fríggjadagur 22. mai 2009síða 31
‹ fyrra síða allar 79 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
31
[ Nr. 96 - 22. mai 2009 ]
Tað var eingin sum
helst ivi um, at B68
skuldi hava alt við
sær úr Gundadali
í gjár. Og eftir tvey
tap á rað er B36 um
at vera heilt úti úr
oddastríðnum
FÓTBÓLTUR
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
B68 staðfesti í Gundadali,
at teir eru um at verða til
reiðar at bjóða toppinum í
Vodafonedeildini av.
Seinasta vikuskifti hildu
toftamenn seg eiga betur
uppiborið enn javnleikin í
Gøtu, men leikliga er einki
at ivast í, at sjálvsálitið er
kvinkað rætta vegin, og tað
var fyri tað nógva eitt lið í
góðari javnvág, sum var á
vitjan hjá B36.
Gestirnir
vandamiklari
Styrkin hjá B36 hevur í ár
verið, at liðið hevur vart
væl, fyri síðani at seta
ferðina nógv upp í mótá
lopunum.
Men tann uppskriftin rigg
aði sjáldan sunnudagin.
Partvíst hevur B68 í Nenad
og Ndende kanska sterkasta
sentrala miðvøllin í land
inum, og tí var sjáldan, at
óneyðugir bóltmissir góvu
B36 møguleika at fremja
kviku mótálopini. Og part
víst tóktist B36 bara ikki
hava dagin, har tingini á
vøllinum vildu eydnast á
rættan hátt.
Soleiðis hevði B36 bara
tvær veruliga roynir á
toftamálið fyrstu trý korter
ini. Men fyrru ferðina varð
stútari frá Sam Malson
ruddaður á málstrikuni, og í
hinum førinum vardi Vlada
Filipovic væl fyri, tá Róald
ur Jacobsen royndi seg úr
spískum.
Í hinum endanum var tó
fleiri ferðir vandi á ferð. Í
tveimum førum stórbjargaði
Tróndur Vatnhamar royndir
frá Ndende, og somuleiðis
vardi málverjin sera væl
fyri
tveimum
royndum,
sum Keita hevði.
Og umframt beinleiðis
vandamiklu royndirnar, so
hevði B68 eisini fleiri støð
ur, har veruliga opni møgu
leikin bara var eina avlever
ing burturi.
Perla frá Óla
Toftamenn máttu tó bíða,
til ein lítil løta var farin av
seinna hálvleiki, áðrenn teir
veruliga sluppu at fegnast.
Men tá málið so kom, var
tað ein sonn perla. Óli Ols
en vann luftbólt, og eftir at
hava latið bóltin hoppað
eina ferð, hálvfluktaði hann
við vinstra fóti upp í mál
hornið úr góðum 20 metr
um.
Málið gav B68 fullkom
uliga tamarhald á. Nenad
hevði gjøgnum dystin stýrt
leikferðini, og nú tók hann
fótin av speedaranum, uttan
at B36 á nakran hátt fekk
svarað aftur. Og lættari
gjørdist tað ikki, tá Herbert
í Lon aftur helt Keita
somikið væl, at dómarin
fyri aðru ferð gav honum
gult kort og harvið reytt.
Hetta tók mest sum alla
luftina úr B36, og tá Ndende
so skoraði eftir hornaspark,
var tað »game over« fyri
B36.
Toppdystur
á Svangaskarði
Tað er tað helst eisini í
oddastríðnum hjá B36, sum
nú hevur tapt tvær ferðir á
rað á heimavølli. Tað tóktist
annars lovandi, tá teir í
fyrstu tveimum av teimum
á pappírinum heilt truplu
dystunum spældu javnt,
men tapini móti NSÍ og
B68 hava prógvað, at hóast
B36 kann órógva alt og øll
á einum góðum degi, so
megnar liðið ikki nóg væl
at halda eitt javnt høgt
støði.
Toftamenn eru nú á sama
stigatali sum B36. Men
formkurvan hjá teimum
peikar hinvegin beint í loft í
løtuni. Við bæði Ndende og
Nenad í fullari dystarvenjing
hevur
B68
eisini
ein
miðvøll, sum stendur øllum
kurl. Og við tveimum
áleyparum, sum einsamallir
kunnu skapa nógv, mugu
teir í dag roknast sum ein
somikið stórur vandi móti
øllum liðum, at tað als ikki
skal koma óvart á, um
Svangaskarð seinni í ár
verður karmur um okkurt,
sum av álvara líkist odda
dysti.
Ikki
oddalið
Jákup á Borg hjá B36 helt
eftir dystin í gjár, at hann
og B36 ikki høvdu so
øgiliga nógv at siga um
kalda veruleikan, sum stað
festi, at B68 fór avstað við
trimum stigum.
– Fyri steðgin haldi eg,
at tað gongur rímuliga
javnt á, men vit verða sjáld
an nóg vandamiklir. Og eft
ir at teir skora, megna vit
ongan tíð veruliga at hótta
teir.
Tit hava nú tapt tvær
ferðir á rað. Var hetta tykk
ara farvæl til oddastríðið?
– Tað kanst tú sjálvandi
siga. Men hinvegin hevur
okkara málsetningur ikki
verið at verið partur av
hesum. Tað hevur gingið
væl í eina tíð, men vit hava
ikki viljað lagt okkum
sjálvar undir nakað trýst.
So fyrst og fremst ræður
um hjá okkum at arbeiða
hart, segði Jákup á Borg.
-mørk
Beinini
á jørðini
Hóast sigurin og ikki minst
spælið hjá B68 gav góð
lyfti um komandi vikurnar,
so vildi liðskiparin hjá
gestunum í Gundadali ikki
hoyra talan um heiðurs
merki ella líknandi.
– Eg haldi, at talan var
um ein góðan dyst í dag.
Bæði liðini royndu at
skapa sær møguleikar, og
fyri steðgin gekk hampu
liga javnt á. Men vit klára
fyri tað nógva at halda
teimum burtur frá teimum
heilt vandamiklu støðu
num, og tá vit so skora,
haldi eg, at vit hava tamar
hald á, segði Jóhan Dávur
Højgaard.
Tit endaðu væl í kapp
ingarárinum í fjør, og
longu nú tykjast tit hava
funnið
sama
stevið.
Hvussu langt kann B68
røkka í ár?
– Tað veit eg ikki. Top5
vildi eg í øllum førum
hildið, staðfesti ein kanska
lítillátin liðskipari.
-mørk
Real dyrgir
í Liverpool
Nógv hevur verið tosað um, at Real Madrid vildi
keypa Cristiano Ronaldo, men nú skrivar blaðið
AS, at Real er farið at dyrgja í Liverpool. Tað er
miðvallarspælarin Xabi Alonso, sum hevur vakt
áhuga í kongaliga spanska felagnum. Sambært AS
skal Real Madrid verða sinnað at gjalda næstn 200
milliónir krónur fyri spælaran, men Liverpool
sigur seg als ikki verða sinnað at selja.
Ajax vil hava
Morten Olsen
Niðurlendska felagið Ajax er áhugað í at fáa danan
Morten Olsen til venjara. Morten Olsen er annars venjari
hjá danska landsliðnum og er sáttmálabundin hesa
undankappingina afturat.
Eg kann vátta, at vit eru áhugaðir í Morten Olsen,
men aðrir venjarar eru eisini upp á tal, og í løtuni royna
vit at seta saman ein lista við evnum, sgiru Riske Betten,
talsmaður hjá Ajax, við BT.
B36-B68 0-2 (0-0):
Toftamenn ruddaðu Gundadal
Toftamenn vóru omaná í at kalla øllum lutum, tá teir
í gjár vunnu ein sannførandi sigur á B36 í Gundadali
Mynd: Álvur Haraldsen