Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-05-22, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 22. mai 2009síða 36

‹ fyrra síða allar 79 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

36 Nr. 96 - 22. mai 2009 lýsingar Deildarleiðari til framleiðsluvirkið á Kambsdali Søkt verður eftir deildarleiðara til nýggja fram­ leiðsluvirki okkara á Kambsdali. Deildarleiðarin fær ábyrgd av at byggja virksemið upp saman við teimum starvsfólkum, hann verður við til at seta. Starvið fevnir um bæði fyrisiting á leiðslustøði og skipan av dagliga arbeiðnum á virkinum. Førleikar • Handaliga útbúgving. • Góð leiðsluevnir. • Arbeiðssamur/som, dugnalig/ur og røkin. • Væl skipað/ur. • Góðan kunnleika til kunningartøkni. • Góð samstarvsevnir. • Dugir at leggja arbeiðsuppgávurnar til rættis eftir førimuninum hjá brúkaranum. • Dugir at samskifta við fyritøkur, viðskiftafólk og onnur uttanfyri stovnin. Tað kann verða ein fyrimunur, um tú hevur royndir innan líknandi øki ella av egnum virki. Starvið hevur tilvísing til stjóran og verður at seta 1. august 2009 ella skjótast tilber. Lønin verður javnlíknað við pedagogiska økið, smáir búðstovnar. Áhugaði kunna venda sær til Kristinu T. Larsen, stjóra, á tlf. 55 00 74 fyri at fáa fleiri upplýsningar. Umsóknir skulu verða okkum í hendi í seinasta lagi 4. juni 2009. Umsókn saman við prógvið, royndarváttan v.m.skal sendast til alv@alv.fo ella til: Sjálvsognarstovnin ALV Boks 301 110 Tórshavn Brævbjálvin skal hava áskrivað: »Umsókn deildarleiðari« Um virksemið: Høvuðsvirksemi á virkinum verður ein endur­ nýtsluhøll, har gamlir møblar og lutir verða umvældir og síðan seldir. Eftir ætlan fer framleiðsluvirkið eisini húsa fremleiðslu av ymiskum lutum ella pørtum av framleiðslutum fyri føroysk virkir. Við hesi vinnu skapa vit eini 20 arbeiðspláss fyri fólki, ið hava fingið tillutað hálva ella fulla pensjón. Hesi eru ein partur av Føroya fólki, sum vanliga ikki eru so sjónlig á føroyska arbeiðsmarknaðinum, men sum gjøgnum mennandi tilboð kunnu geva sína arbeiðs­ megi til føroyska samfelagið, og soleiðis eisini vera við til at geva vinnulívinum í Føroyum størri og fjølbroyttari arbeiðsmegi. Virksemið er ikki fyri fólk við menningartarni. fulltrúi/ráðgevi í Løgtinginum Í umsiting Løgtingsins er eitt starv sum fulltrúi ella ráðgevi leyst at søkja til setan 1. august 2009. Starvslýsing og nærri upplýsingar um starvið eru at finna á www.logting.fo. Løgtingið, 20. mai 2009 Løgtingið Flagtekju? Norskar flagtekjur Skjótt og ómakaleyst Eisini hava vit nævur og torvhaldsjørn. Ring og fá eitt óbindandi tilboð. v/ Jákup á Lag · P.O. Boks 230 · FO-110 Tórshavn Tel +298 584020 · sjovinnubudin@kallnet.fo Væl skøddur? Um ikki, so hava vit røttu dekkini Tróndargøta 63 · FO-512 Norðragøta Tlf 442002 · normek@normek.fo w w w . n o r m e k . f o Lesið -tað loysir seg Bókavørður Á Fuglafjarðar Bókasavni er eitt starv sum bókavørður leyst at søkja til 1. august 2009. Tann, ið sett/settur verður, skal arbeiða við øllum vanligum bókavarðaarbeiði í tøttum samstarvi við Kunningarstovuna í Fuglafirði, sum heldur til í somu húsum, sum bóka­ savnið. Til starvið krevst útbúgving sum bókavørður. Starvið kann verða sett við niðursettari tíð og verður lønt sambært sáttmála millum Fíggjar­ málaráðið og Starvsmannafelagið. Um ongin við bókavarðaútbúgving søkir, kann annar persónur røkja starvið. Víst verður til løgtingslóg nr. 148 um bókasøvn. Umsóknir saman við próvskjølum verða at senda til Fuglafjarðar Býráð, Postsmoga 30, 535 Fuglafjørður í seinasta lagi 09. juni 2009 kl. 10.00. Býráðið skilar sær rætt til at velja millum inn­ komnar umsóknir ella onga at taka. Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Sigurð S. Simonsen, borgar­ stjóra ella Jákup Frants Larsen, býráðsskrivara á telefon 737700. Fuglafjørður, tann 15. mai 2009 Fuglafjarðar Býráð Fuglafjarðar Býráð