fríggjadagur 22. mai 2009síða 23
‹ fyrra síða allar 79 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 27 • 22. mai 2009
Líka dýr sum hon er, líka nógv
kann hon skuffa í dygd. Tað
uppliva vit við Laforet í dag,
meðan bæði Cave de Lugny og
Chateau de Meursault tó skara
framúr og vísa drúvuna og
franska økið frá síni bestu síðu.
Cave de Lugny hevur tvær
útgávur av brúsandi víni.
Blanc de Blancs, ið er grundað
100 % á Chardonnay og so
útgávan í dag, har eisini bláa
drúvan Pinot Noir er latin í. Og
tað smakkast. Gevur meira fyllu
og kraft í fruktini. Sera gott
brúsandi vín, ið næstan kann
kappast við eini lítlari ektaða
sjampanju frá Champagne.
Fólk, ið hava ferðast á
Bourgogne-leiðini hava kanska
vitjað glæsiliga Chateau de
Meursault-slottið, ið bjóðar
ferðafólki oman í kjallararnar.
Teir eiga jørð í nógvum
pørtum av Bourgogne. Í
hesum førinum er talan
um sokallað kommunu-vín
frá Meursault, ið er kent
fyri at tulka Chardonnay-
drúvuna á kraftmiklan hátt.
Og væl hepnast í dag. Her
er bæði kraft, elegansa og
mineralitetur. The Real Maccoy!
Cave de Lugny, AOC
Crémant de Bourgogne
Joseph Drouhin, AOC Bourgog-
ne, Laforet Chardonnay 2006
Chateau de Meursault,
AOC Meursault 2004
Hacienda Zorita, VdT
Castilla y León 2005
23
Mortan í Hamrabyrgi
ummælir vín úr Rús drekka
sølu Landsins. Skoðsmálini
eru latin í mun til samsvar
millum prís og góðsku.
vín
ummælið
mortan@hamrabyrgi.com
Uppruni: Turt brúsandi hvítvín
úr Fraklandi
Ummæli: Glógvandi og bleikur
gulgrønur litur. Samansettur
angi av peru og súrepli frá
Chardonnay-drúvuni, við tyngri
tónum av reyðum perum frá
Pinot Noir-drúvuni. Sera lekkur
og mjúkur smakkur við kínandi
froða av róligum bløðrum.
Sera góð javnvág millum
fruktsøtleika og fruktsýru.
Framúr brúsandi vín til jomfrú-
hummaran og skeljadjórini.
Kostnaður: Kr. 110,00
Skoðsmál:
Uppruni: Turt hvítvín úr
Fraklandi
Ummæli: Gyltur korngulur
litur. Her luktar fruktin
yvirbúgvin eins og
gummibomm. Tungur og lætt
oksideraður angi. Smakkurin
somuleiðis gumpatungur og
flatur. Viðurkenda Drouhin
borgar vanliga fyri dygd, men í
hesum føri roynist ikki væl.
Kostnaður: Kr. 99,00
Skoðsmál:
Uppruni: Turt hvítvín úr
Fraklandi
Ummæli: Tættur gulur litur.
Dárandi og sera samansettur
angi av fyrstafloks Bourgognu.
Grønar steinfruktir, melón og
stórur mineralitetur. Smakkurin
somuleiðis í framúr javnvág
og við kraftmiklum smakki
av alskyns búnum súreplum.
Langur eftirsmakkur. Fat-
handverkið er greitt væl
úr hondum, ein hóskandi
vaniljutóni spælir væl saman
her. Hetta er vínið til ein góðan
grýtustoktan høsnarunga.
Kostnaður: Kr. 299,00
Skoðsmál:
Uppruni: Turt reyðvín úr
Spania
Ummæli: Kirsuberreyður
litur. Kraftmikil fruktangi av
kirsuberum, bromberum og
leður og vanilja frá fatlagring á
amerikanskari og franskari eik.
Hetta er er meira modernað
sponsk fatlagring, ið annars
plagar at vera hervilig vulger.
Her er tó so mikið frægt av
fruktsøtleika og fruktsýru at
javnviga beisku parfumu-
tónarnar frá viðinum.
Smakkurin kraftmikil við bæði
frukt og tónar av tubbak og
leðri. Absolut ikki elegant
vín, men eitt gott glas til ein
grýturætt við oksakjøti og
soppum.
Kostnaður: Kr. 83,00
Skoðsmál:
Chardonnay-
drúvan í
Bourgogne