fríggjadagur 22. mai 2009síða 7
‹ fyrra síða allar 79 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Vikuskifti
7
Nr. 96 • 22. mai 2009
samstundis læknan, sum hevði
kannað Ova. Vit kendust og høvdu
arbeitt saman, so eg spurdi, um
eg ikki kundi sleppa at síggja
myndirnar, sum hann hevði tikið
av manninum. Tá fekk ein stóran
skelk, tí lungnamyndirnar vóru
so ræðuligar, at eg ivaðist í, um
nakað var at gera.
- Tað var so løgið, at eg ikki dugi
at siga frá, hvussu tað kendist
– fyrst at hava fingið góð boð um
barnsburðin og so í sama mundi
at fáa skelkandi vitanina um mann
mín. Eg fór óglað heimaftur og
kendi meg púra hjálparleysa, men
eg segði einki fyri Ova, um at eg
hevði sæð myndirnar.
- Vit gjørdu skjótt av, seldu
hotellið og fóru til Danmarkar,
tí Ove helt, at danska sjúkrahús-
verkið hevði størri møguleika at
hjálpa honum.
- Tá vit komu til samtalu á
sjúkrahúsinum í Herning, higar vit
vóru flutt, og Ove hevði verið til
kanningar, legði eg til merkis, at
læknin var illa við, tá hann sá, at
eg var við barn. Mín hugsan var
beinanvegin, at vit ikki fóru at fáa
góð boð. Læknin segði eisini, at
einki var at gera, og at Ove bert
hevði hálvt til eitt ár eftir at liva.
Doyði tveir mánaðar
seinni
- Hetta var í januar 08, og í
oktober sama ár andaðist Ove.
Tá var lítla Bjørg fødd og tveir
mánaðar gomul.
- Tað var tó ein uggi, at Ove var
hjástaddur, tá eg átti, men tað
gekk kortini ikki upp fyri mær, at
hann skuldi doyggja. Hann hevði
øgiliga sterkan persónleika, og
hóast eg sá, hvønn veg tað bar,
so vildi eg ikki við mær sjálvari
ásanna, at hann ikki fór at liva.
- Beinta situr hugsunnarsom
lítla løtu og sigur stillisliga: Sorg
er eitt løgið fyribrigdi og við
hvørt eitt sindur sjálvsøkin. Eg
hugsi, at tað bert er væl, at hann
slapp, av tí at tað var einki lív
eftir hjá honum. Síðani sigur hon
brosandi: Lítla Bjørg líkist so nógv
pápa sínum, bæði í útsjónd og
verumáta. Tað er sum at hava ein
part av honum eftir, sigur Beinta
Laursen.
- Í juli mánaði í fjør komu
Beinta og børnini heim til Føroya.
Tað var so heppið í øllum tí dapra,
at hon fekk starv í Havn og eisini
eitt stað at búgva.
- Tað at koma heim var so
ótrúliga gott fyri okkum tríggjar.
Her hava vit ommur og abbar,
sum taka hond um okkum og
hjálpa so ómetaliga væl. Hóast
Anniku leingist til Grønlands,
har hon hevur livað sítt lív, so er
hon glað fyri skúlan her og fyri at
sleppa í Havnardal við abbanum
ella bara at taka telefonina og
ringja til ommu. Hennara størsti
áhugi er at sita á rossabaki, og
sum hon segði nú ein dagin:
Tað er deiligt í Føroyum. Tað er
tekin um, at hon trívist, sigur
Beinta og leggur aftrat: - Hetta
hevur verið ein long ferð, ja ein
sigoynaraferð, tí vit hava flutt
so ofta, bæði millum londini og í
Grønlandi.
Vit eru komnar heim
Vit sita í vakra urtagarðinum
á Hoydalsvegi , og Beinta lítir
hugagóð kring seg og sigur: Hetta
er mítt, og nú vóni eg bert, at eg
og børnini finna friðin, so sárini
kunnu lekjast, og ikki minst,
at einki óvanligt hendir aftur
í okkara lívi. Harnæst at mítt
arbeiði fer at hilnast, sigur Beinta
Laursen.
- Nú havi eg fingið dreymin
uppfyltan um at stovna egið
virki. Húsini eru í fýra hæddum
og innrættað við stórum ljósum
rúmum og atgongd fyri fólki í
koyristóli og tílíkum. Umframt
vanliga fysioterapi havi eg serliga
royndir at arbeiða við sjúklingum,
sum hava havt blóðtøppar ella
heilabløðing og vóni, at eg fái
brúk fyri mínum royndum á hesum
øki, sigur Beinta.
- Um tað at koma heimaftur
eftir 15 ár í útlegd, sigur Beinta
Laursen:
- Tað er so hugaligt at koma
heimaftur, bert tað at ganga
gjøgnum býin, hitta kend fólk og
fáa eitt prát. Tó er ein broyting
hend hesi árini, eg havi verið
burtur.
- Fólk hava nógv meir um oyruni
nú enn áður. Tað merkist, at fólk
eru strongd. Eitt nú siga fólk, eg
hitti, at tey hava ringa samvitsku
av ikki fáa í lag, at vitja meg.
- Tað er kortini ikki so løgið at
fólk eru strongd, av tí at bæði
børn og vaksin hava so nógv at
fara til. Eg eri bilsin av, hvussu
nógv tiltøk eru um dagarnar, bæði
fyri børnum og vaksnum. Tað
er ógjørligt hjá teimum flestu,
sum hava arbeiði og familju, at
røkka til, um tey skulu fara til øll
hesi tiltøkini. Soleiðis var ikki,
áðrenn eg fór avstað, tí tá vóru
so fá tiltøk at fara til, at øll høvdu
stundir at luttaka, sigur Beinta
Laursen.
Nú hava Beinta og børnini, níggju ára gamla Annika og lítla Bjørg fingið fót
undir egið borð. Her eru tær í vakra urtagarðinum við Hoyvíksvegin