fríggjadagur 22. mai 2009síða 4
‹ fyrra síða allar 79 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 96 • 22. mai 2009
Vikuskifti
4
Tað eru fýra ár síðan Leivur
Thomsen, konan og bæði børnini
fluttu til Føroya. Tey hava keypt
eini hús so sentralt í miðbýnum,
sum gjørligt. Her er eingin bilur
neyðugur, og hóast tað hevur ver
ið uppi og vent at fingið sær bil,
er tað ikki veruleiki enn.
Vit hava ongan bil, og í løtuni
hava vit heldur ongan tørv á
bili. Vit búgva beint við buss
steðgiplássið.
Leivur Thomsen heldur, at
skuldi hann havt ein bil, skuldi
hann verið góður fyri umhvørvið.
Ein dieselbilur við filtri. Hann
er sera tilvitaður um dálkan frá
bilum. Tá hann ger sær rennitúrar
úti í býnum, fellur tað honum
tungt, at hann skal renna millum
bilarnar, har luftin er so dálkað av
bilosi.
Tað er heldur ikki so sjáld
samt, at bilar standa her uttan
fyri hjá okkum og forpesta alt
grannalagið, við at standa í tóm
gongd, sigur Leivur Thomsen.
Ongan føroyskan
mat
Heima hjá Leivi Thomsen royna
tey so vítt gjørligt at eta sunt og
rætt, og hann dylir ikki fyri, at
tey vaksnu eisini royna at halda
linjuna.
Vit eta í veruleikanum rætti
liga varierað. Børnini kunnu gott
hava lyndi til at eta nógv søtt, so
tí royna vit at stýra. Men vit eru
slettis ikki til føroyskan mat. Eg
plagi at fara yvir í FK at keypa
inn, og at síggja hesar stinkandi
deyðu kropparnar hanga har – tað
luktar forderdiligt, sigur Leivur
Thomsen og flennir.
Skal tað vera føroyskt, skuldi
tað verið skerpikjøt, og sum yngri
dámdi honum væl feska grind,
spik og epli.
Men tað havi eg so valt frá,
tí tað er so dálkað. Nú fari eg so
ikki at proppað tungmetallir niður
í dóttrina hjá mær, sigur hann
avgjørdur.
Sum oftast er tað í FK, inn
keypið fer fram, tí tað er liggur
tættast við.
Prísirnir eru eksploderaðir
í síðstuni, haldi eg, og tað
merkir innkeypið. Í Danmark
keyptu vit mest sum bara av
vistfrøðiligu hillunum, men her
í Føroyum er úrvalið so lítið, og
so er tað vistfrøðiliga so dýrt.
Men fesku vørurnar keypa vit
vistfrøðiligar, umframt mjøl,
havragrýn og ymiskan viðskera.
Og so er frukt og grønmeti altíð í
innkeypsposanum.
Pylsuvognsmentali-
tetur ræður
Húsini í Magnus Heinasonargøtu
eru undir umvæling. Millum
annað eru hvítvørurnar í køkinum
útskiftar, og av teimum er nýggi
gassovnurin tað, Leivur Thomsen
er fegnast um. Tað er fyri tað
mesta hann, ið tekur sær av
matgerðini heima.
Hvat vit eta? Eg veit ikki. Alt
møguligt. Pasta við tomatsós og
kjøtbollum. Tá kóki eg tomatir
upp, blendi tær í stavblendara,
geri rættiligt kjøtfars til bollar,
sum eg so kóki í tomatsósini.
Tá skulu tomatirnar vera vist
frøðiligar. Tær eru nógv betri,
sigur Leivur Thomsen.
Ein annar vani er at keypa
gulllaksafars frá slaktaranum í
Miklagarði.
Úr tí geri eg fiskafrikadellir
og bollar til karrysós. Tað er bíligt
fars, sum kann frystast niður,
og so er tað eisini uttan útí
latingarevni (tilsetningstof, red.).
Hann saknar kortini at fara út
at eta eina góða máltíð. Úrvalið
í Føroyum er snøgt sagt ov lítið
og ov vánaligt til at hann tímur at
gjalda fyri tað.
Skal mann av við 1000 krónur
hvørja ferð, er tað ov dýrt. Serliga
er tað fastfood maturin her, ið
er vánaligur. Tað er simpelthen
reyvin av fjórðu deild. Eg
haldi, at føroyingar framvegis
halda fast um gamla pylsu
vognsmentalitetin, sigur hann.
Tað at ein sushi barr í næstum
letur í upp í Havn, er bara uppá
tíðina.
Tað hugskotið fekk eg fyri 20
árum síðan. Tað er upplagt við
øllum tí reina fiskinum vit hava
her í Føroyum.
Thomsen familjan gongur
nevniliga høgt upp í matuppliv
ingar.
Sushi kann vera gott, um tað
verður gjørt uppá tann rætta
japanska mátan. Tað er ofta av
upplivingini, tú verður mettur,
og ikki av matinum sjálvum. Eg
má siga, at eg sakni tann urbana
matin, sum vit ótu nógv av í
Danmark. So sum thailendskt,
indiskt og italskt.
Rúsdrekka
í handlarnar
Onkrar góðar matupplivingar
Eilen Anthoniussen
eilen@sosialurin.fo
Myndir: Jens Kr. Vang
jensk@sosialurin.fo
Familjan Thomsen, ið telur mann, konu
og tvey børn, er slettis ikki til føroyskan mat.
Í staðin er saknur í urbana matinum í Keyp
mannahavn, og so vítt gjørligt skal maturin
vera vistfrøðiligur. Ein blanding av ov dýrum
og ov vánaligum føroyskum fast food ger at
ein góður komfýrur er raðfestur, tí Leivur
Thomsen og familjan gera nógv burtur úr
matgerðini heima í staðin
Tónleikarin, Leivur Thomsen, hevur eina størri samling av
vinylplátum standandi í stovuni. Einki er sum at seta eina av
hesum frá, og at seta seg aftur á við einum góðum glasi av
víni, heldur hann.