Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-05-22, síða 39
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 22. mai 2009síða 39

‹ fyrra síða allar 79 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 96 - 22. mai 2009 39 lýsingar Søkt verður eftir tveimum varaskúlastjórum Í sambandi við at vit fara at umskipa leiðsluna í Venj­ ingarskúlanum, verður eitt nýtt starv sum varaskúlastjóri í Venjingarskúlanum lýst leyst til setanar frá 1. august 2009. Fyri varaskúlastjóra í farloyvi, verður starvið sum fyri­ bilssettur varaskúlastjóri lýst leyst til setanar frá 1.august 2009 til 31. juli 2010. Søkt verður eftir varaskúlastjórum, sum • undir ábyrgd og í samstarvi við skúlastjóran skulu taka lut í teirri fyrisitingarligu og námsfrøðiligu leiðsluni í skúlanum • duga at samstarva og eru fyrikomandi • eru fúsir at taka á seg uppgávur í samstarvi við og eftir fyriskipan skúlastjórans. Harumframt skal varaskúlastjórin • vera næsti medarbeiðari skúlastjórans • saman við skúlastjóranum og hinum varaskúlastjóranum taka á seg fyrisitingarliga ábyrgd • undir fráveru skúlastjórans hava ábyrgdina av leiðslu skúlans • vera førur fyri at loysa trupulleikar • saman við skúlastjóranum skapa virðing fyri skúlanum og umstøður hjá tí einstaka fyri medávirkan og medábyrgd. Førleikakrøv Umsøkjarar skulu hava læraraútbúgving og starvsroyndir í fólkaskúlanum. Lønar- og setanartreytir Setanarøkið er undir Mentamálaráðnum við fyribilstænastu í Venjingarskúlanum. Tey, ið sett verða, eiga at tola broytingar starvinum viðvíkjandi. Størvini verða lønt í lønarflokki 35.1 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag og verða sett sum sáttmálasett størv, uttan so, at tey, sum sett verða, er tænastumenn frammanundan. Skylduga undirvísingartímatalið verður ásett eftir galdandi reglum. Umsóknir við ljósriti av prógvum og CV og møguligum viðmælum skulu verða sendar skúlanum. Freistin at søkja er 4. juni 2009 kl. 15. Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Petur Ova Petersen, skúlastjóra á telefon 213502 ella 301529. Í Venjingarskúlanum verða komandi skúlaár umleið 440 næmingar í 19 flokkum, og her koma at starvast 45 fólk. Lærararnir eru skipaðir í 4 deildir: 1.-3. fl., 4. og 5. fl., 6. og 7. fl., 8.-10. fl. Skúlin húsast í trimum bygningum : 1., 2. og 3. b halda til í Ytra skúla við Landavegin, 1., 2. og 3. a í Heimara skúla við Fr. Petersens gøtu, og 4.-10. fl. eru í skúlanum á Stórheyggi. Venjingarskúlin handan Á 14 · Box 59 · FO-110 Tórshavn Endurlýsing Lýst verður eftir tímalærarum og/ella ársvikarum til skúlaárið 2009-2010, sum kunnu undirvísa í læru- greinunum týskum og/ella enskum og teldufrøði. Størvini verða sett sambært sáttmála millum YF (Yrkisfelag Studentaskúla- og HF-lærara) og Fíggjar- málaráðið. Umsøkjarar eiga at hava hægri útbúgving á kandi- datstigi ella líknandi. Um treytir annars sí uppslag á www.hoydalar.fo. Lesandi á kandidatstigi uttan endaligt prógv kunnu eisini søkja. Avrit av prógvum ella úrskrift av próvtøkubók skal hjáleggjast. Nærri fæst at vita við at venda sær til Mikkjal Helmsdal, rektara, telefon 312973 ella fartelefon 218404. Umsóknir skulu vera rektaranum í hendi í seinasta lagi hósdagin 28. mai. Føroya Studentaskúli og HF-skeið Gransking Framløga av granskingarverkætlanini Urininkontinens hjá kvinnum millum 60 og 65 ár í Føroyum – títtleiki og ávirkan á gerandislívið verður hóskvøldið 28. mai kl. 19.30 á Sjúkrar øktarfrøðiskúlanum. Fyrilestrahaldarar Ása Róin og Hildur við Høgadalsá. SJÚKRARØKTARFRØÐISKÚLI FØROYA Jónas Broncksgøta 25 · FO-100 Tórshavn · tel: 352 250 fax: 352 251 · heimasíða: srfs.fo · t-postur: srfs@srfs.fo Málningar til sølu tel: 31 06 23 · www.glarsmidjan.fo Sí www.glarSmidjan.fo jóannis Kristiansen Hans jákup glerfoss Zacharias Heinesen og aðrir www.sosialurin.fo Eiði Byrjar kl. 20.00 í ítróttarhøllini. Á skránni verður m.a. flogbóltur, hondbóltur, fótbóltur (á sparkivølli uttanfyri), badminton, judo, rógving, linedansur og evt. borðtennis og hockey Feløg ið skipa fyri: EB · EB/Streymur · Hósvíkar Róðrarfelag Nøvan · Sunda Judofelag Giljanes Byrjar kl. 19.00 við ítróttargudstænastu í Miðvágs Kirkju við Theodor Olsen. Hildi verður so fram kl. 20.00 í ítróttarhøllini á Giljanesi. Á skránni verður m.a. kurvabóltur, borðtennis, fótbóltur, flogbóltur, badminton, hoppiband/ hularingar, sjórænaraspæl, bogaskjóting, rógvimaskinur, hockey, dansur og linedansur. Feløg ið skipa fyri: O7 Vestur · Flogbóltsfelagið Dráttur Frælsi · Miðvágs Badmintonfelag - MBF Miðvágs Bóltfelag - MB Miðvágs Róðrarfelag Sandavágs Ítróttarfelag - SÍF Vágaskot Kambsdalur Byrjar kl. 20.00 í ítróttarhøllini. Á skránni verður fótbóltur, høvdingabóltur, flogbóltur, borðtennis, badminton, hiphop dansur og mangt annað. Feløg ið skipa fyri: ÍF fótbóltur · ÍF badminton Fimleikarfelagið Flog Kollafjørður Byrjar kl. 20.00 í ítróttarhøllini. Á skránni verður fjølbroytt úrval av spølum við og uttan bólt. Feløg ið skipa fyri: Kollafjarðar Ítróttarfelag KÍF Runavík Byrjar kl. 20.00 í ítróttarhøllini. Á skránni verður m.a. flogbóltur, sjórænahondbóltur, rógving, arobic, høvdingabólt, borðtennis, linedans, eisini kemur Jens Marni Hansen at spæla. Feløg ið skipa fyri: B68 flogbóltur · B68 fótbóltur Hondbóltfelagið Tjaldur · Kappróðrarfelagið NSÍ NSÍ fótbóltur · Støkk Skála Byrjar kl. 20.00 í ítróttarhøllini. Ítróttarbreytin í 10. flokki í Stranda Skúla skipar fyri ymiskum spølum við og uttan bólt. Bussar koyra av Strondum til høllina. Koyrt verður frá Missiónshúsinum á Strondum eftir ”gamla vegnum” til høllina kl. 19.45, 21.15, 22.45 og 00.15. Frá høllini á Skála til Strendur kl. 02.00. Feløg ið skipa fyri: StÍF · Skála Tórshavn Byrja kl 20.00 á Tórsbreyt. Skráin: kl. 20.00 Tórsbreyt (Bragdi) kl. 21.30 Gundadalshøllin (Fleyr) kl. 23.00 Ovari vøllur í Gundadali (B36) kl. 00.30 Gundadalshøllin (Havnar Fimleikarfelag) HIP HOP kl. 02.00 Liðugt Feløg ið skipa fyri: Bragdi · B36 · Fleyr · Havnar Fimleikarfelag Trongisvágur Byrjar kl. 20.00 í ítróttarhøllini. Á skránni verður m.a. borðtennis, fótbóltur, flogbóltur, høvdingabólur, rógving, hockey, og mangt annað spennandi. Feløg ið skipa fyri: TB fótlbóltur · TB flogbóltur Tvøroyar Borðtennisfelag TBF Frobiar Sóknar Róðrarfelag Minnist til innanduraskógvar! Tiltakið er ókeypis! Tiltakið er rúsfrítt umhvørvi! Ítróttarnáttin 20 – 02 Ítróttarnáttin