðir í dýpdina, har Jákup Mikkelsen mátti vísa, at hann kanska skuldi hugsað um landsliðið aftur, tá Pauli G. Hansen fekk rættiliga stórar møguleikar. Tá farið var til hálvleiks var støðan 0­0, men hon kundi tað sama verið 2­2, um stengur og málmenn ikki stóðu fyri, og hepni var við álopsleikarunum. Tá seinni hálvleikur byrjaði, gjørdist greiðari, at EB/Streymur hevur fleiri leikarar á landsliðnum enn KÍ, tí eitt trýst byrjaði spakuliga at leggjast á KÍ­ málið. Hinvegin royndi KÍ at fáa nøkur kontraálop, sum kundu eydnast. Brotspark? Mest umrødda støðan í dystinum í gjár var helst, tá Sorin Angel var blivin leysur í brotsteiginum hjá KÍ. Hann kom úr høgru síðu og trekti inn í vøllin, tá Jan Andreasen – at síggja til – feldi rumenan í EB/ Streymi. Petur Reinert valdi at geva Sorini Angel gula kortið, heldur enn Oskarin, sum dómarin metti EB/ Streymsleikaran hava uppibornan at fingið. Rumenin og allir EB/ Streymsfjepparar mettu tað vera brotspark, og tað sýnist eisini undarligt, at ein maður, sum er so leysur, skal lata seg detta. Eisini kann nevnast, at bæði dómari og hjálpardómarar stóðu rættiliga illa fyri at síggja, um Jan Andreasen fekk fatur á beininum hjá Sorini Angel. EB/Streymur trýsti Eftir støðuna, sum kundi givið brotspark, sat EB/ Streymur á tí mesta, og um miðjan seinna hálvleik kom Leif Niclasen á vøllin fyri Gudmund Nielsen. Og tað gekk ikki long tíð, áðrenn hann kundi avgjørt dystin av høgra vongi, har hann ikki vanliga plagar at vera. Stutt eftir, at norðskála­ maðurin var komin á vøllin, fekk hann bóltin í netið – men flaggið var uppi fyri rangstøðu. Sum dysturin leið, trýsti EB/Streymur meira og meira, og Arnbjørn Hansen kom til fleiri hálvar møguleikar, millum annað ein á stongina. Í hinum endanum fekk KÍ eisini ein stóran møguleika, og stutt eftir blást Petur Reinert av. 0­0 í Djúpumýru kann hvørki liðið nýta til nakað serligt, og hóast EB/ Streymur hevði leikliga yvirvág, so verður ikki munur á liðunum, fyrr enn annað hevur skorað. Men áskoðararnir fingu sítt fyri pengarnar í Klaksvík í gjár, og dramatikkurin kring dystin er helst ikki heilt av enn, tí Fótbóltssambandið arbeiðir við úttalilsunum, sum Sigfríður Clementsen hevði á Rás2 í gjár um brotsparkið. Spælandi KÍ­venjarin, Jákup Mikkelsen, metti, at EB/Streymur var omaná tað mesta av dystinum, men hann var somuleiðis sannførdur um, at KÍ kundi stolið sigurin, um teir vóru hepnir í endanum av dystinum. Hann er ikki nøgdur við gongdina hjá felagnum, men kennir onkran glotta. – Vit eru sjálvandi ikki nøgdir við at vera aftast, men í dag fingu vit eitt stig ímóti greipuvinnarunum. Men vit vóru kanska eitt sindur hepnir, segði hann um dystin, hann kallaði eitt arbeiðsavrik. Ímóti endanum fekk Arnbjørn Hansen hjá EB/Streymi ein risamøguleika, sum fór fram við Jákupi Mikkelsen og brast í stongina. Spurdur um møguleikan er málmaðurin púra kaldur: – Eg sá væl, at bólturin fór at raka stongina, so eg bíðaði bara, til bólturin kom útaftur, segði Jákup Mikkelsen, sum tó viðgekk, at stongin var í parti við honum. eij Sigfríður Clementsen, venjari hjá EB/ Streymi, var ein vónbrotin maður eftir dystin á Injector Arena í gjár. – Vit spæla kanska besta dystin í ár og skapa eina rúgvu av møguleikum, og eg føli, at vit áttu at vunnið dystin í dag, segði Sigfríður Clementsen, áðrenn hann fór eftir Peturi Reinert, um onkrar støður, har EB/Streymsvenjarin kundi hugsað sær eitt brotspark. Sigfríður Clementsen er tó sannførdur um, at EB/Streymur er á rættari leið, og at teir vóru óhepnir ikki at vinna. Men hann má somuleiðis staðfesta, at liðið ikki hevur fingið nóg mikið burturúr. – Stigatalvan lýgur ikki, og tað mugu vit góðtaka, men vit hava ikki broytt málsetning fyri árið, og eg føli, at vit høvdu uppiborið at vunnið í dag, segði hann. eij Sorin fimm gul kort Nú átta umfør eru spæld í Vodafonedeildini,er fyrsta karantenan fyri fimm gul kort komin. Hana fær Sorin Anghel í EB/Streymi, sum er fyrsti spælarin, sum í landskappingini hevur fingið gula kortið fimm ferðir. Tað merkir, at hann ikki verður við, tá ÍF sunnudagin vitjar EB/Streym við Margáir. KÍ triðbestu verjuna Hóast KÍ er botnlið í Vodafonedeildini, er merkisvert, at klaksvíkingar higartil hava havt ta triðbestu verjuna. Bara 10 mál eru farin ígjøgnum fyrstu átta umførini, og tað eru bara EB/Streymur og HB, sum hava betri verjur, við ávikavist sjey og níggju málum ímóti sær. KÍ-EB/Streymur 0-0: Áskoðararnir vunnu í Klaksvík EB/Streymur KÍ EB/Streymur og KÍ stríddust manniliga um avgerandi bóltin í gjár, men tá Petur Reinert floytaði fyri seinastu ferð, var eingin avgerandi bóltur og stigini vóru býtt kristiliga millum liðini Mynd: Sofus D. Johannesen Kundu stolið sigurin Mistu tvey stig